mánadagur 12. september 2011síða 54
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 37 l 12. september 2011
12
Tíðindi
Leo Poulsen
Snarljósið raka ongantíð tvær ferðir
sama stað.
Tað er vanligt orðafelli á so
mongum málum, men fyri 45 ára
gamla Rólant Christiansen hendi
hetta kortini – um enn ikki heilt bók
staviliga.
– Eg plagi vanliga at keypa ein
trisskrap um vikuna fyri 25 krónur.
Trisskrap er tað, sum svarar til Skava-
og-vinn í Føroyum, men vinningarnir
her í Svøríki eru kortini nógv størri og
fleiri enn í Føroyum, sjálvt um møgu
leikin at vinna er størri í Føroyum,
sigur Rólant Christiansen.
Hetta
svenska
skava-og-vinn
spælið hevur fleiri møguleikar, og tú
kanst vinna ein kontantan vinning á
tvær milliónir sum hægsta vinning. Ein
annar møguleiki er at skava trý sjón
varpstól og tað merkir, at tú sleppur
inn í sjónvarpsstovuna hjá TV4 at
skava víðari, og har kanst tú vinna upp
til fimm milliónir krónur – skattafrítt
sjálvandi.
– Eg hevði so keypt ein seðil, og
sanniliga um eg ikki skavaði meg fram
til hesi trý sjónvarpini. So var at fara á
posthúsið at senda seðilin inn til TV4,
sigur Rólant Christiansen.
Hann flutti fyri skjótt seks árum
síðani úr Føroyum til Svøríki og býr
nú í lítla býnum Högsby nærhendis
Oskarshamn.
– Hetta er ein lítil býur, og post
húsið liggur i einum ICA-handli. Eg
fari so inn har, fyri at senda eitt inn
skrivað bræv við seðlinum í til TV4,
men har var long bíðirøð, sigur Rólant
Christiansen.
Ótrúligt hepni
Hann stillaði seg so í bíðirøðina, og tá
hann so kom fram at diskinum sigur
daman innan fyri, at hon skuldi rópa
eina aðra at hjálpa til við avgreiðsluni,
so føroyingurin verur sendur til annan
kassa.
– Meðan eg so bíði, meðan brævið
verðir innskrivað, keypi eg ein nýggjan
seðil. Og hvat hendir? Jú, sanniliga,
um ikki eisini hesin seðilin hevur trý
sjónvarp. Og tað er ikki hent í søg
uni áður, at sami persónur vinnur
tveir møguleikar at skava seg fram
til milliónirnar í senn, sigur Rólant
Christiansen.
Tað er ikki eindømi, at sami per
sónur skavar seg fram til trý sjónvarp.
Tað er hent sjey ferðir. Men tá hava
bæði mánaðir og ár gingið ímillum.
Hesaferð hendir tað so tætt saman,
at Rólant slapp inn í sjónvarpsstovuna
at skava tveir møguleikar.
– Tað er soleiðis, at møguleikarnir
eru 1-100 at vinna ávikavist fimm,
fýra, tríggjar, tvær og eina millión.
So hækkar møguleikin fyri at vinna
úr 500.000 krónum niður í 50.000
krónur, ið er minsta upphæddin, tú
ert tryggjaður, tá tú sleppur inn í sjón
varpsstovuna at skava, sigur Rólant
Christiansen.
Men tað er ikki bert spenningurin
við at vita, hvussu nógvar pengar, tú
kanst skava teg fram til í sjónvarps
stovuni.
– Hetta er samstundis ein sera
vælumtókt sending, so tað eru ógv
uliga nógv fólk sum hyggja, og tað
merkir so aftur, at tað eru nógv, sum
síggja teg, sigur Rólant Christiansen.
2,1 millión
Sigast má, at hesin týsmorgunin gekk
rættiliga væl.
– Tá tú fer inn í sjonvarpsstovuna
við einum seðli, hevur tú 50 krónur við
tær. So er tað upp til hepni, fyrst og
fremst, hvussu nógv tú vinnur aftrat.
Eg hevði tveir seðlar, og hevði tí eisini
tveir møguleikar at skava meg fram til
vinningar, sigur Rólant Christiansen.
Skavingin hjá føroyinginum gekst
so mikið væl, at tá sendingin var
liðug, var Rólant Christiansen heilt
nágreiniliga 2.100.100 krónur ríkari.
– Eg vann 100.000 í aðrari royndini
og tvær milliónir í hinari, umframt teir
báðar 50-krónuseðlarnar, ið seðlarnir
upprunaliga góvu, greiðir Rólant
Christiansen frá.
Tað er sjáldan, at góðar tvær
milliónir ikki gera mun í einum húsar
haldi, og hjá Rólanti komu pengarnir
serliga væl við.
– Eg varð skildur fyri einum ári
síðani, og tað gav umframt annað ein
fíggjarligan smeit, tí eg mátti keypa
hús og heim aftur. Tað var mær tí
beinanvegin greitt, at peningurin fyrst
og fremst skuldi nýtast til at sleppa
mær av við alla skuld, sigur Rólant
Christiansen.
