Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-12, síða 70
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2011síða 70

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 37 l 12. september 2011 28 Móttøkur Send myndir og stuttan tekst til mottokur@sos.fo Í sambandi við at Vagn Andersen er givin sum stjóri í H.N.Jacobsens Bókahandli, eftir at hava arbeitt har í næstan 40 ár, var móttøka í handlinum mikudagin 31. august. Vagn er dani, ættaður úr Næstved og útbúgvin bókahandlari. Meðan hann sum ungur arbeiddi í Danmark, sá hann í einum fakblaði at H.N. Jacobsens Bókahandil í Havn søkti eftir útbúnum starvsfólki til handilin. Hann helt at hetta var ein spennandi avbjóðing, søkti starvið og fekk tað. Hetta var í 1972, og Carl Niclasen var leiðari í handlinum tá. Ætlanin var bert at royna hetta í eitt ár, men hann giftist, fekk familju og búsettist í Havn. Síðan 1991 hevur Vagn verið stjóri í handlinum. Við sínum 146 árum á baki er H.N. Jacobsens Bókahandil ein tann elsti handil í landinum. Søgan hjá handlinum byrjar, tá Hans Niklái Jacobsen læt upp ein bókahandil í Gongini ólavssøkudag 1865, har hann búði og hevði bókbindarí. Í 1918 varð gamli Realskúlin á Vaglinum keyptur, og hevur bókahandilin verið har síðani tá. Myndir: Snæbjørn í Dali Eitt ár bleiv til næstan 40 Nógv fólk vóru komin saman til móttøkuna Halgir W. Poulsen frá nevndini í bókahandlinum handar Vagn eina gávu Starvsfólk og nevnd í Gamla Bókahandli Halgir W. Poulsen, Høgni Højgaard og Kári Árting Hugnalig stova í Gamla Bókahandli Vagn Andersen takkar fyri seg