mánadagur 12. september 2011síða 58
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 37 l 12. september 2011
16
Tíðindi
Gamli
Dire
Straits-sangurin,
»Money for Nothing« er aftur
loyvdur í kanadiskum radio
Óhefta kanadiska radioráðið,
Canadian Broadcast Standards
Council (CBSC) gjørdi fyrst í árinum
av, at meiri enn 25 ára gamli
Dire
Straits-sangurin,
»Money
for Nothing«, ikki er egnaður
til kanadiskt radio, tí teksturin
inniheldur orðið »faggot« (niður
setandi orð fyri samkyntar menn).
Ráðið tók avgerð eftir at ein
lurtari hevði hoyrt sangin á støðini
CHOZ-FM í St. John’s í New Found
landi, og fleiri radiostøðir spældu
sangin fleiri tímar upp í slag fyri at
vísa sína ónøgd við avgerðina hjá
CBSC.
Nú hevur radioráðið so – uttan
aðra frágreiðing – tikið av bannið,
og »Money for Nothing« kann tí nú
aftur spælast í kanadiskum radio.
Money for
Nothing
aftur
loyvdur
í Kanada
So fór síðsta ferðamannaskipið
Summarið er av álvara farið at halla,
og nú minkar somuleiðis talið av ferð
afólkum og ferðamannaskipum.
Í ár hava samanlagt 40 ferða
mannaskip vitjað á Havnini, meðan
fleiri eisini hava lagt at t.d. í Ánunum
við Klaksvík.
Fríggjadagin í farnu viku vóru ikki
færri enn tvey ferðamannaskip á
Havnina. Hetta vóru somuleiðis tey
seinastu í hesi sesongini.
Fyrrapart á degi legði Amadea úr
Bahamas at bryggju. Við hesum skip
inum vóru 575 ferðafólk. Av hesum
vóru 495 týskarar.
Hetta ferðamannaskipið lá nakrar
tímar við bryggju. Tað var ikki meiri
enn farið av Havnini, tá tað næsta -
og harvið seinasta - skipið í ár legði
at landi.
Hetta var ferðamannaskipið Sea
bourn Sojourn úr Bahamas við 444
ferðafólkum.
40 skip
Av Havnarskrivstovuni verður upplýst,
at 40 ferðamannaskip hava vitjað í ár.
Og er hetta nøkurlunda sama tal sum
vitjaði her í fjør, eins væl og undan
farin ár.
Flestu ferðamannaskipini hava lagt
at inni í sjálvari Havnini. Eitt undantak
var tó Crown Princess, ið hevði 3000
ferðafólk. Skipið fekk ikki lagt at or
saka av veðri.
Tað vísir seg eisini, eins og tilfeld
ið var við Crown Princess, at ferða
mannaskipini gerast størri og størri.
Tí er hugsandi, at talið av vitjanum
verður tað sama í árunum framyvir,
men at talið av ferðafólkum helst fer
at økjast.
Vestmenn
eiga
nógvar
sangir,
sum
føroyingar
kenna væl. Gjøgnum átt
atiárini var bólkurin mill
um teir best umtóktu her
á landi, og teirra útgávur
seldu stórt.
Vestmenn hava givið
seks fløgur út, og sangir sum
Eg siti so eina, Motormani,
Pengar og aðrir hava verið
nógv
spældir
alment
Nú eru Vestmenn til reiðar
við nýggjari útgávu, teirri
sjeyndu, sum teir kalla Tær
Løturnar.
Á fløguni eru 10 nýggir
sangir, sum spenna víða –
bæði í innihaldi og í stíli.
Summir sangir eru lívligir
og skemtiligir, aðrir eru
meira álvarsamir.
Aftur hesaferð er felags
nevnarin tó, at tónleikurin
er lættur og íoyrafallandi.
Vestmenn
anno
2011
eru Ólavur Højgaard, sum
syngur, Niels Olsen, sum
spælir
harmonika,
og
Bogi Olsen, sum spælir
steelgittar,
el-gittar,
akk-gittar og ljómborð.
Harafturat spæla eisini
Rúni W. Højgaard, Arnbjørn
Sivertsen og Kolbein Sim
onsen við Vestmonnum, og
gestatónleikarar eru Ólavur
Olsen, Finnur Hansen og
Sigrid Olsen.
Tónleikabólkurin Vestmenn
hevur givið nýggja fløgu
við 10 sangum út
Vestmenn við nýggjum sangum
Amadea liggur við bryggju
fríggjadagin. Hetta var samstundis
næstseinasta ferðamannaskipið í ár
Mynd: Álvur Haraldsen
Finna
Ársins
songrødd
Nú byrjar Ársins Songrødd 2011.
Sangkappingin, sum hevur verið eitt
afturvendandi fyribrigdi seinastu
mongu árini, skal aftur í ár finna
tær bestu røddirnar í landinum.
Fyrireikarar boða frá, at kappingin
byrjar 24. september, tá ið
Seglloftið á Tvøroyri verður karmur
um fyrsta undanumfari í ár.
Síðani
verða
undanumfør
í
Mentanarhúsinum í Fuglafirði,
í Dansifrøi í Havn og í Club
700 í Klaksvík. Og 5. november
verður finalan í Dansifrøi í Havn.
Ársins
Songrødd
hevur
eina
spennandi
bakgrund
aftanfyri
seg. Kappingin hevur eitt nú
havt vinnarar sum Guðrun Sólju
Jacobsen, Annu Nygaard, Hallur
Joensen og mong onnur, sum í dag
mynda føroyska tónleikalívið.