Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-12, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2011síða 56

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 37 l 12. september 2011 14 Tíðindi Louis Poulsen ljósvørur kunnu nú fá­ ast hjá Ide Møblum. Louis Poulsen er ein hin kendasta ljós­fyr­i­tøkan, ikki bert í Danmark og Norð­ur­londum, men í øllum Europa. Úrvalið spennit vítt, heilt frá klass­ isku PH lamp­unum og klassikarunum hjá Arne Jac­obsen, til sniðgevarar sum Lo­u­ise Campbell og Ole Jensen. Louis Poul­sen hevur altíð arbeitt saman við mest evnaríku og spennandi snið­gev­ um, ið eru frammi í tíðini. Úrslitið er ljós av høgari góðsku, sum í alsamt størri mun verður nýtt í ljósverkætlanum í Dan­mark og altjóða. Hugskotið handan ljósgevararnar er ein­falt og ber við sær, at funktión, kom­fort og um­hvørvi ganga upp í eina hægri eind. Við øðrum orðum eru lamp­ur­nar ikki bert ímyndin av framúr ljós­við­gerð og sniðgeving, men geva eisini eitt gott og hugnaligt ljós. Og tað uttan mun til, um lampan hongur yvir køks- ella fundarborðinum. Og alt hetta ber til at uppliva hjá Ide Møbl­ um. Fólk gerast meiri og meiri tilvitað um gott ljós, tí tað er av­ger­andi fyri, hvussu vit hava tað. Sølufólkið hjá Ide MØblum verður leypandi und­ir­víst hjá Louis Poulsen, og tí fáa kund­ar­nir hjá Ide Møblum altíð gjølla upp­lýsing og ráðgeving um ljós. Vit gleða okkum at vísa nýggju fram­sýn­ing­ina fyri kundum okkara og greiða frá um mongu møguleikarnar fyri spenn­andi innrættan við ljósi, sigur Jan Djurhuus frá Ide Møblum a Hálsi. Ide Møblar víðk­a um úrvalið Nú ber eisini til at keypa kendu ljósvørurnar frá Louis Poulsen hjá Ide Møblum á Hálsi Allir forsøgnir peika sama veg – botn­ur­in á part­a­brøv­um fer und­ an, og møg­u­leiki er fyri, at virðini fara at minka niður í ein triðing eft­ir stuttari tíð, siga part­a­bræv­a­ ser­frøð­ing­ar. Tað skriv­ar Bus­i­ness- Line á www.bl.fo Fleiri bú­skap­a­r­frøð­ing­ar á­vara nú um, at part­a­bræv­a­markn­að­ur­ in er á veg móti einum álvarsligum skrædli. Teir vísa til eina røð av tekn­isk­um og búskaparligum á­bend­ing­um, ið peika móti kurs­ fallum í part­a­brøv­um, ið kunnu ger­ast størri enn vanligt. – Vit mæla til sølu av øllum parta­brøv­um -  uttan undantak, sigur Jens Schjerning, leiðandi bú­ skap­ar­frøð­ing­ur á AgroMarkets, ið m.a.ger greiningar um fíggj­ar­ markn­að­in fyri danska land­bún­ að­in. – Niðurstøðan á okkara tekn­ isku ana­lys­um er púra greið. Tú eigur als ikki at liggja inni við parta­brøv­um. Tað kann koma ein lítil fram­gongd, ið ger tað møguligt at selja, men vit mæla okkara við­skif­t­a­fólk­um staðiliga frá at keypa part­a­brøv fyri tíðina, sigur lei­ð­andi part­a­bræv­a­ser­frøð­ ing­ur­in í Fíggjarhúsinum Demetra, Pet­er Jensen, við epn.dk í dag. Hoy­ví­ks­ høllin fer nú í gongd Tórshavnar Býráð hevur í kvøld sam­tykt at taka av tilboð frá bygg­ i­fel­ag­num J. & K. Petersen upp á at út­byggja Hoyvíkshøllina. Tilboðið ljóðar upp á slakar 5 mió kr og fevnir um tríggjar hædd­ ir, kjall­ar­a­hædd, mið­hædd og loft, sig­ur for­mað­ur­in í ment­a­mál­a­ nevnd­ini Jógvan Arge. Í tilbygninginum verður eitt nú dur­ur til høllina og tvey nýggj um­ klæð­i­ng­arhøli. Hoyvíkshøllin er bygd sum ein venj­ing­ar­høll og henni vantar ym­isk rúm. Nøkur verða innrættað í mið­ hædd­ini nú, og seinni er ætlanin at innrætta meir í miðhæddini og á lofti­num. Arbeiðið byrjar um mán­að­ ar­skiftið september/oktober og verð­ur liðugt í mars/apríl 2012. Tilbygningurin verður bygdur fram úr ella eysturúr núverandi høll­ini. Ser­frøð­ing­ar um partabrøv: Sel sel sel Nýggi kredittleiðarin í Eik Banka Føroyar, Jean Djurhuus, byrjaði í starvinum 1. september. Jean Djurhuus, sum er 43 ára gamal, kemur úr starvinum sum stjóri á tryggingarfelagnum Trygd, og er royndur innan banikavirksemi og kredittøkið. Bæði leðsla í BankNordik og Súni Schwartz Jacobsen vissaðu um, at tala fór ikki at verða um aðrar flytingar frá BankNordik til nýggja Eik Banka Føroyar, og at nýggi Eikstjórin ikki fór at draga starvsfólk við sær úr gamla arbeiðsplássinum. Nú er Jean Djurhuus so byrjaður sum kredittleiðari í Eik Banka Føroyar, og hóast hann ikki kemur beinleiðis úr BankNordik, so kemur hann kortini úr samtakinum við tað at BankNordik eigur fyrrverandi arbeiðspláss hansara, Trygd. Jean Djurhuus byrjaður i Eik Jean Djurhuus kemur úr starvi sum stjóri í trygg­ing­ar­ fel­ag­num Trygd. Hann er nú kre­ditt­lei­ð­ari í Eik Banka