hósdagur 12. februar 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 29 - 12. februar 2004
Nr. 29 - 12. februar 2004
13
VIÐMERKINGAR
Breiða semjan um vinnuna - og gongda leiðin
Jón Guttesen
Skjúrtuermar eru brotnar
upp, slipsaknúturin loystur,
samgonguskjal smíðað og
breið semja er á breddan-
um. Men hvat fáa vit - ella
ikki, viðvíkjandi vinnuni.
Breiða semjan um at
gera mismun á vinnum
Fólkaflokkurin hevur hend-
ingaferð tosað um eina
studningsfría vinnu, men
formaður floksins hevur
greitt staðfest, at politikk-
urin er »tað sum ikki kan
standa noyðist ikki at fella«.
Virkandi formaður Sam-
bandsflokksins hevur út-
talað, at flokkurin er fyri
einari
studningsfríari
vinnu, meðan landstýris-
maður floksins við fiski-
vinnumálum sigur í viðtalu
við útvarpið sama dag, sum
hann er útnevndur, at
skattalætti til rækjuvinnuna
við innliman í FAS skip-
anina ikki skal roknast fyri
at verða studningur.
Javnaðarflokkurin mein-
ar eyðsýnt ikki, at studn-
ingsfrí vinna er eitt enda-
mál í sær sjálvum, og hevur
tí ikki havt hetta frammi í
valstríðnum.
Samgonguskjalið nemur
ikki við studning til vinnuna
sum heild, men við studning
til alivinnuna. Alivinnan
skal verða búskaparliga
sjálvberandi verður sagt.
Hetta hava menn tó gloymt,
longu áðrenn samgongu-
skjalið er undirskrivað, tá
teir tala um at veita skatta-
fyrimunir til alivinnuna.
Samanumtikið er breið
semja um, at skattafyri-
munir til ávísar vinnugrein-
ir ikki er studningur, breið
semja um at veita studning
til ávísar vinnunugreinir.
Samanumtikið er breið
semja um at gera mismun á
vinnum.
Breiða semjan
– um andøðvsróður við-
víkjandi fjøltáttaðari vinnu
og gransking.
Samgonguskjalið er ikki
»visionert«, sum ovurfegni
leiðarin í Sosialinum vil
verða við. Á leið somu orð-
ingar eru at finna í sam-
gonguskjølunum frá 1998
og 2002 - tó eru orðingar-
nar hesaferð ikki stuðlaðar
og útgreinaðar við ítøki-
ligum átøkum. Fyritreyt-
irnar verða settar upp, men
ítøkilig mál eru eingi, og
eingin mátistokkur verður
settur.
Eingi frambrot í gransk-
ingini,
samskipan
er
lyklaorði. Hetta leggur man
áherðslu á við at senda
sama flokk og sama mann
at manna sessin í Vinnu-
málaráðnum. Samskipan er
ikki annað enn samskipan,
samskipan av ov fáum
krónum gevur aldri meir
enn ov fáar krónir.
Samanumtikið - lyftir
samgongan ikki hond frá
síðu viðvíkjandi fjøltáttaðari
vinnu og gransking, so er
samgonguskjalið fylgt.
Gongda leiðin
Ganga vit út frá, at ein
króna brúkt til gransking
lønar seg fleirfaldað aftur,
tá úrslitini verða gagnnýtt,
eigur gransking at verða
eitt endamál í sær sjálvum.
Málsetningurin
átti
at
verði, at nøgdin av peningi
nýttur til gransking skal
útgera størri og størri part
av fíggjarlógini. Málið átti
at verið gjørt ítøkiligt við
einum procenttalið.
Vinnan klárar ikki sjálv
at bera granskingina fram-
eftir, tann ábyrgdin liggur á
undirvísingarøkinum. Men
vinnan skal verða við og til
hetta endamál átti skatta-
fyrimunirnir at verða nýttir
- her kann vinnan stuðlast.
Málið kundi verði, at
gransking verður skattað
lagaligari,
enntá
kundi
vinnan drigið gransking frá
í skatti. Her er talan um ein
skattalættað, ið hvørki ger
mismun á vinnugreinum,
ikki fastheldur vinnuni á
einum ikki-lønandi leisti,
skapar gróðrarbótn fyri
framstigum í siðbundnu
vinnunum og skapar grór-
arbotn fyri nýggju vinnu-
greinum.
