Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. september 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. september 2011 · Nr. 111 12 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Neistin, sum fyri kortum spældi seg víðari í EHF Cup-kappingini, og hevur vunnið trý av teimum síðstu føroyameistaraheitunum í manshondbólti, verður óivað aftur í ár liðið, hini sleppa at renna aftaná. Spurningurin er so, um Neistin kanska fer at dragna eitt sindur og onkur av hinum at vera treystari, men tað má tíðin vísa. Í øllum førum fekk StÍF einki sum helst gjørt við Neistan í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn í gjár, tí har var Neistin snøgt sagt betri á øllum økjum. Longu eftir fyrra hálvleik vóru seks mál á muni, og hóast StÍF kanska stóð seg eitt vet frægari eftir steðgin, var einki at gera. Brendu nógv Í hinum dystinum í gjár, sum var gamli klassikarin millum VÍF og Kyndil, sum spældu í Vestmanna, sást nokk so væl, at hetta var fyrsti dystur. VÍF var greitt við yvirlutan, nú Kyndil kom á vitjan við einum sera ungum liði, ið var fyriuttan fleiri av berandi kreftunum, men ikki bar ordiliga til at fáa víst munin á stigatalvuni. Ein orsøk var Erlendur Johannesen, ið stóð sera væl í mál­ inum hjá Kyndli, og í roynd og veru vóru tað hann og starvsfelagin í hinum endanum, Eli Müller, ið vístu mest. Kanska eisini sigandi fyri dystin, ið var nógv merktur av brendum møguleikum og spiltum kjansum. Kortini hómaðist, at VÍF saktans kann gerast ein hóttan í toppinum, tá fleiri av smátingunum eru komin upp á pláss, meðan Kyndil sjálvandi eisini kann vísa meira, tá alt fólkið er tókt. Men nakar klassikari av tí gamla, góða slagnum, gjørdist talan kortini slett ikki um. hilmarjan@sosialurin.fo Gekk sum væntað Hondbóltur Einki óvæntað var í teimum báðum mansdystunum í gjár, tá Neistin vann trygt á StÍF og VÍF basti Kyndli. Men serliga dysturin í Vestmanna vísti, at enn er kappingin bara nóg illa komin í gongd Mynd: Álvur Haraldsen