Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. september 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. september 2011 · Nr. 112 4 Sosialurin Randi Jacobsen Tað var ikki nøkur nýggj hending, sum fekk Katrin Haraldsen á Eiði at seta seg í samband við aðrar skilakonur á Eiði og í Sundalagnum fyri at stovna ein áhugabólk. Áhugabólkurin ætlar at seta sjóneyguna á, hvussu kynsligur ágang­ ur móti børnum og í mill­um børn kann fyri­ byrgj­ast. – Fleiri okkara hava sæð og hoyrt frá børnum og vaksnum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi og onga hjálp hava fingið, sigur Katrin Harald­sen. Hon veit um fleiri fólk, sum veruliga hava havt hjálp fyri neyðini, men eingin hevur verið at hjálpt teimum. – Vit halda, tað vera um­ráðandi at verja okk­ara børn og tey, ið eru um børn okkara í dagligdegnum allastaðni, har tey ferðast bæði í skúla, barnagarði og til frítíðarvirksemi, sigur Katrin Haraldsen, sum er við at útbúgva seg til pedagog. Hon heldur tað vera neyðugt, at tey, sum eru um børn, læra seg at seta orð á trupulleikan. Duga tey tað ikki, kann eingin vænta, at leikfólk skulu duga tað. Øll mugu læra at síggja eyðkennini, so tey, sum eru um børn, ikki at órøttum verða skuldsett fyri kynsligan ágang. Tey, sum eru um børn eitt nú á legum, eru veruliga í vanda, og tey mugu eisini verjast. Upplýsing Áhugabólkurin ætlar at skipa fyri nøkrum átøk­um fyri avvarðandi bólkum  í Sunda og Eiðis kommunum.   Ætlanin við hesum átøkum er at varpa ljós á arbeiðið við børnum og at sjónlig­ gera trupulleikan við kyns­ligum ágangi. – Vit ynskja at fáa samstarv við ungdóms­ hús, ítróttar­feløg, skót­ ar,  leguhús og kristiligt virksemi, hetta fyri at vísa á trupulleikan. Okk­ara ynski er at vit í felag gera greiðari regl­ ur og átøk í sam­band við barna- og ung­dóms­ arbeiði í okkara øki, sigur áhugabólkurin Fyrsta tiltakið verður ein upplýsandi fundur fyri øll avvarðandi og feløg við fyrilestri, har tosað verður um evnið. Fundurin er almennur og verðu í kvøld. kl 20 á Felagsskúlanum. Við á fundinum verða Barna­verndarstovan, Barnabati tosar um børn og Kris um seinárin. Høvið verður at seta spurn­ingar og koma við hug­skotum. Í áhugabólkinum eru: Katrin Haraldsen, Katrin Højsted, Bodil Hentze Laksafoss, Randi Borðoy, Beinta Marlena Pedersen og Paula Bøgesvang. Randi Jacobsen Tá ið Norrøna kom úr Hirts­ hals til Føroya mána­morg­ unin 29. august, steðgaðu toll­ararnir eini 57 ára gaml­ ari kvinnu, sum hevði hassj í viðførinum.Kvinnan varð í grundlógarhoyri varð­halds­ fongslað í fýra vikur, og mána­dagin var málið fyri í rætt­inum. Kvinnan greiddi frá, at hon var farin til Danmarkar at vitja dóttrina, og meðan hon var har, ringdi ein ís­ lend­ingur til hennara og bað hana taka ein pakka við hassji við sær til Føroya. Hon var ikki serliga fegin um at gera tað, men átók sær kortini uppgávuna. Tey avtalaðu at møtast á høvuðsjarnbreytini í Keyp­ mannahavn. Hon fekk at vita á leið, hvussu stór nøgd var í taskuni. Við toki fór hon einsamøll til Hanstholm og umborð á