Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 29 - 12. februar 2004 Nr. 29 - 12. februar 2004 3 Óli A. Reinert á Geilini Í Sosialinum 4. februar hevur Ásmundur Guðjóns- son eina grein, ið hann nevnir »Útoyggjadeyðin«. Har ger hann vart við, at støðan á útoyggjunum nú er vorðin so kritisk, at verður ikki nakað munagott gjørt í bræði, so verða tær avtoft- aðar eftir fáum árum. Hann hugleiðir um møguleikar fyri hvat gerast kann fyri at steðga hesari gongd, og ger í tí sambandi mest burtur úr Svínoynni, tí har er hann best kunnugur. Lat meg eis- ini gera vart við beinanveg- in, at eg skrivi sum svínoy- ingur. Her eri eg uppvaksin og nú eg eri 37 ár, havi eg framvegis bústað á oynni. Tað er tí natúrligt, at eg fari at skriva um, hvat eg haldi má gerast á Svínoynni um verulig vend skal koma í ta avtofting, ið hevur merkt bygdina gjøgnum allan mín uppvøkstur. Mín meting er, at høv- uðsorsøkin til avtoftingina er broytingin í øllum sam- felagnum sum heild. Í gomlum døgum taldist Svínoyar bygd millum tær frægu í landinum og í Norðoyggjum var hon mill- um tær størstu. Tað, sum síðani hendir, er tað, at samfelagið verður útbygt. Vegir verða gjørdir millum oyggjarnar við skipum, ið eru nútíðarhóskandi. Tað er at gleðast um hesa útbygg- ing, og sjálvur fegnist eg um hvønn vegastubba, ið er við til at knýta bygdirnar tættari hvør at aðrari. Henda útbygging hevur ment okkara land og verið við til at gjørt tað til eitt moderna samfelag á hædd við onnur lond. Samstundis noyðist eg tó at ásanna, at útbyggingin eisini hevur verið við til at avtofta Svín- oynna, tí tá fólk gerast von við at ferðast bekvemt og liðiliga, hava tey ikki long- ur hug til at fara tøssandi, fyrst gjøgnum rull og bólt á sjónum, fyri síðani at passa sær løgir millum brim og aldubrot, so komast kann á land í øllum góðum. Eg veit ikki, hvat politik- arar og onnur halda um okkum, ið búleikast á út- oyggj, men ein fær ta fatan í samskiftinum við stovnar og onnur, ið sita fjálg í tryggum miðstaðarøki, at vit á útoyggj ikki hava sama tørv á teimum hentleikum og tænastum, ið samfelagið bjóðar øðrum av sínum borgarum og sum er ein so inngrógvin partur av ger- andisdegnum hjá teimum flestu, at tað er óhugsandi at vera fyriuttan. Fólk á út- oyggj eru ein leivd frá farn- ari tíð, og teimum dámar best, at gerandisdagurin er sum fyri 100-200 árum síðani. Helst skulu vit fara við árabáti um fjørðin og í kulda og kavaroki knógva undir torvleypi ein ilsligan vetrardag fyri jól. Eg fái meg tó ikki at trúgva, at hetta er hugburð- urin hjá fólki í Føroyum, men veruleikin er tann, at meðan samfelagið alt er vorðið útbygt, er so at siga einki gjørt á útoyggjunum. Her í Svínoy sær fjøran næstan líka út sum fyri 1000 (túsund) árum síðani, tá Svínoyar Bjarni sat sum høvdingi í oynni. Ein kai stingur út í brimið norðantil og ein í Víkini. Tað er alt. Tað er tí soleiðis háttað við atløguviðurskiftunum her úti, at vit, tá Másin leggur at kai, skulu passa okkum løgir millum aldu- brotini fyri at koma turr- skødd umborð, og tá vit koma í land mega tuska niðanfrá, áðrenn brimið tekur alt við sær á sjógv. Eg var sjálvur staddur