Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-26, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. september 2011síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 26. september 2011 · Nr. 111 Sosialurin Merkisdagar Brúdleyp Leygardagin 15. oktober giftast Sigrun Lið, Sørvágur og Arnhold Petersen, Sandavágur. Vígslan verður í Sandavágs kirkju kl 14. Veitsla verður í bygdarhúsinum í Miðvági kl 19. Tey ið ynskja at hátíðarhalda dagin saman við okkum, vera vinarliga biðin um at siga frá innan 1. oktober á tlf. 269760 ella 333130. Eisini ber til at senda teldupost til arp@post.olivant.fo Brúdleyp Leygardagin 8. oktober kl. 13 giftast í Kelduni í Skálafirði Fríðbjørg Joen­sen, Skála, og Pól Jóhannus Justinussen, Glyvrar. Reseptión verður í Kelduni eftir vígsluna. Døgurði verður fyri innbodnum í Meinigheitshúsinum á Skála kl. 19. Silvurbrúdleyp Týsdagin 8. november hava Lena og Marni Gard búsitandi í Munkebo veri gift í 25 ár. Dagurin verður hildin fríggjadagin tann 11.11.11 í Munkebo Kulturcenter Lindøaleen 49, 5330 Munkebo kl 18. Tey íð ynskja at hátíðarhalda dagin saman við okkum, verða biðin um at siga frá innan 1. oktober á tlf 004541654303 ella mail: lenagaard@yahoo.dk Gullbrúdleyp Leygardagin 29. okt. hava Bergtóra (Begga) og Kári Láadal, Tórshavn, gull­brúdleyp, Dagurin verður hildin á Skúlaheiminum við Markna­gils­ vegin kl. 18. Tey, ið ynskja at gleða okkum, verða biðin um at siga frá inna 5. okt. á telefon 310278, ella á kblaadal@post olivant.fo 90 ára føðingardagur Týsdagin 4. oktober, verður Kristian Rasmussen, Skála, 90 ár. Føðingar­ dagurin verður hildin í Bygda­ salinum í Ítróttarhøllini á Skála frá kl. 16 til kl. 20. Øll eru vælkomin 80 ára føðingardagur 6. oktober verður Stein­grím Sam­uel­ sen, Tvøroyri, 80 ár. Dagurin verð­ur hildin á Hotel Øravík leyg­ar­dagin 8. okt. Tey, ið vilja gleða Stein­grím kunnu ringja og siga frá á tlf. 371166 ella 504448 árenn 1. okt. 70 ára føðingardagur Sunnudagin 16. oktober verður Eingrím Holm, Vágur, ættaður úr Hvalba, sjeyti ár. Dagurin verður hildin í Frelsunarherinum í Vági leygardagin 15. oktober. Tey, ið vilja gleða Eingrím á degnum, eru hjartaliga vælkomin frá kl. 15. 60 ára føðingardagur Mikudagin 28. september verður Casey Kambsenni, Fuglafjørð, 60 ár. Føðingardagurin verður hildin í Siloa frá kl. 19. Brúdleyp Tað hevði glett okkum at sæð ætt og vinir til brúdleypsveitslu okkara leygardagin 26. nov. í bygdar­húsinum í Leirvík. Tú ert vælkomin, vinarliga sig frá á tlf. 285180 Jóhannes, tlf. 281652 Jonna ella t-post. jonna@jesus.fo innan 7. nov. Jonna á Sondum Estbú og Jóhannes Eysturdal. Ann í Puntabyrgi 50 ár Týsdagin 4. oktober verður Ann í Punta­byrgi 50 ár. Dagurin verður hildin í kvinnu­felagshúsinum á Glyvrum, sama dag týsdagin 4. okt. frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. 70 ára føðingardagur 29. sept. verður Jákup Müller, Saltangará, 70 ár. Føðingardagurin verður hildin í Sjókafeini í Runavík leygardagin 1. okt. frá kl. 18, har øll eru hjartaliga vælkomin. Mikudagur Kl. 9-16 Motiónsrúmið opið. Kl. 9-11 Telduskeið roynd tilmelding 316491, Páll Poulsen. Kl. 9-12 Horn- og beinarbeiði, Rasmus Nygaard. Støkk inn á gólvið og vita um hetta hevur tín áhuga. Kl. 9-12 Veving tilmelding, 316491, byrjar í dag, Joana Bjarnastein. Kl. 9-12 Maskinbinding, tilmelding 316491 byrjar í dag, Marita Guttesen. Kl. 9.30 Fimleikur menn, Dánjal Húsgarð. Kl. 13 Hugnaløta við drekkamunni, eisini vælkomin við stokkum. Kl. 15 Túrur. Kl. 14 Prát. Hósdagur Kl. 9-16 Motiónsrúmið opið. Kl. 10 Fimleikur kvinnur, Helena Mortensen. Kl. 11 Lesibólkurin: Vit lesa:”Havets katedral”, Ildefonso Falcones. Hittast: 29. sept. Samskipari, Marna Olsen. Øll, ið hava áhuga fyri bókmentum eru vælkomin. Kl. 14 Boccia á sernáms­ depli­num, samskipari Marius Johansen. Øll áhug­ aði vælkomin. Hittast á sernámsdeplinum. Fríggjadagur