Norrønu. Høvdu arbeitt saman áður Hon kendi ikki íslendingin, sum hevði ringt til hennara og gav henni taskuna við hassjinum í. Tey høvdu ar­ beitt saman nakrar ferðir segði hon. Kvinnan visti ikki, hvør í Føroyum skuldi hava hassjið. Hon skuldi fara á Hotel Hafnia, og har skuldi onkur koma til hennara. Men kom ongantíð so langt. Íslendingurin, sum var millummaður, hevði lovað henni 900.000 íslendskar krónur fyri tænastuna, svar­ andi til 42.000 før­oysk­ar krónur. Hon skuldi tó bara fáa helvtina, tí hin helvtin fór fyri skuld. Kvinnan hevði einki sam­ band við Føroyar. Taskan, sum hon tók ímóti, var ein teldutaska, og i taskuni var ein telda um­ framt vakumpakkað hassj. Professionelt Ákærin helt, at her var tal­ an um sera professionella smugl­ing, og at valt var at smugla við Norrønu, tí har var vandin minni at verða tikin, enn um hon fór við flog­fari. Hann kravdi kvinnuna dømda fongsulsrevsing í fyra mánaðir. Verjin helt hinvegin, at tríggir mánaðir vóru meira hóskandi, og at teir kundu vera treytaðir, tí kvinnan var so tilkomin, og hon hevði hvørki keypt ella seld. Dómarin dømdi kvinn­ una fong­suls­revs­ing í trígg­ jar mánaðir, og dómurin var treyta­leysur. Kvinn­an, sum longu hevur sitið varð- halds­fongslað í ein mánað, fór niðan aftur at sita, men hon fer ikki at sita so leingi aftrat, tí um einar tríggjar vikur kann hon vænta at verða roynd­ar­leys­latin og verður tá víst av landinum. Dómurin segði eisini, at kvinnan skal útvísast við forboð fyri at koma aftur komandi fimm árini. Kvinnan tók við dómin­ um. Fleiri tørvar hjálp eftir kyns­ligan ágang Tað má gerast nakað fyri at breiða út kunnleika um kyns­ligan ágang og avleiðingarnar av hesum. Eisini ræður um at fyribyrgja, at fólk av órøttum verða løgd undir slíkt, sigur Katrin Haraldsen á Eiði. Hon hevur tikið stig til ein áhugabólk Tríggjar mánaðir fyri at smugla hassj hassj Ein 57 ára gomul kvinna varð í Føroya rætti mánadagin dømd fongsulsrevsing í tríggjar mánaðir fyri at hava smugla hálvt annað kilo av hassji til Føroya smugling Ein nógv brúkt smuglara­ruta er við Norrønu til Íslands umvegis Føroyar. Hassjið, sum kvinnan smuglaði, skuldi ikki longri enn til Føroya Randi Jacobsen Á fundinum hóskvøldið verða umfatandi broytingar gjørdar í nevndunum und­ir Tórshavnar býráð. Broyt­ ing­arnar verða gjørdar, tí Bogi Andreasen fór úr Tjóð­veldisflokkinum yvir í Fólkaflokkin, úr samgongu í andstøðu. Í teimum stóru nevnd­un­ um hevur samgongan fýra av fimm sessum, men noyðist nú av við ein. Í onkrari nevnd noyðist Tjóðveldi helst av við ein sess, sum Bogi Andreasen so fær. Bogi Andreasen hevur verið formaður í byggi- og býarskipanarnevndini. Nú má nýggjur formaður velj­ ast. – Nú verður telvað, men vit fáa ikki at vita, hvussu úrslitið verður fyrr enn hóskvøldið, sigur Heðin Mort­ensen. Av tí at Bogi Andreasen er valdur fyri fýra ár eins og borgarstjórin, heldur hann fram sum varaborgarstjóri, tí hann hevur ikki sagt seg frá. Sostatt fer minnilutin bæði at eiga 1. og 2. borgarstjóra. Nevndirnar umskipast