á kaiini norðuri á Eið fyri nøkrum árum síðani, tá eitt óløgi brádliga reistist og skolaði tjúkt yvir kaiina, og var tað ikki fyri lastbilinum, ið stóð har júst tá, so endaðu kanska vit øll, ið har vóru, á sjónum henda dagin. Vit lupu upp í lastina fyri at sleppa undan óløgnum, sum við kraft trýsti bilin niðaneftir og somuleiðis tveir fullar mjólkatangar, ið stóðu á kaiini, og tað var um reppið, at Másin varð skolaður upp á turt. Hesin dagur kundi fyri tað verið ein skaðadagur í Svínoy, og tað er als ikki einasta ferð- in, tað hevur verið hættis- ligt á kaiini; dag og dagliga spyrja fólk, ið annaðhvørt ætla sær avstað ella at koma, hvussu líkindini eru, tí vit vita, at tað mangan er buldraligt at koma og fara við Másanum. Einki hoyrist tó um hesi viðurskifti í fjøl- miðlunum, og her mega vit svínoyingar helst taka í egnan barm, tí vit gera ov lítið vart við trupulleikarn- ar. Vit eru ov lagaligir og aftra okkum við at stíga fram í bløðum og loftmiðl- um. Tað merkir tó ikki, at trupulleikarnir ikki eru har, og nú er tíð uppá at gera vart við, at eisini vit hava tørv á einum so regluligum og tryggum sambandi inn á meginøkið sum gjørligt. Alla aðrastaðni í landinum verðu tað hildið hava størsta týdning fyri allan framburð, at ferðasam- bandið er gott og bekvemt. Tað er tí sjálvsagt, at tað sama er galdandi fyri Svín- oynna. Ásmundur skjýtur mill- um annað upp, at kaiin norðuri á Eiði skal leingjast við 10 metrum. Eg veit ikki hvaðani hugskotið stavar, men tað er ikki frá svínoy- ingum sjálvum. Eiðið er og verður eitt brimpláss og tað loysir tí ongar trupulleikar at leingja kaiina. Einasta broyting verður tann, at tað verða 10 metrar longri at renna undan briminum. Tað er stórbrim við Eiðið, sum tað jú ofta er um veturin, so er neyðugt at fara í Víkina, og tá hjálpir lítið, at kaiin stingur 10 metrar longri út í sjógvin har norðuri. Tað er væl óneyuðugt at viðmerkja, at eisini Víkin er eitt brimpláss, og tað er langt frá altíð komandi at har heldur. Einasta gongda leið er tí, um veruligt skil skal fáast á ferðasambandinum til Svínoyar, at gjørdur verður ein tunnil til Havnina, ið er eitt pláss suður vestantil á Svínoynni. Varð tunnilin gjørdur, og atløguviður- skiftini annars gjørd soleið- is, at ein bilferja kundi lagt at í Havnini, so broyttist Svínoyggin brádliga ein eina lætt atkomiliga oyggj, og tað hevði verið ein spurningur, um hon fram- vegis kundi borið heitið, útoyggj, tí, sum eg skilji hugtakið, so er tað millum annað tengt at, hvussu torført tað er at koma til eina tílíka oyggj. Nú er hetta als ikki nakað nýtt hugskot, at tunnil skal gerast til Havnina. Í 25 ár ella meira hevur verið tosað um hetta, og kommunan hevur í áravís heitt á Føroya Løgting um at gera nakað við málið, men einki hendir. Tað er tó ikki vist, at allir føroyingar vita hvat her er talan um og standa í kanska spyrjandi um ehtta er enn rami ørskapur og halda tað kanska vera nasa- djarvt av einum svínoyingi at tosa um tunnil gjøgnum eitt fjall á einari útoyggj. Eg eri tó sannførdur um, at ein og hvør, ið kennir til viðurskiftini úti í Svínoy, sær, at her er ein møguleiki fyri at bøta so