hósdagur 12. februar 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 29 - 12. februar 2004
Nr. 29 - 12. februar 2004
5
Áhugi fyri krígsminnum
Fólk frá Føroya Forn-
minnissavni vóru í
seinastu viku vesturi í
Vágum og hugdu at
leivdum av bygn-
ingum, sum støðu
uppi undir krígnum
KRÍGSMINNI
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Vágar:
Hósdagin í seinastu viku
vóru fólk frá Føroya Forn-
minnissavni í Vágum og
hugdu at gamla torninum
við flogvøllin og skort-
steininum, sum stendur í
Vatnsoyrum, har bretar
hildu til undir krígnum.
Ongar avgerðir eru tiknar
um, hvat gerast skal við
tað, ið eftir er av bygning-
unum, bretar bygdu í Vág-
um undir krígnum, sigur
Terji Nielsen, kunningar-
leiðari í Vágum. Fólk frá
Fornminnissavninum hava
verið og hugt, og tosað hev-
ur verið um ymiskt, sum
møguliga kann gerast við
hesar leivdirnar.
Tað, sum mestur áhugi er
fyri í løtuni, eru gamla flog-
vallartornið og bygningurin
við síðuna av tí, sum standa
beint oman fyri vegin
norðanvert flogvøllin.
Eisini er skortsteinurin,
har bretar høvdu offisers-
messu í Vatnsoyrum rími-
liga væl varðveittur og tí av
áhuga hjá teimum, sum
tosa um krígssavn.
Tí talan verður helst ikki
um fornminni sum so, men
heldur um krígsminni, sig-
ur Terji Nielsen.
Hann sigur, at Føroya
Fornminnissavn hevur sam-
band við ymisk krígssøvn
uttanlands, og at toað verð-
ur við hesi um vitan og
royndir, ið tey hava, og sum
so kunnu brúkast í einum
møguligum krígssavni í
Vágum.
Skortsteinurin í offisersmessuni í
Vatnsoyrum er rímiliga heilur enn og hevur
áhuga hjá teimum, sum tosa um krígssavn
Mynd: Edvard Joensen
Gamla eftirlitstornið, sum
bretar bygdu við flogvøllin í
Vágum undir krígnum, er í
ringum standi, og skal tað
varðveitast, er tíð at gera
nakað nú
Mynd: Edvard Joensen
Norðoya Sparikassi áhugaður í Vágum
Leiðslan i Norðoya
Sparikassa hevur ver-
ið í Sandavági og
kannað møguleikar-
nir fyri at lata deild
upp í bygdini
TÆNASTA
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Sandavági:
Norðoya
Sparikassi
er
áhugaður í at lata deild upp
i Sandavági, nú Føroya
Banki hevur latið aftur, og
Føroya Spariakssi steingir í
morgin. Leiðslan í Norðoya
Sparikassa hevur verið í
Sandavági og kunnað seg
um støðuna.
– Tað er eingin endalig
støða tikin til málið enn,
sigur Eyðfinn Reyðberg,
stjóri í Norðoya Sparikassa,
men áhugin frá okkara síðu
er reellur. Og vit hava fing-
ið fleiri beinleiðis áheitanir
úr Sandavági um at lata
deild upp, so vit arbeiða í
álvara við málinum.
Tað verða sjálvandi fleiri
spurningar at taka støðu til,
áðrenn gjørt veðru av at
taka so stórt stig, sum lata
upp deild í Vágum, sigur
stjórin í Norðoya Spari-
kassa. Men í hansara huga-
heimi er tað als ikki
ómøguligt, at ein slík deild
gerst veruleiki.
Norðoya Sparikassi hev-
ur deildir ymsastaðni í
Norðoyggjum og í Leirvík,
og tað ber væl til, sigur
hann. Vágar og Norðoyggj-
ar líkjast eftir hansara met-
ing nakað væl, so tað skuldi
ikki verið ókent land hjá
sparikassanum at komið
vestur í Vágar við eini
deild.
Sjálvandi kostar tað at
hava eina deild í Vágum, og
tí má roknast væl eftir,
hvørjir fyrimunirnir og
vansarnir eru, áðrenn enda-
lig avgerð verður tikin um
at lata upp, sigur hann. Tað
arbeiðið er í gongd. Málið
hevur verið viðgjørt á
nevndarfundi í Norðoya
Sparikassa, og stjórin ar-
beiðir nú víðari við tí.