Kl. 9-16 Motiónsrúmið opið. Kl. 9.30 Fimleikur menn, Dánjal Húsgarð. Kl. 14 Prát. Tað er altíð ein krókur í Til­haldi­ num – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin Eldrafelagið Kumlá á Skála hevur hugnakvøld týskvøldið 27. sept. kl. 19. Samuelskirkjan 30. sept. kl. 18.30 Fríggja­ kvølds­døgurði. Hans Petur í Brekkuni hugleiðir um at verða leiðari í Føroya­­húsinum, tónleikari, v.m. Til matna fáa vit knettir, knettasuppa, desert og kaffi. Kostnaður 120 kr. Tilmelding til døguran á tlf. 36498402 ella til samuelskirkjan@gmail.com. Seinasta freist at boða frá luttøku er mikudagin tann 28. september kl. 18. Dagtilhaldið Blákollan á Oyri Opið er týsdag og hósdag frá kl. 14 -18. Øll eldri vælkomin Tilhaldið Hugnin hevur opið mánadag og mikudag frá kl. 14 til 17. Báðar dagarnar er drekkamuur at fáa. Landsfelag Pensjónista Tróndargøta 13, Tórshavn Tlf. 319394 ella 219394 Skriv­stovan er opin týsdag frá kl. 13-16. Dagtilhaldið í Nólsoy er opið mánadag, týsdag og mikudag frá kl. 13-17. Øll eru vælkomin. Dagtilhaldið í Fuglafirði Opið er: Mánadag, týsdag og mikudag frá kl. 15-18. Dagtilhaldið í Vági Er opið týsdag og hós­dag frá kl. 15-18. Vælkomin. Tilhaldið Sóljan Klaksvíksvegur 35 Klaksvík · tlf. 459091 dagtilhaldid@post.olivant.fo Opið er: Mánadag til hósdag kl. 13.30-17.30 Hvønn dag er ein góður drekka­munnur at fáa, eins og bløðini eru til taks. Møguleiki er at gera ymiskt handarbeiði, spæla kort, bobb, telva o.m.a. Hvør dagur endar við andakt og sangi. Øll vælkomin. Dagtilhaldið í Runavík heldur til í hølunum hjá Nón, á Torvgøtu 2 í Saltangará. Opið er mánadag til hósdag frá kl. 14-17. Høvi er at gera ymiskt handaligt arbeiði, spæla kort, boccia og borðspøl. Týsdag er fimleikur. Eisini verður telduundirvísing. Bløðini eru til taks, og ein góður drekkamuður. Øll eru vælkomin. Vága Pensionistafelag Vit skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið. Kundi tú hugs­að tær at vita meira um fel­ag­ið ella at gerast limur, kanst tú venda tær til, for­mann­in: Sofíu Haraldsen, tlf. 332741 ella nevndar­limunum. Náttarravnarnir í Tórshavn Tín stuðul ger mun! Teknað teg sum náttarravn ella gang ein royndartúr. Ring tlf. 212498 Daisy, 274696 Barbara, 224048 Óluf. Spælistovan í Margarinufabrikkini. Opið er mánadag, týsdag og hósdag frá kl. 9-11.30 fyri børnum/ foreldrum uttan ansing. Kvinnuhúsið Skrivstovan er opin gerandis­ dagar frá kl. 10-17. Tlf. 317200 svarar alt samdøgrið. www.kvinnuhusid.fo Vitjunarvinir Um tú vilt verða vitjunarvinur hjá Reyða Krossi ring ella skriva: Reyði Krossur Føroya, Bryggjubakki 10, Postsmoga 1015, 110 Tórshavn. Tlf. 319630. Fyriskiparar í Tórshavn, Eyrith tlf. 313784 og 513784 og Marin 314333 og 284333. www.redcross.fo Sands Bygdasavn Norðara Koyta, er opið hvønn dag í summar kl. 14-16. Bólkar kunnu bíleggja sær aðrar tíðir við at venda sær til Sandoyar Kunningarstovu á tel. 361836 ella info@ visitsandoy.fo Kostnaður kr. 30 Iktys Endurnýtsluhandilin Iktys tekur fegin ímóti góðum summarklæðum - serliga hvítum - kjólum, buksum, niðurdeilum, blusum, hattu m og summarskóm. Klæðini skulu vera pen og rein. Allur okkara peningur fer til tey fátækastu í heiminum. Kom inn og finn tær okkurt. Frítíðarfelagið Antares Áhugafelag hvørs endamál er at skapa samanhald og røkja áhugamál hjá teimum føroyingum, sum starvast í altjóða farma- og frálanda­ vinnu. Vitja heimasíðu okkara á www.antares.fo ella send ein teldupost til antares. njordur@gmail.com, fyri at fáa meira at vita um felagið. Giktafelag Føroya MBF-húsið - Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn. Tlf: 310237 Opið er týsdag og hósdag frá 13 til 16. Lymfødemfelagið Tlf. 225224 Íslandsvegur 10 C, Tórshavn Postrúm 2113, FO-165 Argir Cøliaki Felag Føroyar Formaður er Henning Sørensen, Garðsgøta 3, Argir, tlf. 314783. Postboks 3120, 110 Tórshavn, hjartafelag@hjartafelag.fo