fríggjadagur 23. september 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. september 2011 · Nr. 110
vikuskiftisblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Flokshoppararnir eru nógvir
í føroyskum politikki. Serliga
eru tað fólk, sum hoppa í
Javnaðarflokkin, men í gjár
váttaði Bogi Andreasen um
síðir tað, sum vit hava vitað
so leingi, at hann skuldi stilla
upp fyri Fólkaflokkin.
Fólkafloksmaðurin í Boga
Andreasen fylti nú meira
enn fullveldismaðurin – og
tí mátti hann bíta í grasið
og boða Høgna Hoydal frá,
at eisini hann fór at svíkja
Tjóðveldi – tó at hann fór
aðra leið enn Sjúrður Skaale.
At tað loysir seg at hoppa
flokk í flokk eru fleiri dømi
um. Bogi Andreasen hevur
helst lærumeistaran Heðin
Mortensen sum stóru fyri
myndina. Bogi heldur nógv
av honum, tað dylur hann
ikki fyri, so hví ikki royna
somu snildir, sum Heðin
Mortensen hevur roynt tvær
ferðir áður?
Sjúrður Skaale er eitt
fekst dømi, Helena Dam á
Neystabø eitt annað og Krist
ian Magnussen eitt triðja.
Men millum Fólkaflokkin
og Tjóðveldi í Havn stendur
nú á jøvnum. Við seinasta val
hoppaði Jákup Símun Sim
onsen úr Fólkaflokkinum í
Tjóðveldi, tó at hann ongan
tíð var fólkavaldur fyri Fólk
aflokkin.
Nú lønir Fólkaflokkurin
aftur við at taka Boga And
reasen.
Javnvágin í Tórshavnar
býráð broytist, tó at samgong
an ikki er í vanda. Áðrenn var
tað 9-4 til samgonguna, nú
verður tað 8-5, og tað broyt
ir alt nevndarbýtið í býráð
num.
Vit mugu taka fyri givið,
at tað verður Tjóðveldi, sum
missir tað vald, sum sam
gongan missir, og soleiðis má
flokkurin av við fleiri týðandi
nevndarsessir.
Tann tyngsti er helst ann
ar sessurin í fíggjarnevndini.
Har sita Jógvan Arge og Mar
in Katrina Frýdal. Annar
teirra má nú víkja fyri fólka
floksmanninum Boga Andre
asen.
Í
mentamálanevndinin
má annaðhvørt Jógvan Arge
ella Jákup Símun Simonsen
nú víkja fyri fólkafloksmann
inum Boga Andreasen.
Í Havnarnevndinin má
Jákup Símun Simonsen ella
Jógvan Arge má nú víkja fyri
fólkafloksmanninum Boga
Andreasen.
Í teknisku nevnd má Mar
in Katrina Frýdal ella Jákup
Sìmun Simonsen má nú víkja
fyri
fólkafloksmanninum
Boga Andreasen.
Borgarstjóri og varaborg
arstjóri eru valdir fyri fýra
ár.
Varaborgarstjórasessin
ætlar Bogi Andreasen at taka
við sær í Fólkaflokkin, sum
nú verður næststørstur eftir
Javnaðarflokk
in, og tí man
halda seg
eiga vara
borgar
s t j ó r a
s e s s i n
– tó at
hann er
valdur við
tjóðveldis
atkvøðum.
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Eg haldi, at Bogi Andrea
sen átti at lagt frá sær sum
varaborgarstjóri í Havn.
Tað heldur Marin Katr
ina Frýdal, býráðslimur
fyri Tjóðveldi í Havn.
Hon sigur hetta í kjal
arvørrinum á, at Bogi
Andreasen,
býráðslimur,
kunngjørdi í gjár, at hann
meldaði seg úr Tjóðveldi
og fór upp í Fólkaflokkin.
Men umframt at vera
býráðslimur, er hann eisini
varaborgarstjóri og tann
sessin ætlar hann ikki at
leggja frá sær.
Gamalt er, at samgongan
í Tórshavnar Býráð hevur
bæði borgarstjóra og var
aborgarstjóra og tískil eru
tað summi, i halda, at tað er
Tjóðveldi, sum ”eigur” vara
borgarstjóran.
So var alt, sum tað átti,
hevði tað helst verið Marin
Katrina Frýdal, sum skuldi
verið varaborgarstjóri, eftir
sum hon er fyrst valdur bý
ráðslimur hjá Tjóðveldi.
Men sum støðan er nú,
er tað Fólkaflokkurin og so
statt andstøðan, sum eigur
henda týðand sessin.