Sum sagt so gjørt, og nú hann
er vorðin skuldarfríur, standa kortini
meiri enn milliónin á kontoini. Men
tað hevur ikki verið stundir at feira
vinningin.
– Tá eg kom til hús hendan týs
dagin var tað beinleiðis til arbeiðis, tí
eg hevði lovað einum kunda at gera
eitt arbeiði fyri hann. Og síðani hevur
tað verið arbeiði í tólv tímar um dagin,
sigur Rólant Christiansen.
Hann skuldi ikki bíða leingi eftir
pengunum, tí longu korter eftir, at
sendingin var liðug, stóðu pengarnir
á kontoini.
Biðja um hjálp
Fyri at skilja eitt sindur betri, hvussu
heppin føroyski byggimeistarin er, vísa
hagtølini, at fyri at skava teg fram til
trý sjónvarp á einum seðli, eru møgu
leikarnir 1:400.000.
– Tað verða prentaðir tvær milliónir
seðlar um vikuna, og av teimum eru trý
sjónvarp á fimm. Sannlíkiningsrokning
vísir, at møguleikin fyri at skava teg til
sjónvarp á tveimum seðlum er 1.160
milliónir, sigur Rólant Christiansen.
Hetta ótrúliga hepni hevur eisini
gjørt føroyingin kendan í Svøríki.
– Eg haldi ikki tað finst tað blað
ella tann sjónvarpsstøð, ið ikki hevur
borið søguna, og googlar tú mítt navn,
koma heilar tvær síður fram, sigur
Rólant Christiansen.
So hann er í løtuni ein rættiliga
miðlastjørna í nýggja heimlandinum.
Og tað fer ikki óansað aftur við
borðinum.
– Vinir og kenningar ynskja mær
tillukku. Eg havi jú fyri so vítt eisini
skrivað søgu við tað, at eg eri fyrsti
persónur, sum fer í sjónvarpsstovuna
við tveimum møguleikum, sigur Rólant
Christiansen.
Sum so mong, ið hava vunnið størri
vinningar, hevur Rólant eisini merkt
tær meiri keðiligu síðurnar.
– Tað eru eisini fólk, ið seta seg
í samband við meg, fyri at fáa eina
peningaliga hjálp. Tvær milliónir krón
ur ljóðar jú av so nógvum, men tá hús
og bilar og annað er goldið, so er tað
jú bara tvær milliónir, sigur Rólant
Christiansen.
Men at vinningurin longu hevur
broytt lívið hjá honum og unnustuni
er týðiligt.
– Sum lívið var mátti eg til arbeiðis,
fyri at vinna pening til dagin og vegin,
til rentur og avdrag av húsunum og
til dagligu útreiðslurnar. Í dag fari
eg til arbeiðis á sama hátt, men nú
geri eg tað, tí eg tími, sigur Rólant
Christiansen úr Högsby í Svøríki.
leo@sosialurin.fo
Vann tvær
ferðir sama dag
Føroyski Rólant Christiansen var meiri enn heppin, tá hann tvær ferðir sama dag
skavaði seg fram til vinningar, sum týsmorgunin góvu honum 2,1 millión á kontoina
Feløg sum selja fiskavørur til Evropa
mugu fyrihalda seg til eina røð av
ymiskum umhvørvisgóðkenningum
og krøvum.
Krøvini koma frá sølumiðstøð
unum, men henda økta tilvitanin
er ikki orsakað av forbrúkarum,
men orsakað av trýsti frá ymiskum
feløgum, sigur granskingarstjórin
Frode Nilssen í matgranskingar
stovninum Nofima.
Innkeyparar krevja í størri mun
skjalfestan, sum váttar, at vørurnar
eru framleiddar sambært strong
um umhvørviskrøvum. Tað er tó
framvegis stór ógreiða um krøvini,
sum eru ymisk í innihaldi.
Metingin ljóðar, at krøvini í
framtíðini verða størri enn tey eru
í dag. Og tað vil siga, at um sjó
matvøruídnaðurin ikki fylgir við, so
fer tað at kosta vinnuni munandi
upphæddir í mistum marknaðar
møguleikum.
(Kelda: industry.fo)
Journalistar, sum ætla sær at
interviewa Anders Behring Breivik,
eru idiotar.
Tað heldur Per Edgar Kokkvold,
sum er aðalskrivari í norska fjøl
miðlafelagnum.
Í løtuni kann Anders Behrin
Breivik einki samband hava við
umheimin, men advokaturin hjá
honum sigur, at nógvir norskir og
útlendskir miðlar hava biðið um at
fáa samrøðu við drápsmannin, tá
ið tað letur seg gera.
– Tú mást verða idiot ella
moralskt blindur fyri ikki at síggja,
at tað fer at tyngja tey avvarðandi
sera nógv, um Breivik verður
interviewaður
áðrenn
rættarmálið
ímóti
honum. Í hesum føri
mugu atlit til tey av
varðandi viga meira
enn ábyrgdina at
upplýsa, sigur
Kokkvold við
Journalisten.
no
Tilvitaðar
sølumið
støðir í
Evropa
Skulu
halda seg
burtur frá
Breivik