Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-12, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2011síða 64

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 37 l 12. september 2011 22 Tíðindi Elton John og managari hansara, David Furnish, selja nú nakað av klæðum sínum, og allir pengarnir fara til »Elton John AIDS Foundation«. Talan er um eitt afturvendandi tiltak ið verður kallað »Out of the Closet«. Í ár fer tað fram á Russel Street 6-8 í London frá 11. til 20. desember, og prísirnir fara at liggja heilt úr 10 pundum upp í 2000 pund. Out of the Closet er vorðin ein ótruligur møguleiki at savna pening til Elton John AIDS Foundation. Vit fáa eina fantastiska afturmelding frá almenninginum.. Eg haldi, at alt, vit keypa og njóta, kann koma onkrum í neyð tilgóða, serliga hesa ársinstíð, har neyðin rakat eyka hart. Eg eri ógvuliga takksamur fyri tann stuðul, ið ger hetta tiltakið møguligt, sigur Elton John. Elton heldur útsølu Fríðka Kongabrúnna Á býráðsfundi hóskvøldið samtykti býráðið uppskot um fríðkan av Kongabrúnni Talan er um ein lið í politikkinum hjá sit­andi samgongu um at fríðka um bý­in. Ætl­an­in er at gera ein skráning tvørt­ur um ósan av Havnará á líknandi hátt, sum gjørt er á Skálatrøð, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Verkætlanin er mest at kalla lið­ ug. Hon er bjóðað út og varð sam­ tykt á býráðsfundi í hóskvøldið. Kostn­aðuin liggur um eina million krón­ur. – Gongur sum ætlað, verður farið undir arbeiðið beinanvegin, sigur Heð­in Mortensen, borgarstjóri. Navnið »Kongabrúgvin« stavar frá fyrstu kongsvitjan í Føroyum, sum var beint fyri ólavsøku í 1874, tá Christian IX vitjaði saman við Valdemar prinsi, tá teir vóru á veg til Íslands við grundlógini og at hátíðarhalda 1000 ára haldið fyri landnámi í Íslandi. Tá Christian kongur trein í land á staðnum, sum tá fekk navnið Kongabrúgvin, tók A. C. Lützen, borgarstjóri, lærari og løgtingsmaður ímóti honum. A. C. Lützen skuldi siga nøkur orð, men hann small í fangi á kongi, og doyði. Silvi hevur nú føðingardag, og hann ætlar at gera nógv burtur úr degnum hes­a­ferð. Hann ætlar at halda ikki minni enn tríggjar stór­ar føð­ing­ar­dag­ar. Fyrsti føðingardagurin verð­ur í høvuðsstaðnum leyg­ar­dagin tann 17. sep­ tem­ber kl. 11.00. Tá eru børn og vaksin boðin í Hoy­víks­høll­in at halda dag­in sam­a­n við Silva. Leyg­ar­dagin 24. september kl. 14.00 verður dagurin hild­ in í ítróttarhøllini í Runa­vík, og leygardagin 1. oktober kl 14.00 verð­ur Bad­min­ton­ høll­in í Klaks­vík karm­ur um føð­ing­a­r­dagi­n. 1. oktober er eis­ini tunnilsdagur, so tá er ókeypis at koyra um Leirvíksfjørð. Nógv undirhald Silvi ger nógv burt­ur úr sín­ um føð­ing­ar­degi í ár, og hann bjóð­ar und­ir­halda til alla fam­ilj­una. Um­framt tón­leik og ann­að und­ir­hald, verða eisini hopp­i­borg­ir sett­ar upp til børn­in at stutt­leika sær við, og pyls­ur, lesk­i­drykk­ ir, kaffi og kakur verða at fáa. Børn­ini fáa eisini eina gávu og ballón frá Silva. Víg­dis, Asta og Ragnhild úr væl­um­t­ókta poppbólkinum Faroe5 fara at syngja fyri børnunum. Faroe5 hava havt fleiri hitt seinastu árini, og tær tríggjar úr bólkinum fara at tríva í onkrar av teimum sangunum. Óvita Blues Band fer at spæla, og Angela & Hannibal verða eisini við til føðingardagin. Komandi vikurnar fer Silvi at halda føðingardag í Havn, Runavík og Klaks­vík. Og hann bjóðar nógv gott undirhald á sínum stóra degi Silvi heldur føðingardag Danmark á odda - Vindmylluídnaðurin byrj­aði í Dan­ mark. Tí eru vit framm­an fyri mong onn­ur lond á hesum øki og hava ein fyr­i­mun mótvegis útlendskum kapp­ing­ar­neytum, sigur  Tommy Vogn­sen, rakstrarstjóri í Dansk Vind­møll­e­teknik, við Jyllands Post­ en. Fyritøkan í Jyllandi hevur í á­rat­ íggj­ur veitt lutir til donsku vind­ myllu­fram­leiðararnar. Men nú hevur fyritøkan vent kik­ ar­a­num í­móti vind­myllueigarunum, som í alt størri mun hava brúk fyri servitan til at umvæla virðismiklu myllurnar. Ragnhild Dam úr Faroe5 verður ein av teimum mongu, sum fer at undirhalda