Eyðfinn Reyðberg sigur,
at tá tað var veruleiki, at
báðir teir stóru peninga-
stovnarnir stongdu sínar
deildir í Sandavági, fekk
Norðoya Sparikassi bein-
leiðis áheitanir úr Sanda-
vági um at lata deild upp í
bygdini.
Hann metir eina bygd við
oman fyri 700 fólkum, sum
ein rímiligan marknað, og tí
verður arbeitt seriøst við
hesum
málinum,
sigur
stjórin í Norðoya Spari-
kassa.
Deildin hjá Føroya Sparikassa í Sandavági letur aftur í morgin, og so er eingin peningastovnur í bygdini. Norðoya Sparikassi
arbeiðir, eftir áheitanum úr Sandavági, seriøst við møguleikanum at lata deild upp í bygdini
Mynd: Edvard Joensen
– Jógvani á Lakjuni er
ein hampamaður og
hann fer heilt avgjørt
ikki at leggja fólka-
kirkjuni eitt holmstrá
í vegin, sigur Jóannes
Eidesgaard, løgmaður
FÓLKAKIRKJAN OG
LANDSSTÝRISMAÐUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hjá Jógvani á Lakjuni er
fólkakirkjan í góðum hond-
um.
Tað er Jóannes Eides-
gaard,
løgmaður,
púra
sannførdur um.
Hann sigur, at hann als
ongan ampa av at seta
Jógvan á Lakjuni at umsita
fólkakirkjuna í Landsstýr-
inum, hóast hann er limur í
brøðrasamkomuni.
Hann ivast heldur ikki í,
at fólkaflokkurin innan-
floks hevur umhugsað hesa
serligu støðuna, men er
komin eftir, at hann hevur
fult álit á, at Jógvan á Lakj-
uni fer at umsita kirkjumál
á fullgóðan hátt.
– Jógvan á Lakjuni er ein
hampamaður í allar mátar
og hann fer heilt avgjørt
ikki at leggja føroysku
fólkakirkjuni so mikið sum
eitt holmstrá í vegin, sigur
Løgmaður.
– Mentamál er eitt stórt
málsøki og fólkakirkjan er
ein partur av tí og eg ivist
onga løtu í, at nýggi lands-
stýrismaðurin fer at umsita
fólkakirkjuna eftir løg-
tingsins vilja, leggur hann
afturat.
Hann heldur sostatt ikki,
at tað í hesum føri er nakar
vandi at seta ein lim í
brøðrasamkomuni at um-
sita kirkjumál.
– Hinvegin er Jógvan á
Lakjuni lærari og skúla-
maður burturav og júst
skúli og útbúgving eru
nógv tey størstu málsøkini í
mentamálaráðnum.
– Harafturat kemur tað,
at Fólkakirkjan er eitt sera
eymt mál fyri føroyingar og
tey eru mong, sum fylgja
væl við tí, sum hendir inn-
an kirkjugátt. Somuleiðis
eru tað nógv í løgtinginum,
sum fylgja gjølliga við
gongdini í fólkakirkjuni, so
eftirlitið við landsstýris-
mannin er stórt, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Hann vísir annars á, at
landsstýrismaðurin umsitur
bara politisku ábyrgdina av
kirkjuni og kann ikki á
nakran hátt leggja seg út í
gudgfrøðiliga innihaldið í
kirkjuni.
– Eg haldi ikki at tað er
komið fyri, at ein landsstýr-
ismaður hevur lagt seg út í
gudfrøðilig innanhýsis við-
urskifti í fólkakirkjuni og
tað fer Jógvan á Lakjuni
heldur ikki at gera.
Í løtuni er tað drotningin,
sum t.d. setir ritual í gildi í
kirkjuni. Tann dagin, kirkj-
an verður yvirtikin, eru
sannlíkindi fyrk, at tað
verður landsstýrismaðurin,
sum fær hesa ábyrgdina.
Hvussu fer tað at rigga, um
landsstýrismaðurin tá er
limur í brøðrasamkomuni,
sum
er
grundleggjandi
ósamd við kirkjuna um
nógv viðurskifti?
