mikudagur 14. september 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. september 2011 · Nr. 106
6
Sosialurin
Randi Jacobsen
Tað eru ikki so nógv ár síðan,
at bíðilisti var til allar barna
garðarnar og vøggustovurnar
í Tórshavnar kommunu, og
fleiri hundrað børn vóru í
dag røkt.
Men nú er støðan ein heilt
onnur.
- Barnatalið er lækkað
síðan 2006. Tað hækkaði
eitt sindur í 2009, men er
síðan lækkað meira. Tað er
ein avleiðing av kreppuni
í 90-árunum, sigur Katrin
Petersen, sum er leiðari á
barna- og ungdómsdeildini
hjá Tórshavnar kommunu.
Áður hevur vanligt, at í
Tórshavnar kommunu verða
fødd 25 børn um mánaðin.
Nú er talið niðri á 17,5.
- Vit vita ikki enn, hvussu
verður restina av árini, men
sum heild verða tað rættiliga
fá børn fødd í kommununi í
ár, sigur Katrin Petersen.
Fráflyting
Ein orsøk er, at barnafamiljur
eru fluttar av landinum,
og at aðrar barnafamiljur
ikki eru komnar heim aftur
eftir kreppuna. Tað kann
aftur koma av, at torført og
kostnaðarmikið er at fáa
nakað at búgva í í Havn.
Tað er eisini ein sann
roynd, at nógvar familjur
eru fluttar úr Havn, tí tað er
bíligari at fáa tak yvir høvdið
aðrastaðni í landinum.
Minakandi
barnatalið
hevur havt við sær, at ein
dagstovnur varð latin aftur,
Vípan á Kommansmýri til
30 børn. Nakað annað er, at
tvær stovur í Dagstovninum
í Hoyvík seinni eru fluttar
inn har, tí Dagstovnurin í
Hoyvík varð stongdur vegna
blámusopp.
Um talið av føddum børn
unum ikki veksur aftur, kann
tað fáa avleiðingar. Færri
hendur verða eitt nú í eldra
røktini, torførari verður at
manna lið í ítrótti o.a.
Eingin bíðilisti
Fyri summarferiuna vóru
2382 børn í skipanini. Nú
eru tey 2262. Tað er vanligt,
at færri børn eru í skipanini
eftir summarsteðgin, men
mundurin plagar ikki at vera
so stórur.
Barnatalið í ansingini er
minkað so nógv, at eina ferð
vóru fleiri hundrað børn í
dagrøktini í Havn. Nú eru tey
27, Kollafjørður íroknað.
- Nú er hvørki bíðilisti til
vøggustovu, barnagarð ella
dagrøkt, so familjurn, sum
flyta til Havnar, fáa børn síni
í ansing beinanvegin, sigur
Katrin Petersen.
Barnatalið í Havn
skramblar niður
Familjur, sum flyta til Havnar nú, fáa beinanvegin børnini ansað, tí bíðilisti er
eingin. Orsøkin er óivað, at ungar familjur flyta av landinum ella út á bygd, sigur
Katrin petersen, leiðari á barna- og ungdsómsdeildini hjá kommununi
Randi Jacobsen
Tá ið skúlarnir fara
í
summarfrí,
fer
barnaútvarpið hjá
k r i n g va r p i n u m
eisini í summarfrí.
Einastu barnasend
ingar
í
útvarpi
num
hava
verið
Sunnudagsløturnar
sunnumorgun.
Barnaútvarpið
plagar at byrja aftur,
tá ið børnini fara í
skúla eftir summar
frítíðina, men í ár
fekk barnaútvarpið
sær frí nakrar vikur
eyka.
- Barnaútvarpið
byrjar
aftur
við
vetrarskránni
19.
september,
sigur
Barbara Samuelsen,
leiðari á dokumentar
deildini.
Nýggjur
med
arbeiðari í barnaút
varpinum verður Jen
sina Olsen, sum fer
at senda tónleik og
annað, serliga ætlað
teimum smæstu.
Søgur verða til
tey eitt sindur størri
børnini, og ætlanin
er at gera sendingar
til
teir
ymisku
aldursbólkarnar
býtt út á árið.
Jensina
ger barna
sendingar
Barnaút
varpið
verður aftur
at hoyra í
næstu viku,
tá ið spildur
nýggjar
sendingar
hjá Jensinu
Olsen verða
at hoyra
Familjur, sum
flyta til Havnar,
kunnu nú
beinanvegin
fáa børnini í
kommunala
ansing
Jensina Olsen fer
nú at spíla seg út í
barnaútvarpinum
Randi Jacobsen
Bæði á Sandi og í Skopun
rista tey í brókunum, um
tað skuldi hent, at fleiri fólk
doyggja í næstu.
Í Skopun er støðan tann,
at bara nøkur heilt fá leiði
eru eftir. Einki dupultleiði
er tókt.
Kirkjugarðurin var næst
an fullur, áðrenn kommunu
stýrið tók málið upp.
Orsakað av jarðarstríðið
valdi
kommunustýrið
at
velta eitt lítið økið oman fyri
fyrsta kirkjugarðin, men tað
arbeiðið er mestsum steðgað,
tí kommunan eigur ongan
pening. Ein petti av garði er
stoypt upp í gamla laðaða
garðin, og fólk eru bilsin um,
at friðingarmyndugleikarnir
ikki hava talað at.
Á Sandi er støðan eitt
sindur øðrvísi. Kommunan
gjørdi ein stóran kirkjugarð.
Har vórðu fornminni funnin,
fornfrøðingarnir
fóru
til
verka, og so hvørt um teir
kundu frígeva ein part, kundi
gravast í tí.
Seinni eru so áhugaverd
fornminni funnin, at tosað
verður um at friðað alt økið.
Tann spurningurin er ikki
avgreiddur enn.
Brandur Sandoy, borgar
stjóri á Sandi sigur, at verður
kirkjurgarðurin friðaður, má
landið útvega kommununi
nýtt øki. Meira vil Brandur
Sandoy ikki siga, men visir
til
Mentamálaráðið.
Tað
hevur ikki eydnast at fáa orð
á viðkomandi fulltrúa.
- Verður kirkjugarðurin
á Sandi friðaður, er støðan
álvarslig, sigur Jákup Reinert
Hansen,
sóknarprestur
á
Sandi.
Hann heldur tað hava
skund, at kirkjugarðsmálini
í báðum bygdum verða loyst
sum skjótast, so viðurskiftini
aftur verða sømilig.
Í hinum bygdunum í oynni
er eingin neyð. Í Húsavík
eru tey í góðari tíð farin at
savna grót til at byggja upp
í krikjugarðin við.
Kirkjugarðarnir í Skopun
og á Sandi fullir
Skopunar kommuna var ov sein á sjóvarfallinum at gera nýggjan kirkjugarð,
og Sands kommuna hevur rent seg í ein møguliga friðingarforðing