Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. september 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. september 2011 · Nr. 112 mikudagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Hóast meiriluti var mill­um ting­fólk, so feldi Løg­ting­ið mán­a­kvøld­ið upp­skot­ið um yv­ir­tøku av út­lend­ing­a­øki­ num. Or­søk­in var, at Tjóð­ veldi ikki fekk mann­að lið til eina at­kvøð­u­greiðslu í løg­ting­i­num. Hesa­ferð vóru bara trý ting­fólk hjá Tjóð­ veld­i­num á vaktini. Sam­ bært út­varp­i­num ­var Heini O. Hein­e­sen far­in troytt­ur til hús, Páll á Reyn­a­túgvu var svang­ur og fekk sær ein bita, með­an Bjørt Sam­u­el­sen var til for­eldr­a­fund í Stud­ entaskúlanum. Orsøkirnar kunnu vera mang­ar fyri ikki at møta til týdn­ing­ar­mikl­ar at­kvøð­u­ greiðsl­ur í løg­ting­i­num. Men ikki ser­liga pol­it­iskt búgv­ ið at lata eitt hjart­a­mál hjá Tjóð­veld­i­num fara ­aft­ur­við borð­i­num – tí at fólk ikki møta til arbeiðis. Vit sóðu tað eisini skíris­ aft­an í fjør, tá Tjóð­veldi sam­ an við and­støð­uni legði mis­ áli­tis­upp­skot á løg­mann. Tá fekk Tjóð­veldi held­ur ikki mann­að lið. Undanførslurnar vóru eis­ ini fleiri tá, men hetta er sum inn­sats­ur­in hjá Sjálv­stýr­is­ kár­u­num til fólk­a­tings­val­ið. Hvussu skal veljarin trúgva upp á tykk­um, tá tit ikki sjálvi gera tað? At seta fram misálit á løg­ mann og ikki sjálvi at­kvøða fyri, tað er ikki serliga smart. Og ikki at møta til eina fyri Tjóð­veldi týdn­ ing­ar­mikla at­kvøð­u­greiðslu mán­a­kvøld­ið, tað er bein­ leiðis niðr­andi móti tjóð­veld­ is­velj­ar­um. Fýra tjóðv­eldi­s­ting­fólk møttu ikki til at­kvøð­u­greiðsl­ una – og tríggj­ar at­kvøð­ur rest­aðu í til meir­i­luta. Man skuldi í øll­um før­um trúð, Tjóð­veldi – eft­ir lemj­andi ó­sig­ur og lim­a­flýggj­an – í hes­um døg­um trongdi til ann­að, enn pol­it­ik­ar­a­r, sum ikki hava stund­ir til full­ veldi. Ein skandala Sambært Tórbjørn Jacobsen, so er talan um eina skandalu. – Hetta er ein flokkur í upp­loysn, ein flokkur við leiðsl­u­trup­ul­leikum, segði hann við útvarpið við tilsiping til Høgna Hoydal ella Annitu á Fríð­riks­mørk, sum forkvinna hjá Tjóðveldi á tingi. Tórbjørn Jacobsen, sum ikki er val­evni til løg­ tings­val­ið segði, at hendan hendingin ber boð um ein flokk í upploysn. – Veljarin má gera av, um hesi fýra fólkini skulu revsast fyri tað, segði Tórbjørn Jacobsen, sum helt umberingarnar frá Høgna Hoydal verða lunkaðar. Dómurin frá Tórbjørn Jacobsen var greiður: Hetta er ein stór skandala. Formaðurin átók sær ábrygdina Tá løgmaður hevði skrivað út valið í gjárkvøldið, nevndi Høgni Hoydal av sínum eintingum við útvarpið hesa fyri Tjóðveldi pínligu støðuna, sum flokkurin kom í mánakvøldið – og hann átók sær sjálvur alla ábyrgd fyri hesi »stóru skandalu«, sum Tórbjørn Jaocbsen kallar tað. Loksins varð valið skrivað út, so sum vit spáddu. At løg­mað­ur hev­ ur valt eitt leyg­ar­dags­val, tað er bara gott. Tí tá hava fleiri fólk høvi at velja, dag­ur­in kann ger­ast ein há­ tíð­ar­dag­ur, nógv hava frí, og skúl­ar verða ikki ó­rógv­að­ir­. Stóra avbjóði­ng­in er bú­skap­ ar­pol­i­tikk­ur­in og vant­andi fólk­a­ vøkst­ur­in. Vit krevja tí av okk­ara fólka­valdu, at nak­a­ð ver­u­liga mun­ a­dygt verð­ur gjørt við hend­an trup­ ul­lei­k­an. Vit mugu skapa eitt bíl­ig­ ari sam­fel­ag at liva í, eitt sam­fel­ag, har vit øll trív­ast. Vit hava brúkt alt ov nógva orku upp á at stríð­ast eitt tjóðskaparligt stríð, sum í veru­ leik­a­num hevur skeivt inn­i­hald, tí tørv­ur­in hjá landi