fríggjadagur 16. september 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. september 2011 · Nr. 107
10
Sosialurin
Randi Jacobsen
Arbeiðarafeløgini vóru alt
annað enn fegin, tá ið Vinnu
málaráðið fyrr í ár valdi at
leggja Heilsufrøðiligu Starvs
stovuna og Arbeiðseftirlitið
saman. Tey bóru ótta fyri,
at uppgávurnar hjá arbeiðs
eftirlitinum fóru at verða
raðfestar lægri, og at hetta
kom at hava við sær minni
eftirlit við vandamiklum ar
beiði.
Tey komu eftir, at saman
leggingin var illa fyrireikað,
og tað sama segði Bárður
Enni stjóri á Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni.
Stovnarnir
hóskaðu ikki saman, og einki
var at spara við at leggja
saman.
– Feløgini fingu rætt.
Vit eru komin eftir, at talið
av starvsfólkum á arbeiðs
eftirlitinum er minkað út
12 niður í fýra fimm, og tey
gera bara bráðfeingis arbeiði.
Alt annað liggur í misrøkt,
sigur Sonja Jógvansdóttir,
samskipari í Samtak.
Áður er sagt, at skuldi
arbeiðseftirlitið røkt allar
sinar skyldur, hevði tað 24
fólk í fullum starvi.
Arbeiðseftirlitið
vitjar
ikki
virkir
longur,
eingi
skeið verða hildin, eitt nú
trygdarskeið, og einki eftirlit
er við, um arbeiðspláss hava
góðkendar trygdarskipanir.
Eingin er at røkja kunn
gerðir um til dømis damp
ketlar og nýtslu, flytbar
trýstíløt, frysti- og kuldaút
gerð, asbest, evni og tilfar,
fyribyrging móti krabba
meinsvanda og trygdartiltøk
við nýtslu av geiðslavirknum
evnum.
Trygdin í vanda
– Hetta eru stórar uppgávur,
sum ikki vera loystar í løt
uni, og tað er einki, sum
bendir á, at vend kemur í
í bræði. Trygdin á arbeiðs
marknaðinum verður tí stig
víst verri og verri og kann
enda við óneyðugum arbeiðs
vanlukkum og vinnusjúkum.
Arbeiðseftirlitið eigur m.a.
at fyribyrgja arbeiðsvan
lukkum og vinnusjúkum,
men hevur als ikki orku at
útinna
málsetningarnar,
sum staðsettir eru í lógum,
kunngerðum og fyriskip
anum, sigur Sonja Jógvans
dóttir.
Hon heldur, at í staðin
fyri at niðurlaga virksemi
átti Arbeiðseftirlitið at verið
styrkt, so at tað kann menna
føroyska arbeiðsmarknaðin í
2011 og framyvir.
Sonja Jógvansdóttir veit,
at ætlanin er at avtaka allar
kunngerðir og fyriskipanir
frá fyri 2000, og at øki skulu
privatiserast.
Einki verður gjørt við
skaðafráboðanir, tí eingin
arbeiðsorka er, og hagtals
virksemið verður einki gjørt
við.
– Tað er so álvarsligt, at
einki eftirlit er við stórum
maskinum, tí vandi er altíð
fyri arbeiðsólukkum, og vit
vita eisini, at talið av stress
íkomnum sjúkum er bólnað
upp, sigur Sonja Jógvans
dóttir.
Arbeiðarafeløgini í Sam
tak vóna, at umboð fyri øll
fakfeløg á landi møta fyri
at umrøða støðuna á Ar
beiðseftirlitinum, og hvussu
trupulleikarnir kunna loys
ast.
Fundurin um Arbeiðs
eftirlitið verður týsdagin
20. september kl. 15 í hølum
Føroya
Arbeiðarafelags
í
Tjarnardeild 5.
Arbeiðseftirlitið
í spønum
Síðan Arbeiðseftirlitið varð lagt undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, hevur
at kalla einki arbeiðseftirlit verið, siga arbeiðarafeløgini í Samtak, sum
nú kalla øll fakfeløg í landinum til fundar at tosa um støðuna
Arbeiðseftirlitið er í fillum, siga arbeiðarafeløgini
Savnsmynd
Íslendingar
umhugsa al
ment oljufelag
Tann 3. oktober fara
íslendingar aftur at
bjóða oljufeløgum at
leita eftir olju og gassi
á Drekaleiðini.
Seinast var áhugin
sera lítil, men eftir at
Altingið fyri stuttum
gjørdi tað heldur meiri
einfalt hjá feløgum at
taka lut í leiting og
framleiðslu, eru vónir
um, at heldur fleiri
umsóknir fara at koma
hesaferð.
Spurningurin
er,
um eitt alment ís
lendskt felag fer at
liggja framvið. Í hvussu
er er ídnaðarmálaráðið
í Reykjavík í ferð við
at kanna, um tað al
menna skal stovna eitt
ríkisoljufelag.
Ráðið hevur havt
samband
við
fleiri
partar fyri at kanna,
hvat er rætt at gera,
men endalig avgerð
er ikki tikin, sigur ís
lendska útvarpið frá
embætisfólki í ídnað
armálaráðnum.
Sum
skilst
er
norska felagið Petoro
ein fyrimynd, sum ís
lendingar hyggja eftir.
Kann økja um
áhugan
Altjóða
ráðgevara
fyritøkan Pricewater
houseCoopers hevur
kannað,
hvat
skal
til fyri at stovna eitt
tílíkt alment oljufelag,
og sambært keldum í
Reykjavík heldur fyri
tøkan huskotið um
eitt ríkisoljufelag vera
gott.
– Tað er ikki neyð
ugt at uppfinna hjólið
av nýggjum í hesum
føri. Slík feløg hava
roynst væl í lond
um, sum vit plaga
at
samanbera
okk
um við, sigur Hall
dór Þorkelsson hjá
Pricewaterhouse
Coopers við íslendska
útvarpið.
Hann heldur, at
eitt alment felag hevði
økt áhugan fyri tí
íslendska økinum.
Ídnaðarmálaráðið
sigur, at hóast hug
skotið um eitt alment
oljufelag ikki verður
framt í verki, fer tað
almenna at fáa ágóða
av Drekaleiðini, um
oilja ella gass verður
funnið har, tí lógin
tryggjar tí almenna
millum annað skatta
inntøkur
og
fram
leiðslugjald.
oljan.fo/Jan Müller