– Kirkjan verður hvørki
yvirtikin í dag ella í morg-
in. Yvirtøkan er ein hóvlig
og væl gjøgnumhugsað til-
gond, sum fer fram í sam-
starvi við allir partar í skip-
anini, so at øll føla seg
trygg við gongdina. Og
kemur tað so langt, verður
hetta uttan iva eisini ein
spurningur, sum vit finna
eina loysn á.
Ikki leypa framav
Løgmaður heldur sostatt
ikki, at tað er nøkur orsøk
til at leypa framav í hesum
máli.
Men hann sigur, at er
ovasta leiðslan í Fólkakirkj-
uni ótrygg við støðuna, er
tað avgjørt eitt mál, sum
verður tikið upp.
– Tað gera vit á tann hátt,
at vit fara at kalla leiðsluna
í fólkakirkjuni til fundar at
tosa um viðurskiftini.
Jóannes Eidesgaard sig-
ur, at hann hevur avtalað
við Jógvan á Lakjuni, at
landsstýrismaðurin
skal
kalla Bisp og løgmann og
kanska eisini onnur í leiðsl-
uni í fólkakirkjuni, saman
til fundar at tosa um tey
viðurskifti,
sum
gera
kirkjufólk ótrygg.
– Eg vil fegin hoyra frá
teimum sjálvum, hvat tað
er, tey eru ótrygg við, legg-
ur hann afturat.
Hvat sigur tú til uppskot-
ið frá bispi um at lata onkr-
an annan landsstýrismann,
ella løgmann sjálvan, sum
er limur í fólkakirkjuna,
yvirtaka umsitingina av
fólkakirkjuni?
– Tað er ein politiskur
spurningur. Flokkarnir í
samgonguni hava býtt tey
ymsu málsøkini ímillum
sín. Og skal nøkur broyting
vera, má tað viðgerast í
samgonguni. Men í løtuni
haldi eg ikki, at tað er nøk-
ur ørsøk til at gera broyt-
ingar, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Jógvan á Lakjuni
heldur ikki, at tað er
ein trupulleiki at
hann umsitur kirkju-
mál í landsstýrinum,
hóast hann er
baptistur, tí hann
hevur eitt samgongu-
skjal at halda seg til
og er settur at um-
boða alt Føroya Fólk
LANDSSTÝRISMAÐUR
OG FÓLKAKIRKJAN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg eri settur at umsita
samgonguskjalið og tað
ætli eg mær at gera.
Jógvan á Lakjuni, nýggj-
ur
landsstýrismaður
í
Kirkjumálum er ikki samd-
ur við Hans Jacob Joensen,
bisp um, at tað er burturvið,
at ein limur í brøðrasam-
komuni er settur at umsita
kirkjumál í nývalda lands-
stýrinum.
Í blaðnum í gjár, fanst
okkara ovasti kirkjuligi
leiðari at avgerðini at seta
ein landsstýrismann, sum
ikki var limur í fólkakirkj-
uni at umsita kirkjumál.
Hann helt, at hetta var
tekin um manglandi virð-
ing fyri Fólkakirkjuni og
hann helt eisini, at nýggi
landsstýrismaðurin kundi
koma í tvístøðu ímillum
kirkjuna og sín natúrliga
loyalitet ímóti teirri sam-
komu sum hann er limur í
og sum er grundleggjandi
ósamd við kirkjuna um
nógv viðurskifti, eitt nú
barnadóp og konfirmatión.
Kundi hugsa sær fund
Jógvan á Lakjuni vil ikki
gera viðmerkingar til ein-
stakar lutir í atfinningunum
frá bispinum.
Men hann sigur, at hann
kundi væl hugsað sær at
sloppið á fund við Bisp,
kanska saman við løg-
manni og onkrum leiðarum
fyri kirkjuna, dómpróstin,
til dømis.
À hesum fundinum kundi
ymisk viðurskifti viðvíkj-
andi atfinngingunum hjá
Bispi verðið útgreinað.
Hann vísir kortini á, at
hann hevur eitt samgongu-
skjal at halda seg til.
Í
samgonguskjalinum
stendur orðarætt, at fólka-
kirkjan verður í samstarvi
við allar partar í føroysku
kirkjuni yvirtikin, so hon
kann halda fram í verandi
bygnaði, og meirútreiðslur í
sambandi
við
yvirtøku
verða goldnar av landskass-
anum.
– Hetta er tann politiski
málsetningurin hjá hesi
samgonguni og hann ætli
eg mær at halda meg til.
