mánadagur 12. september 2011síða 79
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
1948
Slóðarin P.M. Dam
Eljustríðið millum loysing og samband eftir kríggið
førdi ongan veg. Petur Mohr Dam valdi í staðin sam
starvið og fann loysnir. Heimastýrislógin, fólkapensjónin
og 60 milliónagrunnurin eru nakrar úr rúgvuni.
1998
Bankaavtalan í '98
– ein milliard í endurgjaldi
Jóannes Eidesgaard brúkti sín fólkatingssess sum jarnbrot
fyri at fáa avtaluna ígjøgnum. Sum Richard Mikkelsen segði í
sínum endurminningum: „Jóannes Ejdesgaard kom således i
en nøgleposition og hann præciserede hurtigt, at hans støtte
til regeringen var afhængig af, om Færøene fik en hæderlig
og tilfredsstillende økonomisk løsning på banksagen“.
1992
Yvirtøkan av undirgrundini
Í 17 ár stóð eitt hart stríð um rættin til okkara undirgrund.
Ein partur vildi geva seg undir danska viljan, og ein partur
vildi loysa. Men tað var tann triði vegurin – samráðingar
vegurin hjá Atla Dam – sum í 1992 førdi á mál.
1992
Krígspensjón
Treisknið og dygga próvførslan hjá Jacob Lindenskov á
fólkatingi tryggjaði føroyingum, sum sigldu undir krígnum
og teimum, ið sótu eftir, teirra rætt til krígspensjón. Tað var
ein fíggjarligur styrkur – men eisini ein virðiligur heiður.
www.j.fo
Javnaðarfloksins hóvliga kós í viðurskiftunum við Danmark hevur skapt
eitt ótal av úrslitum. Her eru nøkur av teimum týdningarmestu
Hvørki konfrontatiónin ella
undirbrotligheitin føra nakran veg.
Vel dialogin – vel úrslitini
Nøkur úrslit