mikudagur 21. september 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 21. september 2011 · Nr. 109
Sosialurin
Merkisdagar
Brúdleyp
Leygardagin 15. oktober giftast
Sigrun Lið, Sørvágur og Arnhold
Petersen,
Sandavágur.
Vígslan
verður í Sandavágs kirkju kl 14.
Veitsla verður í bygdarhúsinum
í Miðvági kl 19. Tey ið ynskja at
hátíðarhalda dagin saman við
okkum, vera vinarliga biðin um at
siga frá innan 1. oktober á tlf. 269760
ella 333130. Eisini ber til at senda
teldupost til arp@post.olivant.fo
Brúdleyp
Leygardagin 8. oktober kl. 13 giftast
í Kelduni í Skálafirði Fríðbjørg
Joensen, Skála, og Pól Jóhannus
Justinussen, Glyvrar. Reseptión
verður í Kelduni eftir vígsluna.
Døgurði verður fyri innbodnum í
Meinigheitshúsinum á Skála kl. 19.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 8. november hava Lena og
Marni Gard búsitandi í Munkebo
veri gift í 25 ár. Dagurin verður
hildin fríggjadagin tann 11.11.11 í
Munkebo Kulturcenter Lindøaleen
49, 5330 Munkebo kl 18. Tey íð ynskja
at hátíðarhalda dagin saman við
okkum, verða biðin um at siga frá
innan 1. oktober á tlf 004541654303
ella mail: lenagaard@yahoo.dk
Brúdleyp
Leygardagin 24. september giftast
í Klaksvík Sheryl Caabay, Filips
oyggjar, og Jóhan Hansen, Klaksvík.
Vígslan verður í Betesda kl. 15.
Veitsla verður fyri innbodnum í
Bøgøtu 3.
Brúdleyp
Tað hevði glett okkum at sæð
ætt og vinir til brúdleypsveitslu
okkara leygardagin 26. nov. í
bygdarhúsinum í Leirvík. Tú ert
vælkomin, vinarliga sig frá á tlf.
285180 Jóhannes, tlf. 281652 Jonna
ella t-post. jonna@jesus.fo innan
7. nov. Jonna á Sondum Estbú og
Jóhannes Eysturdal.
Gullbrúdleyp
Fríggjadagin 23. sept. kunnu Gunhild
og Erland Ísaksen í Vestmanna
halda Gullbrúdleyp. Tey í ynskja
at heilsa uppá Gullbrúðarparið og
gera teimun dagin hugnarligan, eru
vælkomin í dansistovuna frá kl. 15
til 20.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 29. okt. hava Bergtóra
(Begga) og Kári Láadal, Tórshavn,
gullbrúdleyp, Dagurin verður hildin
á Skúlaheiminum við Marknagils
vegin kl. 18. Tey, ið ynskja at gleða
okkum, verða biðin um at siga frá
inna 5. okt. á telefon 310278, ella á
kblaadal@post olivant.fo
95 ára føðingardagur
Mánadagin 26. september verður
Sofus A. Gregersen, Syðrugøta, 95
ár. Føðingardagurin verður hildin
sunnudagin 25. september í felags
húsinum hjá eldrafelagnum Nón í
Runavík frá kl. 15 til kl. 19. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
85 ára føðingardagur
Mikudagin 21. september verður
Astrid Johannesen (Assa), Klaksvík,
85 ár. Føðingardagurin verður hildin
saman við børnunum.
80 ára føðingardagur
Týsdagin 20. september fyllir Elly
Isaksen, Tjørnuvík, 80 ár. Føðingar
dagurin verður hildin leygardagin
24. september í Bygdarhúsinum í
Tjørnuvík kl. 18.
80 ára føðingardagur
Leygardagin, 24. september, verður
Petur Martin Rasmussen, prestur,
80 ár. Dagurin verður hildin við eini
máltíð í HB húsinum frá klokkan 13
til 17. Tey, sum hava hug til at heilsa
uppá familjuna, eru væl komin.
80 ára føðingardagur
6. oktober verður Steingrím Samuel
sen, Tvøroyri, 80 ár. Dagurin verður
hildin á Hotel Øravík leygardagin
8. okt. Tey, ið vilja gleða Steingrím
kunnu ringja og siga frá á tlf. 371166
ella 504448 árenn 1. okt.
70 ára føðingardagur
Sunnudagin 16. oktober verður
Eingrím Holm, Vágur, ættaður úr
Hvalba, sjeyti ár. Dagurin verður
hildin í Frelsunarherinum í Vági
leygardagin 15. oktober. Tey, ið
vilja gleða Eingrím á degnum, eru
hjartaliga vælkomin frá kl. 15.
90 ára føðingardagur
Hósdagin 22. september verður
Eiko S. Apol, Tórshavn, 90 ár. Tey,
ið ynskja at heilsa uppá Eiko, eru
hjartaliga vælkomin á bústaðin
hjá soninum á Skemmingsgøtu 8 á
Norðasta Horni frá kl. 18.
