mánadagur 19. september 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. september 2011 · Nr. 108
mánadagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Í grein í blaðnum í dag við
ger Bjarni Djurholm, løg
tingsmaður, fólkatingsvalið.
Hann vísir á sensatiónina,
sum mundi hent við tað, at
Annika Olsen var um repp
ið at verða vald í Fólkating
ið. Hann brikslar miðlunum
og viðmerkjarum, sum hava
skírt Fólkaflokkin ikki at
vera til reiðar til Fólkatings
valið og kemur til ta niður
støðu, at Fólkaflokkurin aft
ur gjørdi øllum til skammar.
Síðani vísir hann á sensa
tiónina í Fólkaflokkinum,
Anniku Olsen.
Men úrslitið var altso
soleiðis, at Fólkaflokkurin
gjørdist fjórðstørstur ella
fjórðminstur. Tríggir flokk
ar eru størri og tríggir eru
minni.
Men sensatiónin Annika
Olsen er ikki farin aftur
við borðinum í miðlunum
– heldur ikki áðrenn valið.
Gitt hevur verið, at annað
hvørt hon ella Jacob Vester
gaard fóru at liggja í front,
og nógv hevur verið tosað
um formansvalið komandi
hjá Fólkaflokkinum.
Og tað er ikki av ongum, at
miðlarnir hava slíkan áhuga
fyri hesum formansvali. Tí
tað eru nógv ár síðani, at so
stórir spurningar hava ver
ið settir við leiðslu floksins
og við ymsar avgerðir, sum
flokkurin hevur tikið.
Um valúrslitini hjá Fólk
aflokkinum verða nærlisin,
so sæst eitt nú, at flokkinum
tørvaði 396 atkvøður at vinna
seg fram um bæði Tjóðveldi
og Javnaðarflokkin. Hyggja
vit so at persónliga úrsliti
num hjá formanninum, so
fór hann úr 959 persónligum
atkvøðum í 2007 niður á 343
atkvøður hesaferð. Hetta er
ein munur upp á 616 atkvøð
ur. Hevði Jørgen Niclasen
hildið fast um sínar atkvøð
ur, so hevði flokkurin verið
næststørstur og hevði havt
annað umboðið á danatingi
– sum kundi neutraliserað ta
reyðu yvirvágina, sum norð
uratlantisku umboðini nú
hava.
Tí hevur formansvalið í
Fólkaflokkinum
framvegis
stóran áhuga.
Føroyska samfelagið hevur ymsar
álvarsamar trupulleikar at drag
ast við. Ein tann størsti vandin er
fólkafráflytingin – ella tann trupul
leiki, at fólk, sum fara uttanlands í
lestrarørindum, ikki flyta heimaft
ur. Hetta er ein stór avbjóðing, sum
okkara kosnu fólk ikki taka í nóg
stórum álvara.
Seinastu dagarnar hevur verið
tosað um føroyskar elektrikarar
í hópatali, sum hava leitað sær til
Noregs at arbeiða, har lønarviður
skiftini eru munandi betur – serliga
tí, at skatturin er so lágur.
Hetta er vandamikil gongd. Tí
leita fleiri fólk sær uttanlands, so
verða færri krónur í okkara egna
skattakassa. Og tað er einki duls
mál, at skattatrýstið er høgt, ov
høgt, og at ein stórur trupulleiki er
tann sera høgi marginalskatturin.
Hetta forðar búskaparvøkstri og
hevur við sær, at dugnalig starvs
fólk og onnur ikki vilja búseta seg
í Føroyum.
Fyrr í summar boðaði Føroya
Arbeiðsgevarafelag frá, at margin
alskatturin í Føroyum er so høgur,
at arbeiðsgevarar hava trupult við
at fáa fólk til arbeiðis. Løntakarar
vilja ikki arbeiða meira enn neyð
ugt, tí ov nógvur skattur fer av inn
tøkuni.
Hetta er sjálvandi ein álvarslig
avbjóðing fyri føroyska vinnulívið,
sum bløðir undir høga skattinum.
