hósdagur 12. februar 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 29 - 12. februar 2004
Nr. 29 - 12. februar 2004
11
Tað gevur nakað at hugsa um, at arvaða hallið á
fíggjarlógini fyri 2004 er á leið tað sama sum blokk-
niðurskurðurin, ið undanfarna samgonga framdi.
Tað gevur eisini nakað at hugsa um, at somu ráðgev-
ar, ið nú tosa um, hvussu ein skattalætti lækkar um
inntøkurnar hjá landskassanum einki varskó róptu,
tá blokkkurin bleiv niðurskorin við einari upphædd,
ið svarar til eina millión um dagin. Hvør hugdi at ár-
inunum á livistøðið í Føroyum? Hvør hevur sagt, at
ein slíkur niðurskurður bar til, uttan stórar sparingar
í almennu útreiðslunum? Hvar vóru alarmklokk-
urnar?
Andstøðan og einstaklingar vístu á, hvussu tað var
óðamannaverk at skera blokkin við so stórari upp-
hædd í einum við grundarlagi í tølum, ið bert vóru, tí
Føroyar vóru á aldukambinum av einum hákonjukturi.
Hetta var sum øllum kunnugt sum at sletta vatna á gás.
Blokkniðurskurðurin var framdur, og nú sita vit her
við stórum halli á fíggjarlógini, tí at undanfarni lands-
stýrismaður í fíggjarmálum legði fram eina fíggjarlóg
við alt ov bjartskygdum inntøkumetingum. At ein
radikal broyting er hend seinastu mánaðarnar er
skeivt. Rækjuvinnan og alivinnan hava rópt varskó í
fleiri ár, og tí kann tað ikki koma óvart á nakran, at
kreppan endiliga byrjar at síggjast á landskassans inn-
tøkum. Kemur hetta óvart á nakrastaðni, so er ov illa
arbeitt. Heldur ikki kann tað koma óvart á nakran, at
blokkniðurskurðurin kemur at hava álvarsligar fylgjur.
Hví gjørdu eitt nú Búskaparáðið ella Landsbankin
ongar útrokningar av ávirkanini av blokkniður-
skurðinum? Fyri at fáa 366 milliónir inn í landskassan
í skattainntøkum frá eitt nú útflutningsvinnuni, so skal
útflytast fyri væl meiri enn eina milliard, fyri at fáa
tilsvarandi upphædd. Hví kom eingin yvirvísmaður út
og ávaraði um vandan í at disponera út frá gullárum,
heldur enn at taka í hvussu so er eina miðaltalsáskoð-
an ella, sum tann varni vildi gjørt, eina áskoðan
baserað uppá ein búskaparligan aldudal?
Hetta varð ikki gjørt, og tí má okkurt verða galið við
skipanini.
Tað er sjálvsagt gott, at vit hava eitt búskaparráð,
men vit loyva okkum at seta spurning við, um ikki
eitt mark fyri, hvussu leingi man kann sita í ráðnum
ella í hvussu so er sum formaður, átti at verið. Hetta
kenna vit aðrastaðnis frá, har man skiftir búskapar-
ligar vísmenn út við millumbili, fyri at tryggja
innspræning av nýggjum tonkum. Búskaparfrøði er
ikki absolutt vísund, og tí eigur útskifting at verða
við millumbili í einum forumi sum Búskaparráðið,
so at dogmatiskar uppfatanir ikki fáa tíð at grógva
seg fastar, men at allar uppfatanir støðugt verða end-
urumhugsaðar og viðgjørdar objektivt. Hetta merkir
ikki, at tey, sum undan hava gingið vera kasserað,
men bert at teirra tíðarskeið er runnið, og at tey víkja
plássið fyri nýggjum fólkum við nýggjum áskoðan-
um. Er hetta ikki vert at umhugsa!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Blokkniðurskurðurin
og ráðgevingin
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Viðmerking til tíðindi í útvarpinum í
mánakvøldið
Orsaka eg spyrji - Hermann
Jan Mortensen
Vinnuhúsið
Útvarp Føroya bar í gjár
tíðindi, ið skilliga høvdu til
endamáls at seta Vilhelm
M. Johannesen í ringt ljós
undan komandi aðalfundin-
um í Havnar Handverks-
meistarafelag.
