mánadagur 26. september 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. september 2011 · Nr. 111
4
Sosialurin
Áki Bertholdsen
– Tað er meiningsleyst, at
ein, sum eg skal hava rætt til
hjálp frá Almannastovuni.
So bersøgin var Karsten
Hansen, løgtingsmaður fyri
Miðflokkin, á landsfundinum
hjá flokkinum leygardagin.
Nú valstríðið upp undir
løgtingsvalið byrjar, verður
tað ein boðskapur frá Mið
flokkinum, at rætturin til
hjálp frá Almannastovuni skal
verða ásettur eftir, hvussu
høga inntøku fólk hava.
Tað merkir, at fólk við
høgari inntøku skulu ikki
longur hava rætt til hjálp frá
Almannastovuni, tá ið tey
fáa hjálpitól, ella tá ið okkurt
annað bakkast elvir til, at
tey annars høvdu havt rætt
til almannahjálp.
Kemur Miðflokkurin í
eina samráðing um sam
gongu eftir valið, verður
hetta eisini ein partur av
samráðingunum.
– Hví skulu fólk við høg
um inntøkum hava rætt til
hjálp frá Almannastovuni á
jøvnum føti við tey, sum hava
lágar inntøkur, spyr Karsten
Hansen.
– Hetta er ein spurningur,
vit noyðast at taka upp,
leggur hann afurat.
Fleiri fáa og
færri gjalda
Miðflokkurin staðfestir, at
játtanin á fíggjarlógini til
almannhjálp er nóg stór.
– Men tað verður neyðugt
at broyta lógirnar, so at hon
kemur teimum til góðar, sum
veruliga hava brúk fyri tí.
– Tá ið øll skulu hava javn
bjóðis rætt sosialar veitingar,
samstundis sum at færri og
færri eru um at gjalda til
skipanina, má tað ganga
galið, sigur Karsten Hansen.
– Tað má halda uppat, at
eisini fólk við góðari inntøku
skulu hava krav upp á
sosialar veitingar á jøvnum
føti við tey, sum lítið og onki
eiga.
Tað merkir, at fólk við
høgari inntøku skulu missa
hjálp frá Almannastovuni
so at tey, sum veruliga hava
brúk fyri tí, kunnu fáa eina
hjálp, sum munar.
– Tað kundi verið nógv
meiri til tey, sum veruliga
hava brúk fyri tí, leggur
løgtingsmaðurin afturat.
Jenis av Rana sigur, at
tað verður eisini neyðugt at
hyggja eftir fólkapensjónini,
so at hon í størri mun kemur
teimum til góðar, sum onga
aðra pensjón hava, so at tey,
sum hava góðar pensjónir,
missa í fólkapensjón.
aki@sosialurin.fo
10
eru
klár
Miðflokkurin
hevur
nú 10 valevni klár til
løgtingsvalið,
sum
verður í næstum.
Tað er greitt eftir
landsfundin hjá flokk
inum leygardagin.
Ikki óvæntað stilla
teir tríggir løgtings
menninir upp aftur
og so er eisini vert
at leggja til merkis,
at Thordur Niclasen
roynir seg einaferð
afturat sum valevni.
Tey 10 valevnini,
sum
Miðflokkurin
fyribils hevur á list
anum, eru:
Bill Justinussen
Charlotta á Váli Olsen
Dánjal M. Joensen
Frank Jacobsen
Jenis av Rana
Karsten Hansen
Mia av Kák Joensen
Rani Skaalum
Thordur Niclasen
Vinjard Johansen
Men ætlanin er at fáa
fleiri valevni hesar
næstu
dagarnar.
Í
hesum sambandi skal
uppstillingarfundur
vera í Klaksvík týs
dagin 4. oktober.
Á landsfundinum
varð eisini tosað um
at fáa fleiri konufólk
á listan, men tað gekk
illa, tí tey flestu bóru
seg undan.
Á landsfundinum
fekk flokkurin eisini
tveir nýggjar limir í
floksstjórnina.
Tey
eru Beinta Áargarð og
Vinjard Johansen, sum
var tiltakslimir
Tiltakslimir eru nú
Poul Jóhan Dur-huus,
sum var í floksstjórn
ini áður og Charlotta
á Váli Olsen, sum var
floksstjórnarleiðari.
