mikudagur 14. september 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. september 2011 · Nr. 106
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Tað er skelkandi at frætta
tíðindini úr Uttanríkisráð
num um, hvussu lítið skil
hevur verið á í ráðnum. Vit
hava ein landsstýrismann,
formann Fólkafloksins, og
ein nú frákoyrdan aðalstjóra,
sum ikki hava havt peiling av,
hvussu pengarnir í ráðnum
hava verið brúktir.
Hetta er í veruleikanum
so langt úti, at um løgmaður
ikki setir størri krøv til sínar
landsstýrismenn, enn tað,
sum Jørgen Niclasen hev
ur livað upp til, so eigur Kaj
Leo Johannesen als ikki at
vera løgmaður. Tað kann
ikki vera rætt, at ein tilvild
arligur deildarstjóri kann
brúka milliónir soleiðis, utt
an at hvørki aðalstjóri ella
landsstýrismaðurin gáar um
tað. Hvar er tað ábrygdin hjá
landsstýrismanni og aðal
stjóra?
Triologiin Jørgen Niclasen,
Ólavur í Beiti og Herluf Sig
valdson hava gjørt nógv
burtur úr at leka upplýsing
ar úr Uttanríkisráðnum til
Vágaportalin. Avgjørt áhuga
verdir upplýsingar, sum vísa,
at pressan eigur at verða
nógv meira árvakin.
Søgan bleiv ein boomerang
til Jørgen Niclasen, og hetta
er ein tragisk søga um,
hvussu ábrygdarleysir pol
itikarar lata embætismenn
misbrúka fólksins skatta
pengar.
Tað at Jørgen Niclasen
heldur tað vera í lagi, at hann
fer til hús við eini tríggjar
vikur gamlari Iphone4 uttan
at gjalda fyri hana, tað sigur
nóg mikið.
Í morgin síggja vit, hvussu leikur
fer á fólkatingsvalinum. Vit fara
at síggja, um føroyingar framvegis
ynskja at senda eitt umboð, sum vil
halda fast um ríkisfelagsskapin og
fáa so nógvar pengar sum gjørligt
úr Danmark, og eitt annað umboð,
sum vil loysa Føroyar úr ríkisfelags
skapinum.
Alternativið til sambands- og
loysingarumboðini eru Javnaðar
flokkurin og Fólkaflokkurin. Hesir
flokkar hava ikki verið nóg eyð
sýndir seinastu árini, og hava tí ikki
megnað at ávirkað polariseringina,
sum hevur verið millum Tjóðveldi
og Sambandsflokkin. Men tað kann
broytast so skjótt, og seinastu velj
arakanningarnar hava víst, at Fólk
aflokkurin og Javnaðarflokkurin
hava hálað seg inn á hinar báðar
flokkarnar.
Eitt annað, sum hevur verið
eyðkent í hesum valstríðnum er,
at Tjóðveldi stendur púra einsa
malt um fullveldispolitikkin. Tað
bendir á, at polariseringin millum
Sambandsflokkin og Tjóðveldis
flokkin viknar. Meðan Fólkaflokk
urin, Sjálvstýrisflokkurin og Mið
flokkurin eltu fullveldislinjuna hjá
Tjóðveldinum frá 1998 til 2004, so
eru orðið »fullveldi« púra strikað
burtur úr teirra valskráum nú.
Sjálvstýrisflokkurin hevur tikið
uppaftur »stig fyri stig-politikkin«,
sum hann so ofta hevur verið speir
ikin við. Triksið hjá teimum er at
venda hesum speii til sjálvsspei.
Miðflokkurin hevur eisini slept
fullveldinum fullkomiliga. Jenis av
Rana tosaði í Andglettinum hetta
kvøldið um, at Miðflokkurin er ein
»sjálvbjargnisflokkur«. Hetta er ein
bleyt millumformulering – fyri so
vítt uttan týdning, tó at hon hev
ur tann týdning, at hann vil leggja
sjógv millum Miðflokkin og full
veldi. Tí so fær hann ikki hasar 54
milliardirnar, sum hann ætlar sær
frá dønum.
Fólkaflokkurin hevur eisini slept
fullveldinum – so nógv, at hann er
farin at tosa um eitt illusoriskt hug
tak sum »ríkjafelagsskap«, har Før
oyar, Danmark og Grønland kunnu
samstarva á jøvnum føti.