Útvarpið
siteraði ónavngivnar keldur
og samstundis var víst til
innanhýsis starvsfólkavið-
urskiftir í Vinnuhúsinum.
Vilhelm M. Johannesen
hevur lagt frá sær sum for-
maður í Føroya Arbeiðs-
gevarafelag
og
Føroya
Handverksmeistarafelag,
so stríð um hansara persón
ikki skal skaða feløgini.
Hesa avgerðini virða bæði
leiðsla og starvsfólk í
Vinnuhúsinum,
og
vit
kunnu samstundis staðfesta
at einki útistandandi er
millum Vinnhúsið og Vil-
helm
M.
Johannesen,
hvørki viðv. fundarpeningi
ella í persónligum viður-
skiftum við starvsfólki.
Vit eru ikki og ynskjast
ikki at gerast partur av ein-
um maktstríði innan Hand-
verksmeistarafelagið.
Víst verður annars til tíð-
indaskriv frá fríggjadegn-
um.
Tað undrar stórliga,
at Hermann Oskar-
son, nú hann er kom-
in í andstøðu, byrjar
at úttala seg
Meining Marjus Dam
Valevnisuppskot hjá Tjóð-
veldisflokkinum
undan
valinum, røðari hjá Hesu-
ferð o.s.v skírir nú annan
búskaparfrøðing at hava
partapolitiskan
lit.
Ein
kann spyrja – hví ikki tað?.
Er tað bert Hermann Osk-
arson, ið hevur rætt at hava
partapolitiskan lit – ímeðan
onnur ikki hava tað?
Sum løgtingslimur í nøk-
ur ár, so undrar tað ikki
sørt, at formaðurin í Bú-
skaparráðnum nú brádliga
er ímóti, at ein skattalætti
verður framdur.
Hann óttast fyri, at al-
mennu kassarnir fara at
tørva pening, uttan tó at
nevna, at ídag ræna al-
mennu kassarnir tann priv-
ata so nógv, at tey, ið ar-
beiða, neyvan hava eftir til
lúsasalvu, tá tey hava verið
ígjøgnum almennu skatta-
pressuna. Tað er veruleikin
ídag. Um onki skilagott
verður gjørt, so drepur
skatturin hønuna, ið verpur
gullegg, nevniliga øll tey
fólk her á landi, ið arbeiða.
Tað sum undrar enn meira
er, at Formaðurin í Búskap-
arráðnum, ið sum fakmaður
á økinum átti at komi við
metingum um t.d. avleið-
ingar av, at ríkisveitingin var
skerd á sinni - ikki kleyv í
tvey. Hetta var ein politisk
avgerð – ið hann onki hevði
við at gera, segði hann.
Eg spyrji enn, hvat og
hvar niðurstøðurnar og
kanningarnar hjá búskapar-
ráðnum vóru tá. Vóru tær
hildnar aftur, ella ikki
gjørdar - tí formaðurin var í
partapolitiskum hafti?
Ella hevði tað ongar
fíggjarligar avleiðingar at
ein triðingur av ríkisveit-
ingini varð skerd burtur?
Eftir stendur, at Búskapar-
ráðið onki boð er komið við
tá størsta inntriv í føroysk-
an búskap nakrantíð varð
gjørt – nevniliga skerjingin
av ríkisveitingini við 366,4
milliónum krónum eftir
einari nátt.
Eg haldi, at tað er undar-
ligt, at formaðurin í bú-
skaparráðnum og búskap-
arráðið onki gjørdi ella
segði tá.
Tað er eitt politiskt mál at
skerja skattin, so føroyingar
kunnu liva í Føroyum. Tað
hevur samgongan set sær
fyri. Hví skal Oskarson út-
tala seg um hetta politiska
mál, tá hann ikki kundi út-
tala seg ríkisveitingina á
sinni, tí tað var eitt politiskt
mál?