– Tað er samgongan, sum
hevur sett meg at umboða
alt Løgtingið og alt Føroya
Fólk. Og eg ætli mær at
gjøgnumføra løgtingsins
vilja og ikki mín egna vilja.
Og har havi eg eina púra
greiða orðing í samgongu-
skjalinum at halda meg til,
sigur landsstýrismaðurin.
Jógvan á Lakjuni leggur
afturat, at hann ætlar sær at
hava gott samstarv við
nevndina, sum arbeiðir við
yvirtøkuni av fólkakirkjuni.
Hevði tú góðtikið, at ein
prestur varð ovasti leiðari
fyri brøðrasamkomuna?
– Hasin spurningurin er
so ómetaliga einfaldur.
Sum Landsstýrismaður
umsiti eg eisini allar frí-
kirkjurnar. Og teir lands-
stýrismenn undan mær,
sum hava verið limir í
fólkakirkjuni, hava sostatt
eisini umsitið baptistarnar.
Eg dugi ikki at síggja mun
á tí, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann leggur afturat, at
hann ætlar sær ikki at mót-
arbeiða nøkrum trúarsam-
felagi og hóast at hann er
limur í brøðrasamkomuni,
ætlar hann at hevja seg upp
um tað einstøku samkom-
una og at umsita alt økið
við tí politiska endamáli,
sum samgongan hevur sett
sær fyri.
Hvat sigur tú til uppskot-
ið frá bispi um at lata onkr-
an annan landsstýrismann,
sum er limur í fólkakirkj-
uni, umsita kirkjumálini?
– Tað havi eg onga við-
merking til, sigur Jógvan á
Lakjuni.
Jógvan á Lakjuni ongin
vandi fyri fólkakirkjuna
Meiningar frá lesarum
Vit hava fingið fleiri teldubrøv frá lesarum um
støðuna hjá fólkakirkjuni, nú ein limur í brøðra-
samkomuni hevur fingið ovastu ábyrgdina fyri
kirkjuni.
Her eru tríggjar meiningar
Løgmaður óheppin
Her tykist Jóannes Eidesgaard at hava verið heldur
óheppin. Flokksfelagarnir hjá honum í Noregi hava
verið í sama trupulleika – hetta hendi seinast ið Jens
Stoltenberg varð forsætismálaráðharri.
Trupulleikin var tann sami. Ráðharrin sum var ætl-
aður at umsita kirkjumál, var ikki limur í Fólkakirkj-
uni. Men trupulleikin varð loystur aðrenn stjórnin fór
til verka við at flyta kirkjumál yvir til ein annan ráð-
harra, sum var limur í Fólkakirkjuni.
Annars er at siga, at í Noregi er óhugsandi at onnur
enn kirkjufólk umsita Fólkakirkjuna í stjórnini.
Hugsanin er, at so leingi vit hava eina statskirkju, eru
tað limir í statskirkjuni sum umsita hana á politiskum
stigi.
Lesari í Noregi
Bara hann er frelstur
Eg haldi at tað ger tað sama um tað er ein limur í
brøðrasamkomuni, sum umsitur kirkjumál. Bara
maðurin er frelstur, so er tað gott. Tað er tað einasta,
bispur eigur at hugsa um
Lesari í Føroyum
Hvat er trúarfrælsi
Hvat skilir bispur við hugtakið »trúðarfrælsi«. Er
trúarfrælsi at tú sleppur undan »happing« fyri tína
trúgv, men so heldur ikki meira. Ella er trúarfrælsið,
at øll eru javntsett í føroyska samfelagnum, eisini at
kunna gerast Løgmaður.
Lesari í Føroyum
– Fólkakirkjan er
í góðum
hondum, hóast
landsstýrismað-
urin er limur í
brøðra-
samkomuni og í
løtuni er ongin
orsøk til at gera
broytingar, sigur
Jóannes Eides-
gaard, løgmaður
Kundi hugsað sær at sloppið
at tosa við bisp
– Teir landsstýrismenn, sum
hava verið undan mær og
sum hava verið limir í fólka-
kirkjuni, hava eisini umsitið
baptistarnar. Eg dugi ikki at
síggja mun á tí og at tað nú er
ein baptistur sum umsitur
fólkakirkjuna, sigur Jógvan á
Lakjuni
C
M
Y
K
5
4