fríggjadagur 16. september 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. september 2011 · Nr. 107
vikuskiftisblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fólkatingsvalið í gjár var
ein katastrofa fyri for
mann Fólkafloksins, Jørg
en Niclasen. Tað kunnu
sjálvandi vera fleiri mein
ingar um, hví ein floksfor
maður fær eitt so vánaligt
val í einum flokki, sum
kortini hevur eitt gott val
– umstøðurnar havdar í
huga.
Men Jørgen Niclasen
hevur tikið nakrar ikki
serliga skilagóðar polit
iskar avgerðir:
Hann legði brádliga frá
sær sum uttanríkisráð
harri 19. januar ár. Hann
gav
Jacob
Vestergaard
uppgávuna at vera utt
anríkisráðharri umframt.
Hann hevði onga góða
grundgeving fyri síni av
gerð.
Síðani gjørdi hann av í
apríl at taka Fólkaflokkin
úr
samgonguni.
Ein
avgerð, sum eftir øllum at
døma sendir Fólkaflokkin
á eina oyðimarkarferð. Ein
avgerð, sum førir við sær,
at Fólkaflokkurin missir
fótafestið – hesin flokk
urin, sum síðani 1975 hev
ur sitið í landsstýrinum í
nærum 30 ár.
Jóannes
Eidesgaard
tók eina slíka avgerð fyri
Javnaðarflokkin í 1996,
sum førdi til átta ár í pol
itiskum myrkri.
Tann triði bummarin
hjá Jørgen Niclasen var at
planta søgur um Uttanrík
isráðið á Vágaportalin. Tað
er einki dulsmál, at Jørgen
Niclasen og Ólavur í Beiti
eru sera tætt knýttir. Síð
ani stríðið um aðalstjóran
er Herluf Sigvaldson vavd
ur upp í hetta harkaliðið í
Sørvági.
Men bummarin hjá
Jørgen
Niclasen
var
kortini tann, at allar hes
ar søgur um skilaloysi í
Uttanríkisráðnum,
sum
eitt nú førdi við sær, at
ein tilvildarligur deildars
tjóri kundi fara út í býin
og brenna eina heila mill
ión av – bara fyri at brúka
pengarnar – eru grund
aðar á, at einki skil hevur
verið í leiðsluni í Uttan
ríkisráðnum, sum Jørgen
Niclasen
sjálvur
hevði
ábrygdina av.
Hetta vísir ein leiðara,
sum ikki er mentur at
leiða.
Veljarar hjá Fólkaflokk
inum halda heldur ikki, at
Jørgen Niclasen er mentur
at leiða Fólkaflokkin. Tað
vístu teir við at kveistra
hann niður á fjórða pláss,
meðan Annika Olsen varð
hevjað upp í allar fremstu
røð.
Fólkatingsvalið í gjár var sera týðu
ligt: Høgni Hoydal varð vigaður og
funnin ov lættur, og Tjóðveldi varð
valt frá.
Sambandsflokkurin fekk eitt
sera gott val, og fólkið flutti seg við
risalopum frá fullveldispolitikk
inum, sum Tjóðveldisflokkurin –
stuðlaður av Fólkaflokkinum, Sjálv
stýrisflokkinum og Miðflokkinum
– setti á dagsskránna í 1998.
Fólkatingsvalið var eisini ein
uppgerð millum stjórnarskipan
arpolitikkin hjá Høgna Hoydal og
stórum pørtum av løgtinginum, ikki
minst tí, sum Sjúrður Skaale hevur
víst á seinastu mánaðirnar, sum eis
ini var orsøkin til, at hann saðlaði
um, vendi Tjóðveldinum bakið og
fór upp í Javnaðarflokkin.
Soleiðis er fólkatingsvalið eisini
søguligt. Vit skulu heili 30 ár aftur í
tíðina – heilt aftur til fólkatingsvalið
í 1981 – fyri at finna seinasta valið,
har eitt sambandsumboð og eitt
javnaðarumboð varð valt á fólka
ting. Tað var tá sambandsstjørnan
æt Pauli Ellefsen og tjóðveldis
stjørnan æt Erlendur Patursson.
Sæð við tjóðveldisbrillum, so eru
vit bumbað ein heilan mansaldur
aftur í tíðina.