Kann hugsast, at Her-
mann Oskarsson rennur
partapolitisk ørindir, nú
hann sjálvur skýrir onnur at
gera tað?
Og somuleiðis kundi ver-
ið áhugavert at fingið at
vita, nær Hermann Oskars-
son úttalar seg sum búskap-
arfrøðing og nær hann úttal-
ar seg sum tjóðveldismann.
Mær tykist, at tað í løtuni
ikki er nakað skott ímillum
hesi viðurskiftir. Og tað átti
tað so avgjørt at verið.
Hevði formaðurin í bú-
skaparráðnum onga hóm-
ing av, at hallið á fíggjar-
lógini í ár kom at vera 400
milliónir krónur? Tí tað
vísti
búskaparfrøðingur
sambandsfloksins á fyri
knøppum árið síðan. Men
var onki sagt av búskapar-
ráðnum undan valinum – tí
at formaðurin vildi fjala tað
til eftir valið?
Eg haldi, at Hermann
Oskarson visti alt um hallið
á fíggjarlógini í ár, men at
hann tagdi um viðurskiftini,
tí fakligi neutraliteturin er
horvin í tjóðveldisleypinum.
Um búskaparráðið ikki
hevði nakra hóming av hall-
inum, so kann ein undrast á
fakliga førleikan hjá hesum
ráði. Tí annar búskaparfrøð-
ingur visti hetta fyri langari
tíð síðan. Men hóast hann
hevði annan lit enn H Osk-
arson, so var fakliga meting
hansara tíverri røtt, so syrgi-
liga røtt – og samsvarar
ógvuliga væl við tað í fíggj-
armálastýrið borðreiðir við
nakrar dagar eftir valið.
Men sum alment varð av-
noktað beint undan valinum
(citat Høgni Hoydal: "fant-
astiski fíggjarpolitikkurin
hjá K.Hansen"). Hall 400
milliónir áðrenn ávdráttir.
Ikki eiti á. Tað einasta fant-
astiska er eitt fantastiska
stórt hall.
Tað verður eitt fíggjarligt
upptak eftir tjóðveldis-
flokkin – sum vanligt.
Men skatturin skal niður,
so fólk aftur kunnu arbeiða.
Tað má Oskarson instilla
seg uppá.
VIÐMERKINGAR
Johan Samuelsen og søgufalsan
Til verju fyri fólkaræðið: "Avtakið javnstøðulógina".
Høgni Hoydal
Johan Samuelsen vil í grein
vera við, at Tjóðveldis-
flokkurin ikki hevur sam-
starvað um at vinna føroy-
ingum umboð í Norður-
landaráðnum, og síðani
leggur hann eftir undir-
ritaða fyri søgufalsan og
eftir tjóðveldisfólki sum
heild við alskyns niður-
gering.
Harmiligt, at so nógv,
sum verður gjørt í føroysk-
um politikki, skal byggja á
fordómar og útspillingar.
Johan Samuelsen tykist
hava valt tað til sítt lívs-
starv at spilla Tjóðveldis-
flokkin og tjóðveldispol-
itikarar út. Tað stendur
honum frítt, og eg fari ikki
at viðmerkja hansara aftur-
vendandi og óteljandi út-
spillingar av mær.
Men eg góðtaki ikki, at
hann spillir fólk út, sum eru
farin hiðani av fold og sum
ikki fáa vart seg. Og eg
góðtaki heldur ikki, at hann
leggur eftir øllum tjóðveld-
isfólki við ósannindum.
Norðurlanda-
umboðan á tingi
Tá tað snýr seg um um-
boðan føroyinga í Norður-
landaráðnum,
er
ongin
orsøk at leita eftir ósemjum
ella at falsa søguna, soleið-
is sum Johan Samuelsen
ger.
Løgtingið hevur verið
samt um, at Føroyar skulu
hava sjálvstøðuga umboðan
í Norðurlandaráðnum.