70 ára føðingardagur
29. sept. verður Jákup Müller,
Saltangará, 70 ár. Føðingardagurin
verður hildin í Sjókafeini í Runavík
leygardagin 1. okt. frá kl. 18, har øll
eru hjartaliga vælkomin.
90 ára føðingardagur
Fríggjadagin 23. september verður
Ásgerð Kjærbæk Sumba, ætta
frá Gjógv, 90 ár. Føðingardagurin
verður
hildin
leygardagin
24.
september í Samkomuhúsinum
í Sumba frá kl. 13 til 18. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Getsemane, Stangaskákið 1
Klaksvík
Fríggjakvøldið kl. 20.30
Ungdómsmøti
Sunnudagin kl. 11 Morgunmøti v/
breyðbróting, Kári & John hava orðið
Mánakvøldið kl. 20 Bønarmøti
Losjan í Havn
Tinghúsvegur 18
Hvønn fríggjadag kl. 15 hittast
tlkomin og eldri til hugna.
Tilhaldið í Tórsgøtu 21
tlf. 316491/286491
tilhald@torshavn.fo
Drekka er at fáa hvønn dag, eins og
bløðini eru til taks
Telduskeið týsdag kl. 13-15 Páll
Poulsen byrjar 27. sept.
mikudag kl. 9-11 Páll Poulsen
byrjar 28. sept. Øll tilmelding er í
Tilhaldinum tlf. 316491 ella støkk
inn á gólvið.
Hósdagur 22. sept.
Kl. 9-16 Motiónsrúmið opið
Kl. 10 Fimleikur kvinnur
Helena Mortensen.
Kl. 11 Lesibólkurin: Vit lesa: ”Havets
katedral”,
Ildefonso Falcones. Hittast: 29.
sept. Samskipari, Marna Olsen. Øll,
ið hava áhuga fyri bókmentum eru
vælkomin.
Kl. 14 Boccia í kjallaranum,
samskipari Marius Johansen
Øll áhugað vælkomin
Fríggjadagur 23. sept.
Kl. 9-16 Motiónsrúmið opið
Kl. 9.30 Fimleikur menn, Dánjal
Húsgarð
Kl. 14 Prát
Tað er altíð ein krókur í Tilhaldinum
– um tygum ikki fáast við nakað ítriv.
Vit ynskja at øll skulu kenna seg
vælkomin
Dagtilhaldið Blákollan
á Oyri
Opið er týsdag og hósdag frá
kl. 14 -18. Øll eldri vælkomin
Tilhaldið Hugnin
hevur opið mánadag og mikudag
frá kl. 14 til 17. Báðar dagarnar er
drekkamuur at fáa.
Landsfelag Pensjónista
Tróndargøta 13, Tórshavn
Tlf. 319394 ella 219394
Skrivstovan er opin týsdag frá kl. 13
til 16.
Dagtilhaldið í Nólsoy
er opið mánadag, týsdag og mikudag
frá kl. 13-17. Øll eru vælkomin.
Dagtilhaldið í Fuglafirði
Opið er: Mánadag, týsdag og
mikudag frá kl. 15-18.
Tilhaldið Sóljan
Klaksvíksvegur 35
Klaksvík · tlf. 459091
dagtilhaldid@post.olivant.fo
Opið er: Mánadag til hósdag
kl. 13.30-17.30
Hvønn dag er ein góður drekka
munnur at fáa, eins og bløðini eru
til taks. Møguleiki er at gera ymiskt
handarbeiði, spæla kort, bobb, telva
o.m.a. Hvør dagur endar við andakt
og sangi. Øll vælkomin.
Dagtilhaldið í Runavík
heldur til í hølunum hjá Nón, á
Torvgøtu 2 í Saltangará.
Opið er mánadag til hósdag frá
kl. 14-17. Høvi er at gera ymiskt
handaligt arbeiði, spæla kort, boccia
og borðspøl. Týsdag er fimleikur.
Eisini verður telduundirvísing.
Bløðini eru til taks, og ein góður
drekkamuður. Øll eru vælkomin.
Dagtilhaldið í Vági
Er opið týsdag og hósdag frá kl. 15-
18. Øll eru vælkomin.
Vága Pensionistafelag
Vit skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir
um árið. Kundi tú hugsað tær at
vita meira um felagið ella at gerast
limur, kanst tú venda tær til, formann
in: Sofíu Haraldsen, tlf. 332741 ella
nevndarlimunum.
Náttarravnarnir í Tórshavn
Tín stuðul ger mun! Teknað teg sum
náttarravn ella gang ein royndartúr.
Ring tlf. 212498 Daisy, 274696
Barbara, 224048 Óluf.
Spælistovan
í Margarinufabrikkini. Opið er
mánadag, týsdag og hósdag frá
kl. 9-11.30 fyri børnum/foreldrum
uttan ansing.
Brúdleyp
Leygardagin 24. september giftast
Kristine Pelimer Villaluz, Duma
guete, Filipinirnar, og Bent Leo
Jarnskor, Stendur, kl. 16 í Santa
Monica, Dumaguete City. Brúd
leypsadressa: Villaluz Village, Mas
log Sibulan, Negros Oriental, 2601
Philippines.