- Formliga eru borgar
stjóri og varaborgarstjóri
valdir fyri fýra ár so eftir
lógini kann ongin tvinga
Boga Andreasen frá sum
varaborgarstjóra, ásannar
Marin Katrina Frýdal.
Men hon heldur, at etiskt,
átti hann eisini at lagt frá
sær sum varaborgarstjóri.
– Hansara samvitska átti
at fingið hann at lagt frá
sær sum varaborgarstjóri,
sigur hon.
- Eg skilji ikki slíkan mor
al. Men moralur er so ym
iskur hjá fólki, leggur hon
afturat.
Hon sigur, at býráðslim
irnir hjá Tjóðveldi hava ikki
viðgjørt støðuna enn. Tað
fara tey at gera nú um viku
skiftið og tí fær hon ikki
enn sagt, um flokkurin fer
at heita á Boga Andreasen
um at leggja frá sær sum
varaborgarstjóri.
Oyði-
legg ikki
makrel
málið
Jacob Vestergaard
kjak á síðu 15
Einki
makrel-
solo á
Fólkatingi
Sjúrður skaale
kjak á síðu 16
Tað var væntandi, at samstarvs
avtalan millum restina av sam
gonguni og Tjóðveldi valla fór at
halda langt út á heystið. Vit hava
júst havt eitt fólkatingsval, sum
gav samgonguflokkunum – serliga
Sambandsflokkinum – eina pena
framgongd, meðan Tjóðveldi fekk
ein ordans frammaná.
Hóast tosað hevur verið um at
fáa fleiri av teimum tungu mál
unum samtykt fyri valið, so sum
pensjónsnýskipan og kommunu
samanlegging, so hevur tað leingi
verið greitt, at hetta verður trupult
í einum tingi, sum er so merkt av
valfepuri, sum Løgtingið er vorðið
seinastu tíðina.
Tað hevur ljóðað, at valið longu
skuldi verið skrivað út í dag, men
okkurt bendir á, at Kaj Leo Jo
hannesen ætlar at draga tað út sum
longst – og tað er til týsdagin, tí tá
eru tríggir dagar eftir til 1. oktober –
tá fíggjarlógaruppskotið skal latast
tinginum.
Vit vita øll, at tað verður ikki eitt
pent fíggjarlógaruppskot, sum skal
leggjast fyri tingið – og tíans held
ur tað, sum skal samtykkjast. Tí er
tað lættari hjá løgmanni at skriva
út valið, áðrenn freistin er úti. Tí so
kann Aksel V. Johannesen leggja
fram eina provosoriska fíggjar
lógarætlan – eina ætlan, sum bara
verður fyribils við teimum nátúr
ligu framskrivingum. Tað verður
tí ein rímuliga pen fíggjarlóg uttan
nakrar sparingar ella politiskar rað
festingar. Ein fíggjarlóg, sum kort
ini ikki skal brúkast longri enn heilt
neyðugt, til ein nýggj samgonga er
skipað.
Og tað er nú einki udiøst í tí, at
landsstýrið leggur eina slíka fíggjar
ætlan fram. Allir flokkar eru samdir
um, at sparingar skulu gerast, men
líka so víst er tað, at teir ikki klára
at semjast um tað í einum valstríði.
Tí er einki annað hjá løgmanni at
gera, enn at skriva út val í úrstíð.
Og val í úrstíð skal haldast í fyrsta
lagi fýra vikur og í mesta lagi fimm
vikur eftir, at at tað er skrivað út.
Tað sum liggur í kortunum nú
er, at málini, sum eru avtalað mill
um samgonguna og Tjóðveldi, tað
er málið um Húsalánsgrunnin og
brúksskyldan í sambandi við fisk
idagarnar verða avgreidd fyri týs
dagin.
So verður spennandi at frætta,
hvørji evni verða høvuðsevni í
valstríðnum. Tað verður so ikki
tjóðskaparmálið, har Tjóðveldi nú
stendur einsamalt við fullveldis
ætlanini. Men boðað er frá stórum
sparingum. Sparingar í hundrað
milliónaklassanum í almennu um
sitingini. Tað verður í øllum førum
ein risa stór avbjóðing. Og tann
flokkur, sum ikki hevur eitt boð
uppá, hvussu vit koma okkum úr
búskaparligu naggatódnini, hann
fær helst trupulleikar at sannføra
veljaran.
Valið sleppur løgtinginum
undan eini keðiligari fíggjarlóg
Val í úrtíð 25. oktober
Bogi Andreasen tekur
nógv vald frá Tjóðveldi
Samvitskan skuldi fingið
Boga at lagt frá sær