Umboðanin í Norður-
landaráðnum hevur ongan-
tíð verið gjørd til eitt stríð
millum andstøðu og sam-
gongu. Í 1978 og í 1979, tá
samgongan millum Javnað-
arflokkin, Tjóðveldisflokk-
in og Fólkaflokkin kundi
havt valt sær bæði umboð-
ini, valdi Løgtingið at geva
andstøðuni annað umboð-
ið, og hesum stuðlaði Tjóð-
veldisflokkurin sjálvandi.
(Andstøðan valdi Paula
Ellefsen úr Sambands-
flokkinum).
Framtøkini í
Norðurlandamálum
Samstarvið um at vinna
Føroyum limaskap og um-
boðan hevur eisini verið
gott á Løgtingi. Og Johan
Samuelsen átti at verið so
mikið at sær komin, at hann
eisini viðurkendi tað megn-
ararbeiði, sum Erlendur
Patursson, sáli, gjørdi fyri
at vinna føroyingum um-
boðan og norðurlendska
viðurkenning.
Erlendur Patursson átti
uppskotið, sum hevur givið
okkum núverandi støðu í
Norðurlandaráðnum. Hann
átti uppskotið um Norður-
landahúsið, og hann átti
uppskotið um tingmannar-
ráð Útnorðurs. Í góðum
samstarvi við millum onnur
Atla P. Dam, Thomas Ara-
bo og Dánjal Paula í Búð-
ini, vórðu øll hesi mál
framd - og sjálvandi gjørdi
eisini Petur Mohr Dam eitt
stórt arbeiði til tess at vinna
Føroyum umboðan í Norð-
urlandaráðnum longu afturi
í 60’unum. Hvør hevur sagt
nakað annað?
Uppskotið hjá Erlendi
í 1976
Viðvíkjandi
núverandi
støðu Føroya í Norður-
landaráðnum, var gongdin
hendan:
Í 1976 leggur Erlendur
Patursson hetta uppskot
fram í Norðurlandaráðnum:
"Nordisk Råd rekommand-
erer presidiet å utarbejde og
forelegge rådet forslag om
sådanne endringer i avtalen
om Nordisk Råd, at Færøy-
ene blir selvstendigt medl-
em af rådet like stilt med de
øvrige".
Formansskapurin sendir
landsstýri og løgtingi hetta
til ummælis, og í 1977
leggur Atli P. Dam vegna
landsstýrið fram uppskot til
samtyktar um at stuðla
uppskotinum hjá Erlendi
Patursson. Uppskotið verð-
ur einmælt samtykt á Løg-
tingi 16. mars 1977.
Landsstýrið vendir sær
síðani til danskar myndug-
leikar at fara víðari við
málinum. Í 1980 leggur
danska stjórnin fram upp-
skot í Norðurlandaráðnum
um sjálvstøðuga umboðan
fyri Føroyar og Grønland.
Eftir ársfundin í Reykjavík
í 1980 verður nevnd sett at
viðgera málið - tann so-
nevnda "Petri-kommitéin".
Nevndin viðger umboðan-
ina hjá Føroyum, Grøn-
landi og Ålandi. Meiriluti í
nevndini kemur kortini til
ta niðurstøðu, at hon vil
ikki viðmæla sjálvstøðug-
ari umboðan.
Ístaðin skjýtur nevndin
upp, at vit kunnu taka lut í
Norðurlandaráðnum (við
tveimum tingumboðum) og
kunnu taka lut í Ráðharra-
ráðunum og í embætis-
mannanevndunum, sum so-
nevnd "sjálvstýrandi økir".
Eftir hesum uppskoti
verða broytingar gjørdar í
Helsinki-sáttmálanum
í
1983, sum ásetur virksemi
hjá bæði Norðurlanda-
ráðnum (tingumboð) og
Norðurlendska Ráðharra-
ráðnum (stjórnarumboð-
ini).
Framstig seinnu árini
Hví Johan Samuelsen so
skal leggja meg undir søgu-
falsan og leggja tjóðveld-
isfólk undir ikki at vilja
gera framstig ella at siga
"alt ella onki", er óskilj-
andi. Seinastu árini eru hesi
mál framd í góðum sam-
starvi við m.a. Dan Reinert
Petersen, Jóannes Eides-
gaard og Jógvan við Keldu:
- Í 2000 vunnu Føroyar
sær fastan sess í Norður-
lendska Mentanargrunn-
inum.
