Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-12, síða 74
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2011síða 74

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 37 l 12. september 2011 32 bleyti stólurin Lýs teg sjálvan við trimum orðum? Friðarlig, ágrýtin og forvitin Hvat merki er tín bilur? Eg havi ongan bil, tí tað er ikki neyðugt við frálíku ókeypis bussleiðini í Havn Hvat merki er tín telefon? Nokia Hvat er títt besta summarferiu upplivilsi nakrantíð? Eg havi ferðast í nógvum spennandi og vøkrum londum. Higartil var mín størsta uppliving at vitja polska býin Krakow. Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast? Tað er Randi á Sosialinum, sum eg altíð sigi, tá ið eg ringi. Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? Ikki nøkrum ávísum, men eg dømi út frá sinninum. Hvat er tað fyrsta tú gert um morgunin? Eg busti tennirnar væl og virðiliga. Hvat stressar teg? Við undantak av tí tú ikki nært Tá ið fólk skræða seg, spilla onnur út og grenja um smáttaríir. Intoleransa. Hvønn litur er tín yndislitur? Grøni liturin Hvat gleðir teg, umframt at familjan og vinir hava tað gott? At vera úti í frískari luft, og ikki minst at vera í gummistyvlum og hava mold undir neglunum. Spennandi góður matur er eisini at fegnast um. Og nú bíði eg spent eftir, hvat eplaveltan fer at geva í ár. Nær feldi tú seinast eitt tár og í samband við hvat? Eg haldi tað var tá ið eg sá myndir av svøltandi børnunum í Somalia. Hvar arbeiðir tú? Í Miðlahúsinum Hví valdi tú at arbeiða innan júst hesa vinnu? Tað byrjaði við áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, og nú er arbeiðið ein lívsformur. Hvør er tín stuttligasta uppliving í starvinum? Eg kann ikki draga nakra ávísa uppliving burturúr. Tað er hvørja ferð ein uppliving at detta yvir eina góða søgu og skriva hana. Hvat er besta uppfinningin og hví? Eg veit ikki, hvør tann besta er, men hvussu skuldu vit livað við ongum dustsúgvara og við hundi í húsunum? Hvat hevur tú í lummunum beint nú? Sigarettir og tendrara. Hvat er keðiligast við Føroyum og hví? Føroyar eru ikki keðiligar, men tað hevði verið betri, um landið lá nærri meginlandinum og bíligari var at ferðast til onnur lond. Hvussu ofta speglar tú tær? Hvønn morgun, og tá ið eg skal onkrastaðni. Hvussu ofta ert tú hjá frisør? Royni at halda meg til sættu hvørja viku. Hvar ert tú um 10 ár? Vónandi eri eg her í Havn, at heilsan er góð, og at eg kann fara frá fyri aldur, full av kreativum hugskotum til at njóta tilveruna. Hyggi ikki eftir ávísum, dømi út frá sinninum Navn: Randi Jacobsen Starv: Journalistur Eg stressist, tá ið fólk skræða seg, spilla onnur út og grenja um smáttaríir