Er gjógvin millum vinn-
una sum heild og útbúgv-
ingarstovnarnar stór, so er
hon størri ímillum okkara
útbúgvingarstovnarnar og
okkara
høvðusvinnur
-
fiskivinna
og
alivinna.
Endamálið átti at verið, at
henda gjógv skal vekk.
Málið átti at verið at seta á
stovn hægri læristovn fevn-
andi um lívfrøði, búskap,
matvørulæru, osfr. ið hevur
til endamál at nøkta tann
alstóra tørv á gransking
innan hesar vinnur, tann
alstóra tørv á frambrotum
innan hesar vinnur og
tørvin á høgt útbúgvnum
høvdum, sum tá verður
skaptur. Ein læristovn sum
kann geva hesum vinnum
veruligt mótspæl og skapa
vinnunum eina framtíð.
Samanumtikið er alneyð-
ugt at vit stíga eitt risafet
fram soðleiðis, at vit aftur
verða í fremstu røð, tá tað
ræður um fiskiskap, fiska-
framleiðslu og aling.
Droya samgonga, ella
hvussu hon kallast
Óla Jákup Kruse
Fyrst, men ikki minst, vil
eg hjartaliga takka harra
Laksafoss fyri tað væl-
meinta skattalættauppskot-
ið, verka- og arbeiðara-
fjøldini at gagni, men, sum
so síðan, av samgonguni
bleiv vanskeplað til eitt
heilt annað uppskot, ið so
at siga bert gav teimum há-
løntu størsta skattalættan.
Ja, so ófantaliga legði
nýklakta droya samgonga
árarnar út. Ein kundi trú, at
her var slíkur skundur, at
tíð varð hvørki til at hyggja
eftir um homlubond, ára-
ella borðskeytar ella tollar
vóru á samgonguskutuni,
og helst ongin nøgla.
Ja, soleiðis skuldi okk-
ara verkafólk, á hesum
sinni, við eini javnaðar-
leiðslu, uppliva onki um-
boð at eiga á tingi.
Ikki hevði okkara góða
gamla løgmanni, harra
Peturi Mohr Dam, sála,
dámt slíka viðferð, ið
hendan samgongan borð-
reiðir fyri føroyska verka-
fólkinum.
Petur Mohr Dam, sáli,
var ein hollur stuðul og ein
hjartaligur verkamanna-
vinur, har hann við kønari
hond og hegni, saman við
verkamannafjøldini reisti
ta sokallaðu javnaðarhá-
borgina, ein háborg, har
verkafólk okkara altíð føldi
ein fløva við grúgvuna.
Eitt skal okkara ný-
klækti løgmaður Eides-
gaard vita, og tað er: at
hevur okkara verkafólk,
undir leiðslu av P. M.
Dam, sála, uppbygt javn-
aðarháborgina, so ber tað
eisini hesum somu verka-
fólkum, undir leiðslu av
Eidesgaard løgmanni, til
at ríva hesa somu javnað-
arháborg niður aftur, um
so er, at verkamannaum-
boðini ikki finnast í lands-
ins leiðslu, hóast gott val
og løgmann.
Tað hevði verið ein
klænur og skeivur varði at
sett í søgubøkurnar til
okkara eftirkomarar at lis-
ið um, at javnaðarháborg-
in fall undir leiðslu av
Eidesgaard løgmanni, tí
hugsað varð ikki um at
leggja aftur at eldinum á
javnaðargrúgvuni, og sum
so við eitt var øskukøld.
Men ráð eru fyri hesum:
um javnaðarumboðini bera
so í bandi, at skattalætta-
uppskotið hjá Laxksafoss
kemur at virka eftir ætlan,
nevniliga, at tey lágløntu
fáa ein skattalætta upp á
uml. 2.800,- kr. um mán-
aðin, tey miðalløntu fáa
ein skattalætta upp á uml.
1.600,- kr. um mánaðin og
tey vælbjargaðu háløntu
fáa ein skattalætta upp á
uml. 120,- um mánaðin, so
er ein vón at hóma fyri
framman, tí Javnaðar-
flokkurin hórar ikki undan,
vendir hann verkamanna-
fólkinum bakið.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hyggjandi aftur um bak
renna fólk fram fyri meg,
sum eg eri takksamur
fyri at hava fingið høvi
til at kent. Jóannes Olsen
ella Jóannes í Hvalvík,
sum tey flestu nevndu
hann, var ein av hesum.