munagott um ferðasambandið til oynna, at um tað gerst veruleiki, so er Svínoyggin vorðin javn- sett við aðrar oyggjar í landinum, ið framvegis hava sjóvegis samband til meginøkið, eitt nú Nóls- oyggin, Kalsoyggin og Sandoyggin. Hvat so fram- tíðin førir við sær av fram- burði annars er ikki til at vita, men spell er tað, at henda oyggj við øllum hes- um stóra upplandi og sløttu fløtum skal liggja oyðin, tí ov seint varð farið til verka. Nú er nýggj samgonga skipað, og eg vil ynskja henni góðan byr og vóni at framd verða verk, ið eru landi og fólki at gagni. Eg vil tó staðiliga heita á allar politikarar um at taka undir við hesi ætlan at gera tunnil til Havnina og ikki bara seta nevndir at kanna ditt og kanna datt og síðani gloyma alt um trupulleik- arnar, vit her úri dag og dagliga dragast við. Minn- ist til, hetta er eitt uppskot frá svínoyingum sjálvum, so nú vita tit hvat vit ynskja. Tað er alneyðugt, at hetta verður gjørt, og eg vænti og vóni, at hetta verður raðfest frammarlaga (lesið fremst) tá íløgurnar í samferðslukervið skulu gerast. Verður hetta gjørt, so hava svínoyingar eisini møguleika at vera við í tí menning, ið samfelagnum hevur verið fyri síðani farið varð undir at gera vegir og havnir her í landinum. Somuleiðis verður munandi lættari hjá øllum føroying- um at leita sær út higar, bæði á sumri og vetri. Svínoyggin í Fokus VIÐMERKING Leiðari settur í Atlantis Høgni Klakkstein er settur sum nýggjur leiðari í mentanar- húsinum Atlantis í Klaksvík STARVSETAN Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Húsastýrið í mentanar- húsinum Atlantis hevur tikið avgerð um at seta nýggjan leiðara eftir at ongin leiðari hevur verið í húsinum í nærum eitt ár. Stýrið gjørdi av at seta Høgna Klakkstein sum leiðara at byrja frá 1. mars. Høgni er mest kendur innan tónleikin, har hann hevur sett síni spot sum frágera góður trummu- spælari. Hann hevur eisini gingið á tónleikarskúla í Los Angelese og er út- búgvin maskinsmiður. Høgni var somuleiðis við til at seta studio Pegasus á stovn fyri fimm árum síðani. Ofta hevur verið sagt, at tað er torført at skipa fyri tiltøkum í mentanarhús- inum, tí har er bæði sjón- leikur og biografur eisini. Einans góð 100 sitipláss eru í salinum, og tað hev- ur eisini gjørt sítt, hevur verið ført fram. Men í samrøðu við Dimmalætting sigur Høgni, at hann fer millum annað at leggja seg eftir at skipa fyri smærri tiltøk- um, sum hann heldur so avgjørt áttu at kunnað verið hildin í Atlantis. Høgni Klakkstein byrjar í nýggja starvi sín- um tann 1. mars. Høgni Klakkstein er settur sum nýggur leiðari í mentanarhúsinum Atlantis í Klaksvík Mynd: Álvur Haraldsen Mikumorgunin skriv- aðu lastbilasamtakið í Klaksvík og Føroya Konsortium undir sáttmála um koyring til arbeiðið upp á Norðoyatunnilin NORÐOYATUNNILIN Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Á menningardeildini hjá Klaksvíkar kommunu skriv- aðu Føroya Konsortium og nýstovnaða lastbilasamtakið undir sáttmála um koyring í arbeiðinum upp á Norðoya- tunnilin borðoyarmegin. Rani Nolsøe, menningar- stjóri, bjóðaði vælkomin og greiddi eitt sindur frá um samtakið, sum er sett