Veruleikin er kortini ikki so
einfaldur, at alt sum Tjóðveldi –
og fyrrverandi fullveldisvongur
in – hevur staðið fyri, er kveistrað
til viks. Tvørturímóti hava flestu
flokkar tikið partar av tí konsens
uspolitikki, sum er sprottin úr hes
um arbeiðið til sín, meðan Tjóðveldi
hevur staðið fast við, at einki ber til
uttan loysingin – at vit fáa fult tjóð
arfrælsi, fullveldi.
Konfrontatiónsleiðin hjá Tjóð
veldinum er vrakað av fólkinum.
Veruleikin er ikki svart/hvítur, men
rættiliga nuanseraður.
Eingin tosar tó um at fara aftur
í tíðina, at hækka blokkin og so
leiðis binda okkum tættari at Dan
mark, tó at argumentatiónin hjá
Sambandsflokkinum viðhvørt ber
á tað borðið. Vit skulu hava í huga,
at sjálvt Sambandsflokkurin ikki í
álvara tosar um at hækka blokkin
aftur til tað, hann var, men heldur
tosar um at tiðna blokkstuðulin
uppaftur. Hóast hetta kann tykjast
sum bakvendur politikkur, so hev
ur Sambandsflokkurin eitt poeng í
hesum. Og tað er, at fastfrystingin
er ein føroysk avgerð – og at »tiðn
ingin« eisini verður ein føroysk av
gerð, tí vit hava rætt til hesar peng
ar, men vilja ikki hava teir. Hetta
snýr seg um prístalsviðgerðina av
blokkinum. Við at lata hann standa
í stað, so minkar hann – og sum frá
líður burtur í einki.
Tað sum stendur rimmarfast
eftir fólkatingsvalið er, at vit skulu
ganga ta hóligu leiðina í stjórnar
málinum. Tí eigur Tjóðveldi at taka
í egnan barm nú og vísa, at flokk
urin er ein pragmatiskur flokkur,
sum vil finna loysnir heldur enn
konfrontatión.
Tað eru 30 ár síðani B og C
vóru á danatingi saman
Tað var eftir øllum at døma ein
klók avgerð hjá Javnaðarflokki
num at hugsa nýtt, tá flokkurin
stillaði upp til Fólkatingsvalið.
Vit skrivaðu á hesum stað, at
einasta vón hjá Javnaðarflokk
inum og Fólkaflokkinum at
vinna sessirnar á Fólkatingi frá
Sambandinum og Tjóðveldinum
var at stilla Jóannes Eidesgaard
og Anfinn Kallsberg upp.
Men tað vísti seg als ikki at
verða neyðugt. Og tað hevði
kanska givið øvugta effekt, um í
øllum førum Javnaðarflokkurin
gjørdi tað.
Flokkurin
og
fyrrverandi
floksformaðurin
hava
gjørt
av, at Jóannes Eidesgaard ikki
skuldi stilla uppaftur. Nú skuldi
nýggi formaðurin »koyra« flokk
in. At hann so fekk sera góða
hjálp frá Sjúrði Skaale, tað var
kanska tilvildarligt hepni. Men
signalvirðið hevði ikki verið tað
sama. Nú skuldu nýggju fólkini
standa á egnum beinum – og tað
eydnaðist.
Gekk uttan Eidesgaard
Fólkið vrakaði fullveldi
Tríggir bummarar hjá
Jørgen Niclasen
Løn og
revsing
Bogi Andreasen
kjak á síðu 14
Fram
søkið uni
versitet
Jógvan arge
kjak á síðu 15
Fólkatingsumboð síðani 1948
A. Thorstein Petersen
1943-1950
C. Petur M. Dam
1948-1957 og 1964-1966
B. Johan Poulsen
1950-1964
A. Hákun Djurhuus
1957-60 og 1968-73
C. Johan Nielsen
1960-64* og 1966*-79
A. Poul Adrian Andreasen
1964-1968
E. Ellintur Patursson
1973-1977
B. Pauli Ellefsen
1977-87 og 88-90
C. Jákup Lindenskov
1979-84 og 1987-88* og 1990-93*
B. Johannes M. Olsen
1981-1985* og 1994-1998*
A. Óli Breckmann
1984-2001
C. Atli Dam
1987-1988 og 90-1994
B. Edmund Joensen
1994-98 og 07-
C. Jóannes Eidesgaard
1998-2001
E. Høgni Hoydal
2001-2011
B. Lisbeth Petersen
2001-2005
A. Anfinn Kallsberg
2005-2007
E. Tórbjørn Jacobsen
2001-2004*
E. Sjúrður Skaale
2008*
C. Sjúrður Skaale
2011
E. Annita á Fríðriksmørk
2008* * varamaður