og fólki als ikki er mál­ið – men frælsi frá einum í­mynd­að­um trælkara. Og tað er at brúka góðar kreftir skeivt! Politikkur er at fremja broyt­ing­ ar, og tí er tað tann for­nemm­asta upp­gáv­an hjá teim­um fólk­um, vit velja á ting, at taka hetta í størst­ an álv­ar­a. Tey eiga eitt nú at broyta skatt­a­lóg­i­na so­leið­is, at tað verð­ur liv­i­ligt hjá fólki at bú­leik­ast her. Tað skal sjálv­andi bera til at uppi­halda eini familju við tveim­um van­lig­um inn­tøk­um. Tí má til døm­is inn­tøk­ u­skatt­uri­n nið­ur – marg­in­al­skatt­ ur­in, sum er skatt­ur­in av sein­ast tjentu krónun­um, skal niður. Vit hava eina politiska skipan, sum hev­ur ver­ið alt ov sein í vend­ ing­ini at gera broyt­ing­ar so­leið­is, at lands­ins borg­ar­ar eru so nøku­lunda líka fyri lóg­ini. Pol­it­iska skip­an­in hev­ur hild­ið tað ver­ið í lagi at leska tey rík­astu í sam­fel­ag­num. All­ir flokk­ar hava ver­ið við til at hild­ ið upp­i ein­um syst­emi, har all­ar rík­astu før­o­ying­ar­nir kunnu ríka seg upp­aft­ur meira við til døm­is at selja skip – í ver­u­leik­a­num fisk­ i­loyvi – og partafeløg fyri hundr­að­ tals mill­i­ón­ir, utt­an at rinda skatt. Vit høvdu ein ís­lendsk­an banka her í nøk­ur ár, sum hevði sum spesi­ali at lokka fólk at selja – og onnur at keypa fyri ørandi upphæddir. Men hvussu nógv av hesum endaði í lands­kass­a­num? Í blaðnum í dag prenta vit tíð­ ar­grein hjá Henry Mell­em­gaard í Klaks­vík, sum lýs­ir henda himm­ al­róp­andi ør­s­kap­in sera væl. Hetta eiga øll, sum stilla upp til valið, at lesa og leggja sær í geyma. At landið skal spara, tað vita vit. Men landið dugir so illa at spara. Tað blívur ofta til oyðsl og tápuligar um rað­fest­ing­ar. Her kann land­ið læra av vinnu­lív­i­num, sum hev­ur gjørt so nógv­ar um­legg­ing­ar og rat­i­on­a­l­i­s­e­r­i­ng­a­r fyri at spara út­ reiðsl­ur. Nýt­ið hes­ar roynd­ir­nar í al­mennu skipanini! Almenni geirin skal ger­ast bí­lig­ ari. Skatt­ur­in skal um­leggj­ast, so tað loys­ir seg hjá øll­um at ar­beiða. Av­bjóð­ing­in er eitt sunt og sam­ halds­fast sam­fel­ag, har fólka­vøkst­ ur­in í sær sjálvum er stóra málið. Komið so eftir atkvøðuni! Vinnulív kann læra landið at gera veruliga sparingar Fyri fyrstu ferð – í øllum førum síðani vit fingu floksbýti á tingi í 1906, skulu føroyingar velja til løgtingið í oktobermánaði. Tey flestu munnu uppfata november sum valmánaðin, og ikki minst 8. og 7. november. Løgtingsval hava verið hildin 15 ferðir í november. Og øll løgtingsvalini frá 1945 til 1990 vórðu hildin í november. Annars hava sjey løgtingsval verið í januar, fimm í februar, trý hava verið í apríl, tvey í juli og eitt í august. Valini síðani 1906 fram til valið komandi hava verið hesar dagar: Fyrsta oktobervalið Fólkavøkstur er stóra málið Hava tey ikki tíð til fullveldi? Skatt­a­ inn­tøk­ur og lands­kassin Henry mellemgaaard kjak á síðu 17 Havnin skal ikki bløða... Heðin Mortensen kjak á síðu 20 2011: 29. oktober 2008: 19. januar 2004: 20. januar 2002: 30. apríl 1998: 30. apríl 1994: 7. juli 1990: 17. november 1988: 8. november 1984: 8. november 1980: 8. november 1978: 7. november 1974: 7. november 1970: 7. november 1966: 8. november 1962: 8. november 1958: 8. november 1954: 8. november 1950: 8. november 1946: 8. november 1945: 6. november 1943: 24. august 1940: 30. januar 1936: 28. januar 1932: 19. januar 1928: 23. januar 1924: 22. januar 1920: 10. november 1918: 24. apríl 1916: 28. februar 1914: 2. februar 1912: 2. februar 1910: 12. februar 1908: 2. februar 1906: 18. juli