Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-26, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. september 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 26. september 2011 · Nr. 111 Sosialurin Leo Poulsen Myndir: Álvur Haraldsen Heðin Mortensen, borgar­ stjóri í Havn, helt røðu, tá stási­liga nýggja skipið hjá Supply Service kom á Havn­ ina. »Tað er avbera hugaligt at verða boðin við til eitt slíkt há­tíð­ar­hald sum hetta, har ein undangongufyritøka vís­ ir, at tey veruliga tora at taka við avbjóðingum í øðr­um vinnum enn fiski­vinnu­ni«, segði Heðin Mortensen. Hann segði, at síðan fyrsta útbjóðingarumfar at leita eftir kolvetni fyri sløk­ um 10 árum síðani, hava vit vónað og bíðað eftir løt­ um sum hesari, tá vit sígg­ja fruktina av einum skila­ góðum samstarvi innan frá­landa­vinnuna, sum førir bæði arbeiðspláss og inntøku við sær. »Spennandi átøk eru í gongd innan oljuvinnuna. Stóra málið hjá politisku Før­oy­um er at vinna rættin til Føroyaháslættan, sum er eitt øki, sum er størri enn Frakland, og sum kann goyma risa nøgdir av kolvetni. Næstu árini fara at vísa, hvørja støðu land­gruns­ nevndin hjá ST fer at hava til okkara krøv«, segði borgar­ stjórin. Hann helt tað vera avbera huga­ligt, at tað eru tey, sum tryggja okkum, at vit eru til reiðar at taka við av­bjóð­ ingum, tá vit vinna á mál við okkara krøvum. Sum mangan er víst á, so hevur alheimsgerðin við sær, at lond ikki longur eru vard ímóti kapping frá hvørjum øðr­um, men tvørtur­ímóti stan­da í kapp­ing, sum harð­ nar. Hetta er av­bjóð­ing­in nú og næstu mongu árini. »Men tað virkar báðir vegir, tí tað merkir eisini, at vit hava atgongd til stórar og ótroyttar marknaðir, og kunnu kappast við onnur á nýggjum marknaðum. Og tí er tað fløvandi og undru­ nar­vert at síggja tykkum byggja skip fyri 3/4 miljard, skapa hópin av nýggjum arbeiðsplássum og sam­ stundis útvega nýggjan kapi­tal til samfelagið«, segði Heðin Mortensen. Hann segði, at serliga hetta seinasta - nýggj ar­ beiðs­pláss og inntøku til sam­felag­ið - hugar politikk­ ar­um best, tí tað er treytin fyri, at klára at fylla ásettar karm­ar og skapa tann trivn­ að, ið er neyðugur í kapp­ ing­ini til tess at draga væl­ útbúnu fólkini heimaftur úr útlondum – og fáa hini at trív­ast í landinum. »Eg skal takka fyri, at verða boðin við til henda dóp­in av Saeborg við Vestaru Bryggju og til há­tí­ð­ar­haldið her. Síðan skal eg vegna Tórshavnar kommu­nu og býráðið ynskja reiðar­ínum og manningini alt tað besta við hesi stóru menn­ing­ arætlan og blíðan byr inn í eina spennandi fram­tíð. Hjartaliga til lukku og góða eydnu við hesum stási­liga skipi«, segði Heðin Morten­ sen, borgarstjóri í røðu fyri Sae­borg sunnudagin. Saeborg doypt Nógv fólk var komið saman at taka ímóti Saeborg, sum kom til landið um vikuskiftið Feðgarnir, Osmund og Tummas Justinussen Johanna Rasmussen var gumma Hópurin av fólki var komin saman at taka ímóti nýggja stásliliga skipinum Saeborg kom til landið um vikuskiftið