sam- an av seks ymiskum last- bilaeigarum. Tilboðsgevarin er Elmar Zachariassen, men sagt varð, at tað verða í veru- leikanum allir seks, sum koma at taka avgerðir undir arbeiðinum. – Føroya Konsortium má hava ein kontaktpersón, tí ikki ber til hjá teimum at tosa við so nógvar partar, greiddi menningarstjórin milum annað frá. Hann rósti eisini sam- starvinum millum eigarar- nar, sum hevur verið í gongd síðani á heysti í 2002. Lokaltsamtak fyrimunur Verkætlanarleiðarin hjá Føroya Konsortium, Svein Christiansen, segði, at tað hevur stóran týdning fyri arbeiði, at sáttmáli er gjørd- ur við eitt samtak, sum hoyrir heima í Klaksvík. – Við hesum er trygdin fyri, at arbeiðið gongur lætt- liga nógv hægri, tí um okk- urt hendir eitt nú skaði á bil- ar ella tílíkt, so er tað skjótt at útvega annan bil ístaðin, tá samtakið er á staðnum, segði Svein Christiansen millum annað. Fýra tilboðsgevarar vóru til hetta arbeiðið, men sam- takið í Klaksvík hevði lægsta tilboðið, og sambært Svein var ongantíð nakar ivi um, at tað skuldi fáa ar- beiðið. Petur í Gong, sum er leið- ari av samtakinum, takkaði øllum pørtum fyri eitt gott samstarv, og tað var ongin ivi um, at menn eru spentir til at fara í gongd við ar- beiðið av álvara. Tað er longu byrjað so smátt, tí arbeiðið upp á at grava út fyri inntakinum fór í gongd í síðstu viku. Sáttmáli undirskrivaður um koyring Svein Christiansen, verkætlanarleiðari og Elmar Zachariassen, tilboðsgevi skriva her undir sáttmálan, meðan menningarstjórin, Rani Nolsøe eygleiðir Ferðsluvanlukka kravdi mannalív Ein ferðsluvanlukka sunnan fyri Áir miku- morgunin kravdi eitt mannalív. Ein 26 ára gomul kvinna lat lív FERÐSLUVANLUKKA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Vanlukkan hendi um hálvg- um níggju tíðina miku- morgunin. Ein kvinna, sum var einsamøll í bilinum, var á veg suðureftir, tá hon brádliga av ókendum or- søkum misti tamarhaldið á bilinum og koyrdi upp í rabattina á sínari síðu. Kvinnan royndi at rætta bilin upp, men fór ov langt yvir í hina síðuna og rendi við síðuni á sínum bili inn í gronina á einum bussi hjá Bygdaleiðum, sum var á veg norðureftir. Klokkan 8.38 fekk løg- reglan boðini um vanlukk- una. Sagt varð, at ein bilur og bussur høvdu rent sam- an, persónurin í bilinum, ein kvinna, sat føst og tí varð sent boð eftir Sløkki- liðnum beinanvegin. Menn frá Sløkkiliðnum fóru avstað beinanvegin til staðið, men áðrenn Sløkki- liðið var komið fram, varð boðað frá, at kvinnan var fingin úr bilinum og flutt á Landssjúkrahúsið, har tað varð staðfest, at hon hevði latið lív. Ókendar orsøkir Jón Klein Olsen, varapoliti- inspektørur, sigur at kann- ingar, sum løgreglan hevur gjørt á staðnum benda á, at kvinnan av eini ókendari orsøk misti tamarhaldið á bilinum. – Ferðin var ikki ov ógvuslig, hon lá um 80, so vit vita ikki, hví hon misti tamarhaldið á bilinum, sigur Jón Klein Olsen. Víðari kanningar verða nú gjørdar av løgregluni í hesum málinum. Tann 26 ára gamla kvinnan var ógift, men átti ein fýra ára gamlan son. Ein 26 ára gomul kvinna lat lív í ferðsluvanlukku 150 metrar sunnan fyri Áir mikumorgunin Mynd: Jens K. Vang C M Y K 3 2