Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-16, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. september 2011síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. september 2011 · Nr. 107 28 Sosialurin Fólkating 2011 Vinnar tapar Fólkatingsval Helle Thorning Schmidt vann forsetasessin, men tapti valið. Øvugt var við Lars Løkke Rasmussen, sum ikki megnaði at vinna forsetasessin, men hinvegin vann sjálvt valið við at gera Venstre til størsta flokkin – enn tá tryggja honum framgongd Rólant Waag Dam, Danmark Talan gjørdist um eitt søgu­ ligt val í gjár. Eitt søguligt val upp á so mangar mátar. Danmark hevur fingið fyrsta kvinnuliga for­sætis­ ráð­harran nakrantíð, og SF er vorðin stjórnarflokkur fyri fyrstu ferð síðani flokk­ urin varð stovnaður í 1959. Í so máta er talan um eitt veldugt val hjá Social­demo­ kratunum og SF. Teir fingu júst tað, flokkarnir droymdu um. Stóru reyðu tapararnir Kortini gekk tað absolutt ikki soleiðis, sum Helle Thorning Schmidt og Villy Søvndal, formenn hjá Social­demo­kratunum og SF, høvdu vónað. Hóast nýggj­ur forsætisráðharri má Helle Thorning Schmidt ásanna, at flokkurin, hon hev­ur leitt og stýrt undir val­inum hevði eitt søguliga ringt val. Í roynd og veru skulu vit 108 ár aftur í tíðina, fyri at finna eitt verri úrslit hjá Socialdemokratunum, sum nú er leiðandi stjórnar­ flokkur. 24,9 prosent av at­ kvøð­unum fekk flokkurin og so ringur hevur stand­ urin ikki verið síðani 1903. Anker Jørgensen er 89 ára gamal. Hann er fyrr­ver­andi formaður hjá Social­demo­ kratunum og fyrrverandi forsætisráðharri í Dan­ mark. Anker Jørgensen var við at fagna Helle Thorning Schmidt og stjórnar­skift­ inum í gjár. Men alla ta tíð, hann hevur livað, hava Social­demokratarnir verið størri enn teir eru júst nú. Soleiðis sær veruleikin út, um vit einans hyggja eftir tølunum. Sami beiski veru­leiki er galdandi hjá SF, hinum stóra reyða flokk­ inum í Danmark. Flokkurin hevur tapt sjey tingsessir samanborið við seinasta fólkatingsval. SF hevur 16 tinglimir í nýggju donsku stjórnini – ein færri enn Radikale Venstre, sum fóru frá átta tinglimum upp í 17. Eitt fantastiskt val hjá teim­ um, sum sanniliga eisini broytir valdsjavnvágina í nýggju donsku stjórnini. SF er nevniliga ikki størsti reyði flokkurin eftir Social­demokratarnar, sum tey flestu annars rokn­aðu við. Av tí sama kann flokk­ urin heldur ikki krevja eins nógvar tungar ráðharra­sess­ ir, sum spátt var, at SF fór at fáa. Bakka vit eitt ár aftur í tíðina og samanbera úrs­ litið frá í gjár við veljara­ kann­ingar tá, so er talan Leo Poulsen Sjálvt um perónsíðkan ikki er gott latín hjá Enheds­listen, mundi fagn­að­urin ongan enda taka, tá Johanne Schmidth-Nielsen trein á tal­ara­stólin í Pumpe­ huset í nátt. Hon varð útrópt sum ein valdrottningunum og fekk eina móttøku, sum var einari slíkari verd. Fólk vóru spent upp á taluna, og Johane Schmidt-Nielsen svíkti ikki. Í dag hava vit sagt far­væl til tíggju ár við borgarligari stjórn, legði hon fyri, og rómurin mundi ongan enda tikið tá hon helt fram: Og farvæl við tíggju árum við Pia Kjærsgaard. Hóast Enhedslisten hevur fingið sítt besta val nakrantíð, mugu vit minnast til, hvat valið veruliga snýr seg um, segði Johanne Schmidt- Nielsen. Tað ræður ikki um at vinna fyri at vinna. Hetta er eitt valstríð fyri lívið hjá menniskjum – veruligum menniskjum, segði hon. Hvønn dag, hvønn tíma, hvørt minutt fara vit at stríðast fyri, at nýggi meirilutin í Dan­ mark verður hálaður til vinstru, segði Johanne Schmidt-Nielsen. Áðrenn hon fór á talara­stólin, vórðu val­ úrs­litini í Keypmanna­ havn lisin upp. leo@sosialurin.fo Enhedslisten hevur ongan formann, men einki er at ivast í, at Johanne Schmidt er ókrýnda drottningin hjá flokkinum Farvæl Pia K Enhedslisten við Johanne Schmidth-Nielsen á odda fekk eitt kanonval og fór átta mandatir fram