- Í 2002 skrivaðu ís-
lendska stjórnin, grøn-
lendska Landsstýrið og
Føroya Landsstýri undir
samstarvsavtalu
um
at
styrkja Útnorðursamstarvið
á ráðharrastigi.
- Í 2002 samtykti eitt
samt løgting eftir uppskoti
frá landsstýrinum aftur at
søkja Norðurlandaráðið um
fullgildugan
limaskap.
Hendan umsókn er til
viðgerðar í løtuni.
- Í 2003 samtykti Norð-
urlandaráðið eftir uppskoti
úr Føroyum og Íslandi, at
samstarv við grannaøkini í
Útnorði (Hetland, Skotland,
Orkneyoyggjar, Hebridur-
nar, Írland, Ný Foundland
o.o. kanadisk øki) skal rað-
festast í Norðurlendskum
samstarvi.
Hví skal siðvenjan
broytast nú?
Spurningarnir ið nú standa
eftir, eru: Hví skal Løgting-
ið ikki framvegis standa
saman um norðurlendskt
samstarv og halda siðvenj-
una fyri, at andstøðan eigur
at velja annað umboðið hjá
tinginum? Og fremur skriv-
ingin hjá Johan Samuelsen
virðiligt samstarv?
Harry á Lakjuni
Orðið demokrati kemur úr
grikskum. (Démokra’tia, af
démos, folk + kra’tein,
herske, folkestyre), sigur
fremmandaorðabókin.
Fólkaræði,
siga
vit
á
føroyskum.
Fólk er eitt orð, sum ikki
flokkar fólkið í kyn, men er
eitt felagsheiti fyri bæði
kynini.
Demokratiska
styrkin
ella vektin hjá tí einstaka
liggur í atkvøðuni, t.v.s. at
hin einstaki veljarin til eitt
val kann velja tann persón,
hann vil, treytað av at hesin
er uppstillaður, sjálvandi -
og øll hava vit sama rætt til
at vera uppstillað. Soleiðis
velja vit umboð á løgting -
so sum vallógin fyriskipar.
Hetta, sum eg her havi
sagt, skuldi verið óneyðugt
at fortalt føroyingum, men
er tað nú tað? Og tá eg seti
spurnartekin, er tað tí, at
tað tykjast vera nøkur, ið
ikki hava skilt grund-
reglurnar í demokratinum.
Vit hava fyri stuttum havt
eitt val til løgtingið, og
úrslitið varð júst tað, sum
fólkið valdi. Fólkið fekk
sín vilja - og tað er gott.
Men tað er ikki gott og ein
smeitur fyri demokratiið, at
formaðurin í eini nevnd
(javnstøðunevndini), sum
er vald av landsstýrinum,
kemur fram í fjølmiðlunum
eftir valið og sigur, at valið
var ikki gott nokk. Tað
skuldu verið fleiri kvinnur
valdar, segði hon og róði
fram
undir
nakað
so
ódemokratiskt sum kyns-
kvotering.
At siga, at tað skuldu
verið fleiri kvinnur valdar,
er tað sama sum at siga, at
tað skuldu verið onnur fólk,
sum mannaðu tingið, enn
tey, sum fólkið valdi. Tað
vil siga, at landsstýrið hev-
ur eina nevnd sitandi, sum
við hond og fót arbeiðir
ímóti grundreglunum í
demokratinum. Slíkt verður
kallað undirgravingarvirk-
semi, og er hetta ein háðan
og ein niðurgering av dømi-
kraftini hjá veljaranum - so
tað forslær.
Sum borgarar kunnu vit
ávirka veljaran at velja
hendan ella hin - og tað er
gott, men tað er ikki gott, at
vit ímillum valini hava eina
nevnd, valda við løgtings-
ins vælsignilsi, til at ávirka
veljaran.
Tíbetur er demokratiið so
fastgrógvið í føroyingin, at
hann ikki letur seg tøla av
ódemokratiskum
javn-
støðusnakki, men velur
eftir síni egnu sannføring.