Alt hetta bendir á, at tað verða
onnur mál, sum verða havd á lofti
til komandi løgtingsval. Tað merk
ir eisini, at polariseringin millum
Tjóðveldi
og
Sambandsflokkin
viknar – og tað kann merkja eina
broyting á fólkatingsvalinum í
morgin.
Tann broyting kann vera, at
Fólkaflokkurin ella Javnaðarflokk
urin taka annan sessin. Skulu vit
gita, so dregur Sambandsflokkur
in longra stráið. So er spurngurin,
hvør av fólkatings-andstøðuflokk
unum megnar at standa Tjóðveldi
num kurl. Javnaðarflokkurin tykist
betur fyri í so máta.
Hvør stendur Tjóðveldinum
kurl í morgin?
Tann 1. apríl í ár segði Bogi
Andreasen
við
Sosialin,
at tað var skammiligt, at
Tjóðveldi ikki vildi frítaka
kirkjur og samkomur fyri
at gjalda MVG.
Tá gingu søgur um, at
Bogi Andreasen var á veg
úr Tjóðveldinum. Men hann
hevur sjálvur ongantíð vátt
að hetta – og heldur ikki av
sannað tað.
Kortini
hevur
Bogi
Andreasen ikki dult fyri,
at hansara stóri áhuga fyri
politikki saktans kann føra
til, at hann stillar upp til
løgtingsvalið eisini.
Einki bendir tó á, at hann
stillar upp fyri Tjóðveldi,
og hann er ikki millum
nøvnini, sum higartil eru
komin fram í sambandi við
uppstilling hjá Tjóðveldi
num.
Sambært fleiri lesara
brøvum, hann hevur skriv
að seinastu tíðina, so førir
hann beinleiðis fólkafloks
politikk.
Fríggjadagin byrjar hann
eitt lesarabræv soleiðs:
»Sosialistisku hógvarnir
stungu undan, tá Aksel V.
Johannesen eftir floksfund
í gjár kunngjørdi, at Javn
aðarflokkurin fer at lætta
skattin á miðalinntøkum og
afturfyri at herða skattin á
vinnulívið«...
Vit eru samdi við Boga
í, at tað er skeivt at skatta
vinnuna so nógv, at hon
hoknar og ikki megnar at
halda sær uppi og harvið
arbeiðsplássum, sum aftur
eru trygd fyri, at vit kunnu
varðveita vælferðarsamfel
agið, tí hetta er keðiligur øv
undsjúkupolitikkur!
Men tað er meira polit
isku undirtónarnir hjá vara
borgarstjóranum í Havn –
valdur fyri Tjóðveldi – sum
bera so nógv brá av fólka
flokspolitikki, at vit gita, at
Bogi Andreasen er á lista
num hjá Fólkaflokkinum
til løgtingsvalið.
– Kanska Bogi Andreasen
er inspireraður av Heðini
Mortensen,
sum
gjørdi
kvettið við at skifta flokk.
Kanska Sjúrður Skaale eis
ini ger kvettið. Hvussu verð
ur og ikki, so frætta vit alt
hetta um fáar vikur.
Er Bogi nú fólka
floksmaður?
Polarisering kann fána
Fyrrferandi sjónvarpsstjórin
Tróndur Djurhuus telist nú
eisini millum tey fjølmiðl
afólkini, sum heldur vilja
sleppa at stýra landinum – í
staðin fyri at seta okkara
kosnu monnum og kvinnum
kritiskar spurningar, fólka
ræðinum at frama.
Tað er gott, at nógv fólk
vilja bjóða seg fram til valið.
Tað merkir, at tann politik
ararleti, sum var so eyðkend
fyri nøkrum árum síðani, er
fánað, og tað kann bara vera
gott fyri demokratiið.
Fyrr plagdu nógvir lærar
at teljast bæði á løgtingi og
í landsstýri. Men at meta
út frá uppstillingini, so eru
tað nú fjølmiðlafólkini, sum
vilja framat. Umframt Trónd
Djurhuus stilla eisini Jústin
us Eidesgaard, John Johann
essen, Rigmor Dam, Sjúrður
Skaale, Høgni Hoydal, Bjørt
Samuelsen, Ingolf S. Olsen
og Øssur Winthereig upp til
komandi løgtingsval.
Tróndur vil heldur stýra
Skelkandi ábyrgdarloysi
í Uttanríkisráðnum
Akuroyri
og Havnin í
somu støðu
Jógvan Arge
kjak á síðu 21
Eitt
mark má
vera fyri
frekleika
Dagfinnur Danbjørg
kjak á síðu 24
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo