Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. september 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. september 2011 · Nr. 106 4 Sosialurin Tann seinasta veljara­kann­ in­g­in, sum tíðindastovan Ritzau kunngjørdi í morg­ un, og sum Voxmeter hev­ur gjørt, vísir, at and­støðu­flokk­ ar­nir fara at vinna valið í morgin við 92 tinglimum ímóti 83 til stjórnar­flokk­ar­ nar og teirra stuðuls­flokkar. Kanningin hjá Voxmeter víkir ikki nógv frá kann­ing­ unum, sum komu í gjár. Tá kom Megafon til ta niður­ støðu, at teir reyðu fara at fáa 52,1 prosent av atkvøðunum og teir borgarligu 47,9 pro­ sent. Í Fólkatinginum gav hend­an kanningin júst sama býti sum tann hjá Voxmeter, 92 - 83. Ein triðja kanning, sum Epin­ion gjørdi fyri danska kring­varpið í gjár, vísti næstan sama úrslit sum hin­ar báðar. Eftir henni fáa and­støðu­flokkarnir 91 ting­ lim­ir og stjór­na­r­flokk­ar­nir og teirra stuðlar 84. Munurin er heldur størri í einari kanning, sum Gallup gjørdi fyri Brlingske Tid­ ende. Har var úrslitið, at and­støðan fer at vinna við 93 tinglimum ímóti 82. Nógvir veljarar ivast Hóast veljarakanningarnar so­statt eru samdar og greið­ar, ávara serfrøðingar fólk ímóti at halda, at val­ ið er avgjørt. Teir vísa á, at sambært teimum sein­as­tu kanningunum hava meiri enn 20 prosent av veljar­ unum ikki gjørt av, hvønn tey fara at velja í morgin. Asger H. Nielsen, sum er stjóri í kann­ingar­fyritøkuni Mega­fon, sig­ur, at fyrr hevur tað ofta verið so, at undan val­degnum hava fólk tikið av­gerð um, hvønn blokk tey skulu velja, men ikki hvønn flokk. Hesaferð er øðrvísi, sig­ur hann, tí hesaferð vita mong framvegis ikki, um tey skulu velja tey bláu ella tey reyðu og tískil heldur ikki, hvør flokkur skal fáa krossin. -Nógvir veljarar ivast í, hvør er førur fyri at reka tann besta politikkin, og tað er týðiligt, at mong aftra seg ikki við at skifta blokk hesa­ ferð, segði Asger H. Nielsen við TV2 í gjár. Eftir hansara tykki eru tað so mong, sum fram­veg­is eru í iva, at tað ber ikki til at siga, um tað verður tann blái ella tann reyði blokk­ur­in, sum vinnur. Dýrur sigur Men veljarakanningarnar vísa eisini, at samstarvið mill­ um Sosialdemokratarnar og Sosial­ist­iska Fólkaflokkin fyri at røkka málinum hev­ ur ikki verið ókeypis. Halda kanningarnar, fáa Sosial­ demo­kratarnir góð 22 prosent av atkvøðunum, og so lítla undirtøku hevur flokk­urin ikki havt í meiri enn 100 ár. Eitt tílíkt úrslit fer at hava við sær, at flokkurin miss­ir seks av sínum 45 fólka­ting­sumboðum. SF bløðir eisini. Eftir teimum seinastu kann­ing­unum fær flokk­urin nið­an fyri 10 prosent av at­kvøðu­ num, og tað er mun­an­di minni, enn kann­ing­ar­nar undan valstríðnum góvu flokkinum. Eftir kann­ing­ un­um fær SF færri fólka­ tings­um­boð enn Radi­kali Vinstri, og tað kann sambært eygleiðarum fáa ávirkan á stevið í einari kom­andi samgongu. Sambært veljarakanningunum: Frú forsætisráðharri Tær seinastu veljarakanningarnar í Danmark eru samdar Andstøðan fer at vinna, og Danmark fær fyri fyrstu ferð eina kvinnu í forsætisráðharrastólin Tann stóri vinnarin á vali­ num fyrradagin var Høyre. Úrs­litið hjá flokkinum var tað besta síðani 1979, og flokk­ urin fekk ikki færri enn 734 kommunustýrislimir afturat, so hann nú hevur 2.338. Hevði valið mánadagin verið eitt stórtingsval, hevði Høyre fing­ið 19 tinglimir afturat teim­um 30, sum flokkurin nú hevur. Samstundis høvdu teir borgarligu fingið fleiri stór­tings­limir enn stjórn­ ar­sam­gongan, og hóast tað kann vera torført at fáa ta politisku kabalina í Noregi at ganga upp, hevði Høyre-formaðurin, Erna Sol­berg, uttan iva endað í leiðarasessinum í einari borgar­ligari stjórn. Hjá hinum stóra flokki­ num á tí borgarliga vong­i­ num var valið eitt stórt vón­ brot. Fram­burðs­flokk­ur­in misti 459 av teimum 1.596 kommunustýrislimunum. Hin stóri taparin var Sosialistiski Vinstra­flokk­ ur­in. Undan valinum mána­dagin var greitt, at SV fór at fáa ein framm­ an­á, og flokkurin misti 166 av teimum 527 komm­un­u­ stýrislimunum. Floks­for­ mað­ur­in, Kristin Halvorsen, boð­aði frá, at hon stillar ikki upp, tá formansval verður í flokki­num næstu ferð. Fleiri politisk­ir eygleiðarar vænta, at Siv Jensen fer eisini at u­m­hugsa sín formanssess í Fram­burðs­flokkinum. Ein á veg upp - tvær á veg niður Kommunuvalið í Noregi mánadagin var helst ein staðfesting av, Noreg skjótt fær eina kvinnu í stjórnarleiðarastarvið aftur Erna Solberg nærkast norska forsætis­ráð­harra­sessinum, meðan Siv Jensen og Kristin Halvor­sen eru viknaðar eftir valið mánadagin