Tíverri hava politikarar
latið seg ávirka av hesum
og sett eina sokallaða javn-
støðulóg í gildi.
Orðið javnstøða klingar
væl í oyrunum og ljóðar,
sum um tað skuldi verið
nakað gott og demokrat-
iskt. Hetta kann skjótt fáa
ein veikan politikara at
blotna - og tí fingu vit javn-
støðulógina. Men aftaná
hava flest allir politikkarar
ásannað, og helst eisini teir,
ið samtyktu lógina, at
hendan lóg er eitt haft um
beinini á teimum sjálvum,
men tað er líkasum eingin,
ið torir at stíga fram og
siga, at keisarin er nakin, at
javnstøðulógin ikki hevur
eitt vet av demokratii í sær,
men er eitt fremmandalikm
í tí politisku skipanini - eitt
forstýrandi element.
Áðrenn kvinnan fekk
valrætt, hevði hon sjálvandi
lítlan og ongan møguleika
at ávirka politikk beinleið-
is, og tað var ikki gott, men
eftir at hon fekk valrætt,
hevur hon verið líkastillað
við mannin og hevur kunn-
að ávirkað tað sama sum
hann, sjálvandi. Sera ein-
falt, tí demokratiska styrkin
ella vektin hjá tí einstaka
liggur í atkvøðuni. Tað hev-
ur veljarin skilt og góðtikið,
men hann góðtekur ikki, at
ein smøl nevnd skal dikt-
era, hvussu hann skal velja.
Veljarin er nevnliga gløgg-
ur og vakin og dugir bein-
anvegin at gjøgnumskoða,
tá okkurt gongur hansara
demokratiska frælsi ov nær.
So kann vera spurt, hví
løgtingið er mannað 29 - 3
til menninar. Ein orsøk er
helst, at veljarin følir seg
provokeraðan og kennir, at
hansara demokratiski rætt-
ur at velja er hóttur av javn-
støðulógini og av kvinnu-
sakskvinnunum annars, og
tí í ávísari protest velur,
sum hann ger. - Helst
høvdu fleiri kvinnur sitið á
tingi, um vit onga javn-
støðulóg høvdu. Men høv-
uðsorsøkin er uttan iva
tann, at menn eru menn, og
kvinnur
eru
kvinnur.
Ójavnin teirra millum sæst
á flest øllum økjum og ger
seg eisini galdandi, tá ið tað
snýr seg um politiskt val,
og sæst á valúrslitinum. Ein
natúrlóg, ein natúrlig sið-
venja, sum eingin lóg kann
broyta.
Sum mann og kvinnu
skapti hann tey, lesa vit um
skapanina, tveir ójavnir
skapningar, sum eingin lóg
kann broyta. So tann, ið
stríðir fyri javnstøðu mill-
um kynini, stríðir ímóti
gudunum til fánýtis, sum
tikið verður til - ella rættari,
stríðir ímóti skaparanum til
fánýtis. Tað er júst tað, sum
nú sjálvt kvinnusakskvinn-
urnar ásanna, nú tær meira
ella minni desperatar kæra
sína neyð um, at stríð teirra
fyri javnstøðu hevur verið
úrslitaleyst. Tó gevast tær
ikki á hondum, men mæla
til, at onnur ódemokratisk
tiltøk verða sett í verk, so
sum
kynskvotering
og
"uppstramming" av javn-
støðulógini.
Tað hevur ongantíð sum
til hetta valið verið tosað so
nógv um at skapa álit á ta
politisku skipanina. Er tað
nakað, sum hevur skatt
hetta álit, so er tað javn-
støðulógin, sum varð sett í
gildi fyri 10 árum síðani,
og sum var eitt stórt aftur-
stig fyri eitt annars væl-
virkandi demokrati. Av-
takið hesa lóg, so at demo-
kratiið kann fáa frið at
virka óskert, frítt og opti-
malt - tá høvdu vit ivaleyst
sæð fleiri kvinnur á tingi.
C
M
Y
K
11
10