Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-16, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. september 2011síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Fríggjadagur 16. september 2011 · Nr. 107 Sosialurin Kjak Mai Laksáfoss Simonsen forkvinna, Heim og Skúli Tað fangaði mín áhuga, tá eg hoyrdi Kára á Rógvi seta fram uppskot um, at fáa fleiri fakbólkar inn í fólkaskúlan. Á ráðstevnu um skúlabyrjan í 2009, setti Helena Dam á Neystabø áleið sama uppskot fram. Í TALIS álitinum var eisini sett fram tilmæli, um at lata upp fyri fleiri fakbólkum í fólkaskúlanum. Formaðurin í Føroya Lærarafelag sigur seg vera hart ímóti hesum uppskoti. Kortini hoyra vit javnan frá lærarum, at fleiri og fleri uppgávur koma inn í skúlan, og at teir kenna seg ofta illa ílætnar til at loysa hesar uppgávur. Tað er til dømis uppgávur við børnum við serligum tørvi, foreldrasamstarv og leiðslu og samskipanar- og toymisuppgávur. Tørvur er á einum almenn­ um kjaki um fólka­skúlan, har fleiri ymisk sjónar­horn verða lýst. Hetta vil betra vitan og grundarlag fyri avgerðum í viðkoma fólkaskúlanum. Tí vil eg sum formaður í Heim og Skúla gera mítt íkast við hesum viðmerkingum um fólkaskúlan. Hvar vera avgerðinar tiknar? Hvør hevur ábyrdina av skúla­ num? Hvør er tað, sum eigur skúlan? Hvør hevur ávirk­an á tað, sum skúlin skal fevna um? Hesir spurnigar eru átroðkandi at svara! Tjakið um fólkaskúlan hev­ ur koyrt í ring sein­astu nógvu árini. Øll skipan­in rundan um - og í fólka­skúlan­um, er alt ov ógjøgnumskygd. Tjak­ast verður í nógvum krók­um, men ringt er at siga hvør skal gera hvat. Í veru­­­leik­­anum er hetta ein demo­­krat­iskur trupulleiki, har vit, sum skatt­gjaldarar og brúkarar av fólka­skúlanum, standa maktarsleys. Evsta ábyrdin fyri fólka­skúlanum, eigur at vera greitt plaserað hjá ein­um almenn­um myndug­­leika. Skip­ anin eigur at vera gjøgnum­­­ skygd, so­leiðis at tá vit sýggja neyðug­ar broyt­­ingar, so eigur eingin ivi at vera um, hvør hevur myndug­leik­an til at føra hesar út í lívið. Tað er neyðugt við einum skúlareformi nú. Hesin eigur ikki bara at fevna um at leggja skúlar saman, sum upp­ skot hevur verið frammi um, men eigur serliga at fevna um at fá fleiri fakbólkar inn í fólkaskúlanum. Monopol er í fólkaskúlanum Nógvir av trupulleikunum, sum vit síggja í fólkaskúla­ num, eru symptom upp á nógv meira grundleggjandi trupul­leikar. Ein grund­leggj­ adi trupul­leiki er mono­pol­ støðan hjá lærarunum, sum er lógar­fest sambart § 35 í Fólka­skúla­lógini. Í ástøði um arbeiðs­marknaðar­viður­­­skifti er alkent, at ein mono­pol­­­støða ikki fremur opti­mala javn­vág á einum arbeiðsmarknaði. Harafturat kemur ein sera stirvin lønarskipan, sum ikki loyvir eyka løn í sambandi við t.d førleikamenning. Í TALIS kanningini svara 72% av lærarunum, at teir einki lønarískoyti hava fingið í sam­bandi við yrkisliga førleika­menning. Hesi viðurskifti ganga út yvir dygdina í skúlaarbeiði­ num, tí tey fremja ikki eyka avrik, menning og nýhugsan hjá lærarunum. Tá ið talan er um fólkaskúlan, so fær hetta tó ongar avleiðingar av tí at arbeiðsgevarin hevur einki alternativ, og tí at foreldrini hava í flestu førum heldur einki alternativ. Tað vil siga, at vit hava eina støðu við dupultum monopoli, og er hetta ein grund­leggjandi trupulleiki í føroyska fólkaskúlanum. Hettar stendur í djúpari kontrast til Visión 2015 , har tað stendur at: “Yvirskipaða málið er, at fólkaskúlin verður skipaður sum eitt liðiligt og fjøltáttað læri-, menningar- og undir­vísingar­umhvørvi.” og “Menningarætlanir skulu tryggja, at skúlin er dyna­m­ iskur og í fremstu røð.