mánadagur 26. september 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. september 2011 · Nr. 111
mánadagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tað skilst á øllum brøgdum, at løg
maður fer at skriva út løgtingsval í
morgin. Tí verða næstu fimm vik
urnar merktar av valstríði, har poli
tikarar og flokkar fara at royna at
tekkjast veljarunum.
Gamalt var í valstríði, at val
evnini »ikki vildu lova gull og grøn
ar skógir«. Hetta var sagt fyri líka
sum at gardera seg, so ikki ov nógv
varð lovað.
Seinastu valstríðini her á landi
hava helst snúð seg um annað enn
grønar skógir, og gullið man verða
fjalt langt burt á heiði.
Tó so. Hesaferð fáa vit vónandi
eitt valstríð, sum fer at snúgva seg
um búskap, um lívsgrundarlag
ið her á landi, og so vilja vit eisini
hava boð uppá, hvussu vit skapa
fólkavøkstur.
Stóra avbjóðingin verður at
skapa liviumstøðurnar soleiðis, at
fólk vilja og tíma at búgva her. Stóra
hóttanin fyri framman er, at fólka
talið fer at minka. Tað verður ein
ólukka. Tí meðan talið á fólki sum
arbeiða alsamt minkar í mun til tal
ið á eldri fólki – og fólki, sum enn
ikki eru komin á arbeiðsmarknaðin,
so verður tann negativa avleiðingin
so nógv størri, um fólkatalið sam
stundis minkar.
Í kreppuni í nítárunum vórðu
fleiri túsund føroyingar kroystir
í útlegd. Hetta fer eisini at merkja
fólkavøksturin í framtíðini, tí nú eru
nógv av teimum burtur, sum skuldu
verið foreldur her í Føroyum.
Tí er tað stóra avbjóðingin hjá
komandi
landsstýrissamgongu
at skapa grundarlag fyri fólka
vøkstri. Og tað skal verða annað
enn snakk.
Tað eru glottar at hóma í teirri
semju, sum gjørd er millum sam
gonguna og Tjóðveldi, sum vón
andi fer at føra til eina burðardygga
fiskivinnu, sum fer at geva meira av
sær.
Men vit krevja eisini av einum
komandi landsstýri eina umfordeil
ing av skattatrýstinum, so inntøk
uskatturin minkar – og har serliga
marginalskatturin, sum er methøg
ur í Føroyum.
Í summar hava vit roynt eina
skipan við tilfeingisgjaldi á makre
lin. Hetta er uttan iva ein gongd leið
at fara. Tað kann ikki verða rætt, at
nakrir privatir einstaklingar skulu
kunnu handla við fiskiloyvum og
skóvla pengar inn, samstundis sum
landið bløðir og fólkið verður díkt
undir í skattum og avgjøldum. Fisk
iflotin er seinastu 15-20 árini seldur
millum privatar – bara fyri at fáa
fatur á fiskiloyvum – soleiðis at
skuldin er trífaldað fyri júst somu
skip. Tað sigur okkum, at her er ikki
alt, sum tað skal vera.
Teir flokkar, ið fáa skil á hesum,
skulu stjórna landinum.
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fólkavøkstur er stóra
avbjóðingin í valstríðnum
Í morgin klokkan 10 fer Kaj
Leo Johannesen, løgmaður,
at kalla til tíðindafund, har
hann fer at skriva út løg
tingsval.
Sum Sosialurin skilir, so
er hetta ætlanin. Men hetta
kann sjálvandi broytast, alt
eftir hvussu løgtingsfólk
klára at standa ímóti trýst
inum, sum er í dag. Fríggja
dagin var rok í tinginum, tí
sannur valfepur var á ting
fólki, har minnilutar blok
eraðu í bæði borð – meðan
nøkur løgdu seg tvør í sam
bandi við brúksskylduna, so
vóru onnur, sum blokeraðu
fyri, at Húsalánsgrunnurin
varð viðgjørdur í Fíggjar
nevndini.
Í dag – eftir at blaðið er
farið til prentingar – er mál
ið um lutaíbúðir á skránni,
og óvist er, hvørja lagnu tað
málið fær.
Men klára tingfólk ikki
hetta trýstið, so kann henda,
at valið longu verður skriv
að út í dag. Men vit trúgva
mest uppá, at løgmaður bíð
ar til ætlaða tíðindafundin í
morgin klokkan 10 at skriva
út valið, sum so skal haldast
í fyrsta lagið um fimm
vikur, tað er týsdagin 25.
oktober og í seinasta lagið
um seks vikur, týsdagin 2.
november. Men sannlíkt
verður valið 25. oktober.
Men velur løgmaður eitt
leygardagsval, so verður tað
29. oktober.
Skrivar út val
klokkan 10 í morgin
Linur
vinnu
skattur í
Føroyum
Hans Pauli Strøm
kjak á síðu 23
Um Thorning er Barbie
er Tobbi so Ken?
Um Thorning er Barbie
er Tobbi so Ken?
Summir menn tola bara ikki
at tapa. Men nakrir menn
tola so slett ikki at tapa fyri
konufólki. Um tað er orsøkin
til, at tjóðveldistingmaðurin
Tórbjørn Jacobsen sunnu
náttina kallaði Helle Thorn
ing-Schmidt eina »tóma bar
bie-dukku« í eini facebook
viðmerking á Portalinum,
skal vera ósagt. Men ikki ser
liga politiskt búgvið av ein
um løgtingsmanni.
Tað gav jú at bíta hjá
Kára á Rógvi, tá hann
kallaði Lars Løkke
Rasmussen eitt »R«-
hol. Nú er Tórbjørn
Jacobsen altíð illur
við onkran, og kon
spiratiónsteoriir
nar hjá honum eru
ikki altíð so líka til.
Men eyðvitað hev
ur tað sviðið fast hjá
honum, at Sjúrður
Skaale er valdur á
fólkating.
T j ó ð v e l d i
misti
fólka
t i n g s e s s i n
hesaferð.
Men
tað
sum kanska
hevur
svið
ið enn fastari hjá Tórbjørn
Jacobsen er kanska, at tjóð
veldisveljarar so slett ikki
vilja hava Tórbjørn Jacobsen
á fólkating. Hann fekk bara
142 atkvøður.
At tað so eru fýra kvinn
ur í Tjóðveldinum umframt
Høgna Hoydal, sum hava
nógv meira upp á seg enn
Tórbjørn
Jacobsen,
fær
kanska mannin at síggja
reytt: Bjørt Samuelsen, Ann
ita á Fríðriksmørk, Gunnvør
Balle og Óluvá Klettskarð
fingu allar fleiri atkvøður
enn Tórbjørn Jacobsen.
Barbie-dukkur ella ikki. Vit
halda allar hesar fýra tjóð
veldiskvinnurnar vera góð
og virðilig umboð, sum ikki
bara stoya og larma og seta
seg sjálvan í fokus allatíðina.
Slíkum kunnu menn læra av.
Eisini primitivir menn...
Um Thorning er Barbie
er Tobbi so Ken?
Eitt val um búskap
Føroyar
við at
avtoftast
Magni laksafoss
kjak á síðu 25