Allir føroyingar skulu hava
tilboð um at ókeypis ílegu
kanningar fyri CTD.
Tað verður ein partur av
valskránni hjá Miðflokkinum,
nú løgtingsval stundar til.
Tað verður eisini eitt krav,
sum flokkurin fer at seta í
eini møguligari samráðing
um eina nýggja samgongu.
– Hetta hava vit ført fram
leingi, men Heilsumálaráðið
er farið fullkomiliga í baklás
í hesum máli og enn er ong
in vón fyri, at støðan broyt
ist, staðfesti Jenis av Rana,
floksformaður, á landsfund
inum hjá flokkinum um
vikuskiftið.
– Einasta tilboð, føroyingar
hava, er ein blóðroynd, sum
finnur tey, sum eru sjúk. Men
ein blóðroynd avdúkar ikki
tey, sum bera sjúkuna, uttan
at vera sjúk.
Hinvegin kann ein ílegu
kanning staðfesta, hvør ber
sjúkuna.
– Nógv fólk óttast, at tey
eru berarar og taka Carnetin
fyri at vera fyrivarin.
– Heilsumálaráðið tvíheld
ur um, at berarar eru ikki
sjúkir. Hinvegin siga tey,
sum taka Carnetin, at tey liva
nógv betur, síðani tey fóru at
taka heilivág.
Tá ið Miðflokkurin heldur,
at tað hevur so stóran týdn
ing at finna berararnar, er tað
tí, at fáa tveir berarar børn,
eru sannlíkindini 25% fyri,
at barnið hevur CTD og 50%
sannlíkindi fyri, at barnið er
berari.
Er annað av foreldrunum
berari, fáa tey ikki eitt sjúkt
barn, men sannlíkindini fyri
at barnið er berari, er 50%.
– Vit halda, at vit eiga at
beina hendan óttan av veg
num og tí skulu allir føroy
ingar hava tilboð um ílegu
kanningar.
Samstundis skal Heilsu
trygdin broytast, so at eisini
berarar fáa tilskot til Carne
tin á jøvnum føti við tey, sum
eru sjúk.
– Tey siga, at tey betri,
tá ið tey taka heilivágin og
hóast Heilsiumálaráðið sigur
nei, skal ivin skal koma ber
arunum til góðar, sigur Jenis
av Rana
aki@sosialurin.fo
Í Sosialinum
mikudagin
frætta vit meiri
frá landsfundi
Miðfloksins
Vælbjargað skulu missa
hjálp frá almannastovuni
Mugu tora
- Vit mugu tora at taka sosialar veitingar frá fólki við høgari løn, heldur Karsten Hansen, sum her er á landsfundi Miðfloksins leygardagin. Frá vinstru eru
tað Jenis av Rana, Bill Justinussen, Karsten Hansen, allir løgtingsmenn fyri flokkin. Síðani er tað Gullbritt Hansen, kona Karsten, og Stefan Petersen
Allir CTD-berarar í Føroyum skulu finnast
HÓTTAN Miðflokkurin heldur at nógv umrødda sjúkan, CTD er ein so stór
hóttan, at allir føroingar skulu fáa tilboð um ókeypis ílegukanningar, so
at eisini allir berarar kunnu finnast, hóast teir ikki eru sjúkir
ALMENN HJÁLP Fólk við høgari løn skulu ikki longur fáa hjálp frá Almannastovuni
so at tey, sum veruliga hava brúk fyri tí, skulu fáa meir, sigur Miðflokkurin
CTD berarar
Vit eiga at finna øll tey, sum bera CTD og ikki bara øll tey,
sum eru sjúk, sigur Jenis av Rana, formaður Miðfloksins,
sum her er á landsfundi floksins, saman við sermerkta
svenska ríkisdagsliminum, Roland Utbolt, sum var gestur
á fundinum. Utbolt bleiv landskendur í Svøríki, tá ið hann
brúkti ein part av síni talitíð í ríkisdegnum til at syngja
ein sang, hann sjálvur hevur yrkt. Tað kann síggjast her
http://www.youtube.com/watch?v=CMte5dRz53U