“ Fleiri yrkisbólkar í fólkaskúlan Ein gongd leið burtur úr hes­­um vans­um hevði verið at framt broyt­ingar í fólka­ skúla­­lóg­ini, so­leiðis at ”arbeiðs­­­­markn­­að­urin fólka­ skúl­­in” verður opin fyri fleiri yrkisbólkum. Vit kunnu t.d. fáa góðar skúlaleiðarar, sum hava aðra útbúgving enn frá lærara­ skúla. Vit hava brúk fyri námsfrøðingum at arbeiða í grunddeildini og í for­skúl­ anum. Eisini vantar okkum førleikar innan náttúru­ vísindi og gransking sum heild í fólkaskúlanum. Ein stórur trupulleiki er ófriður í tímunum. Hesin trupul­ leiki kemur ofta av, at næm­ ingur við serligum tørvi ella atferðartrupulleika ikki fær neyð­ugu hjálpina. Her kundi t.d. ein ergo­terapeutur komið inn við júst røttu førleikunum at loyst trupulleikan. Ein maskin­­­meistari við roynd­ um í fiskivinnuni, kundi givið virðis­mikið íkast í fólka­ skúlan, bæði við faglig­um førleik­um í alisfrøði og stødd­ frøði og ikki minni við sínum vinnu­lívs­royndum. Ein hand­ arbeiðslær­ari við roynd­um í klædna­vinnuni kundi á sama hátt givið virðismikið íkast í fólkaskúlan. Fakliga støðið hevði kunna verði betra í mun til verandi skipan, tí í dag hendir meira enn so, at ein lærari t.d. undirvísir í týskum, hóast hesin ikki hevur havt týskt, síðani hann gekk í 10. sjálvur. Eisini er heilt vanligt, at ein ófaklærdur er stuðul hjá barni, sum hevur serligan tørv. Gransking vísir eisini, at undirvísing, sum er við­ komandi og gevur meining, og undirvísing, sum fær næmingin at kenna seg sum ein virknan og virðismiklan part av samfelagnum, gevur best úrslit. Nøgdsemið verður eisini munandi betri, um øll sleppa at gera tað, sum tey duga best. Menning og viðurkenning Í londunum kring okkum hava myndug­leikarnir longu broytt lógar­verkið, so at henda mono­polstøðan á arbeiðs­­marknaðinum á fólka­­­­­ skúla­­­øki­num ikki er so sterk, og har loyvt verður øðrum yrkis­­bólk­um at virka. Har er møguleiki hjá t.d. einum maskin­­­meistara at taka náms­­­ frøði­ligu fakini og síðani verða settur í fast starv í fólka­­ skúlanum. Sum hægsti myndugleiki hevur Mentamálaráðið ábyrgd vegna borgararnar at skipa soleiðis fyri, at vit fáa ein fólkaskúla við dygd í undirvísingini. Vit meta, at fólkaskúlin skal vera eitt dynamiskt opið umhvørvið, har førleikarnir verða gagn­ nýttir, og við menning og viður­kenning av eyka avriki hjá starvs­fólk­unum, og har lærarar­nir sleppa at gera tað, sum teir brenna fyri. Í roynd og veru hava skúla­leiðararnir í dag sera avmarkaðar virkis­møgu­leik­ ar. Teir eru bundnir av fryml­ um og brøkum. Teir fáa eina játtan frá Menta­mála­ráðn­ um, hana seta teir inn í eina tabel, og so er fíggjar­ætlanin fyri næsta ár so at siga liðug. Hetta má broytast. Lisa og Hanus? Fólkaskúlin koyrir í ring í einari lokaðari skipan – mill­ um Menta­málaráðið/Komm­ ununa, Lønar­­deild­ina, Lær­ ara­­felagið, Skúla­leiðsl­­una og aftur til Menta­mála­ráð­ ið – ring­rásin heldur fram. Nýggj vitan verður ikki tikin inn í lokaðu skipanina, og tí er ikki møguligt at læra av roynd­­unum og fremja neyð­ugu broyt­ingarnar. Í meðan ganga Lisa og Hanus í 5.b, og fáa ikki nóg góða skúlagongd. Broyt §35 í Fólkaskúla­lóg­­ini, og lat upp fyri fleiri yrkis­bólk­­ um í fólkaskúlanum. Skipa lønarviðurskiftini í fólka­­­­­­skúla­ num ørvísi. Lat skúla­­­­leið­­­ar­an fáa fleiri møgul­leikar fyri at skipa ein­staka skúl­an so­leiðis, at teir førleik­ar og møgul­­leik­­ ar, sum eru á skúla­­num, verða gagn­nýttir best. Síðst, men ikki minst, eiga vit foreldur at taka ábyrd av skúlagongdini hjá børn­­ unum. At vísa okkara áhuga í børnunum og teirra skúla­ gongd, og eisini at fara inn í eitt jaligt samstarv við skúlan og lærararnar. Hetta er eitt stórt evni í sær sjálvum, so tað má bíða til næstu ferð. Dynamiskur fólkaskúli í fremstu røð