Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. september 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. september 2011 · Nr. 108 4 Sosialurin Keypt skip við ongum fiski­ døgum Meinhard Ja­cob­sen hevur keypt ís­fiska­ trol­ar­arnar Nón­ham­ar og Fjals­ ham­ar Randi Jacobsen Nónhamar og Fjals­hamar hava seinastu árini verið á nógvum ymiskum hondum. Jóhan Páll Joen­ sen átti skipini í nøkur ár, til tey fóru undir hamaran. Eitt skifti átti fe­lagið Christian í Grót­ inum skipini, sum síðan vórðu seld til Vestmanna, haðani Mortan Johannesen og Anfinn Olsen keyptu tey. Síðan átti Mortan Johannesen Nónhamar og Fjals­ hamar, og nú hevur felagið Nípan hjá Meinhardi Jacobsen keypt teir. Trolararnir eru seld­ir við ongum fiski­døgum, bara veiði­rætt­indum. Meinhard Ja­ cob­sen vil ikki siga, hvørjar ætl­anir hann hevur við hes­ um báðum ís­fiska­ trolarunum. Norð­borg á silda­veiðu Verksmiðju­skipið Norðborg, sum í summ­ar hevur fisk­að makrel, fer klokk­an 13 í dag nýggj­an túr. Lítið og einki er eftir av markel­ kvotuni, og Norð­ borg fer tí nú á sildaveiðu. Ætlanin er fyrst at royna und­ir Føroyum, sig­ur Eyðun Rasmussen. Randi Jacobsen Mentanarvika er í Sunda komm­unu, og á kvøldsetu í Eydnuni sunnukvøldið legði løgtingsmaðurin, fólka­tings­ maðurin og náttúruvinurin Edmund Joensen fram eina ætlan, sum hann og onnur hava spælt sær við. Sunda kommuna hevu víst ætlanini áhuga og hevur heitt á Edmund Joensen og hini um at arbeiða víðari við ætlanini. Við á kvøldsetuni var eis­ ini Tróndur Leivsson, lands­ skógar­vørður. – Drívmegin í hesum er so avgjørt Edmund Joen­sen, eg eri bara eitt slag av stuð­ ulspedagogi, sigur Tróndur Leivsson. Hann er bergtikin av ætl­anini um at gera eina náttúru­lund við Streymin. Nýskapandi – Tað er áhugavert og nýskapandi, at fólk ganga við slíkum tonkum, sigur Trónd­ ur Leivsson. Ed­mund Joensen setti seg í samband við lands­ skógarvørðin fyri at fáa leið­ beining í, hvat fáast kann burt­ur úr einum slíkum lendi. – Møguleikarnir eru óenda­ligir. Tað ber til at planta trø og runnar og fáa lívd, so fólk kunnu vera har allar árstíðir og í øllum veðri, samstundis sum fuglalívið kann ríkast, tað ber til at fiska ella vera í fjøruni. Lendið er eisini soleiðis hátt­að, at fólk í koyristóli ella við øðrum vantandi førleika kunnu koma haðar. Tað kunnu gerast gøtur, og hetta hevi verið eitt gott øki til barnafamiljur við barna­ vognum. Lendini eru so mikið stór, at har kunnu plntast eini 70.000 trø og runnar. Tróndur Leivsson ivast ikki í, at trø og runnar fara at vaksa væl. – Besta prógvið fyri tí er viðar­lundin hjá Edmund Joensen og teimum. Fyri 19 árum síðan vórðu smáir runnar gróðursettir, og nú eru trøini høg. Enn er langt á mál at fara undir at gera hesa ætlanin til veruleika, tí tað skulu nógv ymisk loyvi til. Fleiri eigarar eru, friðingarmyndugleikar skulu hoyrast o.a. – Mær dámar ætlanina ótrúliga væl. Hetta er eitt kærkomið og sjáldamt upp­ skot í føroyskum høpi, sigur Tróndur Leivsson. Tað eydnaðist ikki í dag at fáa orð á Edmund Joen­ sen, tí hann var á veg til Dan­ markar. Náttúrulund í Sundalagnum Edmund Joensen og onnur í Sunda kommunu hava ætlanir um eina ferð at gera eina náttúrulund við Streymin, á Eysturoyarlandinum og Streymoyarlandinum, noran fyro og sunnan fyri brúnna Edmund Joensen greiddi á kvøldsetuni frá ætlanini Mynd: Sofus D. Johannesen Mær dámar ætlanina ótrúliga væl. Hetta er eitt kærkomið og sjáldsamt upp­skot í føroyskum høpi Tróndur Leivsson, lands­skógar­vørður