Samanborið við onnur lond hava
føroyingar
hægsta
skattatrýst
á lønarinntøku yvirhøvur. Og tá
skattaprosentið í Føroyum er – og
hægri enn í bæði Danmark, Íslandi
og Noregi, so eiga onkrar ávaringar
lampur at blunka.
Í valstríðnum, sum júst hevur
verið, hava ikki nógv boð verið upp
á hendan trupulleikan. Vónandi
kemur hetta betur fram í valstríð
num komandi. Nógv hevur verið
tosað um sjálvberandi búskap sein
astu 13 árini, og meiriluti av løgting
inum hevur samtykt at minka um
blokkstuðulin og at fastfrysta tann
partin, sum eftir er.
Tað er alt í lagi við tí, at politik
arar hava stórar ætlanin og stór
ar vónir – og stórar illusiónir um,
hvussu búskaparvøkstur skal kom
pensera hesar pengar, sum vit ikki
longur hava. Men úrslitið talar ikki
fyri, at hesi fólkini heilt hava grein
í sínum máli. Tað er ikki gott nokk,
at okkara fólkavaldu skerja eina
slíka veiting – og í álvara tosa um,
at Føroya fólk fer at arbeiða meira,
at kýta seg meira.
Nýggi meirilutin í Danmark vil
hava fólk at arbeiða ein tíma eyka
um vikuna til tess at fremja búskap
arvøksturin. Í Føroyum brandskatta
vit tey, sum vilja arbeiða meira. Og
Javnaðarflokkurin vil eisini skatta
illa sperdu vinnuna enn meira.
Tað skurrar. Ein nýggj samgonga
eigur tí at umhugsa skattapolitikk
in fullkomiliga av nýggjum, uttan
at lata tjóðskaparligar fordómar
koyra hann av sporinum.
Vónandi gevur komandi
valstríð greiðari svar
Í dag fyllir Edmund Joen
sen, afturvaldi fólkatings
maðurin hjá Sambands
flokkinum 67 ár. Tað vil
siga, at samstundis sum
hann kann síggja fram til
enn fýra ár á fólkatingi, so
verður hann samstundis
fólkapensjónistur.
Edmund Joensen hevur
drúgvar politiskar royndir.
Hann varð fyrstu ferð valdur
á ting í 1988 og hevur sitið
síðani. Hann var løgmaður
frá 1994 til 1998, og hann var
løgtingsformaður frá 2002
til 2008. Hann varð valdur í
fólkatingið í 1994, men hevði
varamann fyri seg, meðan
hann var løgmaður. Hann
var afturvaldur á fólkating
í 2007 og afturvaldur á
valinum hósdagin.
Men tað merkir eisini,
at Edmund Joensen fær
lønarhækking, tí frá í dag
at rokna fær hann bæði
fólkapensjón og samhalds
fasta. Grundupphæddin í
fólkapensjónini fyri giftar
pensjónistar er 3.313 krónur,
og gjaldið úr Samhaldsfasta
er 2.500 krónur. Báðar hes
ar upphæddir eru skatt
afríar. Tað vil siga, at Ed
mund Jonensen frá í dag at
rokna fær eina skattafría
lønarhækking upp á 5.813
krónur oman á fólkatings
lønina og løgtingslønina.
Tá
Edmund
Joensen
seinni í vetur leggur frá
sær
sum
løgtingsmað
ur, fær hann hægstu løg
tingsmannapensjón. Men
av tí at hann eisini fær
løn sum fólkatingsmaður,
so kann hann ikki fáa
meira í fólkatingsløn pluss
løgtingspensjón
enn
í
mesta lagi tað, sum hægsta
tænastumannalønin
er,
slakar 58.000 krónur, so
tí fær hann ikki fulla
tingmannaeftirløn.
Men oman á hesar 58.000
krónurnar fær hann so
tær sløku 6.000 krónurnar
sum
fólkapensjónin
og
Samhaldsfasti geva.
Edmund Joensen
fyllir 67 í dag
Formaðurin kundi
tryggjað sigurin
Áloyp
andi retor
ikkur vann
valið
Uni Arge
tíðargrein á síðu 13
Null
promilla
null frælsi
Agga niclasen
kjak á síðu 28
umhugsið skattapolitikkin