Blaðungur í sinnalag,
fryntligur, virkin, hjálp-
samur og handaliga og
andaliga virkin til sín
doyggjandi dag at kalla,
92 ára gamal.
18 ár vóru okkara mill-
um; men rann aldurs-
munur mær ongantíð til
hugs, tá vit hittust, eitt nú
í arbeiðsørindum heima
ella uttanlands. Hesin há-
bærsligi maðurin bar seg
væl, og varð altíð full-
komin tøgn, tá Jóannes á
fundi virðiliga tók orðið.
Jóannes hevur ikki verið
meira enn miðskeiðis í
tjúgunum, tá eg fyrstu
ferðina
hitti
henda
merkisverda mann, sum í
vánaligu
tríatiárunum
fór undir revahald, ið
skjótt breiddi seg um alt
landið og gav teimum
manga tiltrongdu krón-
una, sum dugdu at fáast
við tað.
Í Vestmanna var faðir
mín við í revahaldi, og
var Jóannes teimum holl-
ur at heita á, tá á stóð. Var
tað neyðugt, var hann
skjótur upp um fjøll fyri
sjálvur at meta um, hvus-
su til stóð. Nakra sam-
sýning fyri ómakin hoyr-
di eg ongantíð talan um
uttan hjartans tøkk.
Minnist meg rætt, var
tað eisini Jóannes, sum
fyrst
undir
krígnum
mælti teimum til at gev-
ast, meðan gott var.
At siga frá øllum,
Jóannes hevur tykist við í
dagliga føroyska sam-
felagslívinum, ber ikki til
í stuttum minningarorð-
um; men eri eg honum
takksamur fyri samrøð-
una, hann í 1991 gav
mær loyvi at taka upp á
band – sannur dýrgripur
av stillisligum, fyrsta-
honds frásagnum frá lut-
tøku í helst hendingarík-
asta tíðarskeiði í Føroya
søgu, har vit av sonnum
vita, at hansara partur
ikki lá eftir. Tað var altíð
hugnaligt at støkka inn á
gólvið í gestablíða heimi
teirra, Jóannes í Hvalvík
og Hansinu úr Tjørnuvík,
sum var honum góða
kvinnan aftanfyri mann-
in. Ørindi míni tann dag-
in vóru at spyrja Jóannes
um Hvalvíkskúnna, fyrsti
dozarin í nýggjari før-
oyskari vegagerð; og tá
tað evnið var fingið frá
hondini, gloymdu vit
okkum við einum góðum
kaffimunni heilt burtur,
hetta bæði innan og uttan
landoddarnar, alt meðan
bandið mól – eg hevði til
alla lukku gloymt at
sløkkja.
Jóannes var nú farin
langt upp um tað, vit
vanliga nevna mansaldur
og kundi tí ikki óvæntað
leggja frá sær; men sakn-
urin er stórur í ikki long-
ur at kunna taka telefon-
ina og spyrja, hvussu tað
nú var við hesum ella
hasum og eftir góða frá-
greiðing og nøkur skemti-
lig orð aftur leggja rørið á.
Friður veri við minni-
num um Jóannes í Hval-
vík.
Heini Olsen
Til minnis um vinmannin
Jóannes í Hvalvík
29. januar 2004 fingu hesir
kavaraprógv frá Kavara-
skúlanum hjá Fiskiveiði-
eftirlitinum:
Aftara rað: f.v. Jógvan
B. Reynslág, Tórshavn, Óla
Hans Olsen, Vestmanna,
Ragnar við Streym, Norð-
skála, Jóan Petur Johanne-
sen, Funningur, Hilmar Jo-
hannesen, hjálparinstruk-
tørur,
Keistin
Poulsen,
hjálparinstruktørur.
Fremra rað: f.v. Rani
Rasmussen, Tórshavn, Terji
Juul, Tórshavn, Kenneth
Michelsen, Tórshavn, Sám-
al E. Kyrrigerð, Klaksvík,
Magni Petersen, Tvøroyri.
Elmar Højgaard instruktør-
ur vantar á myndini.
Fiskiveiðieftirlitið:
Kavaraprógv frá Kavaraskúlanum
Millum starvsfólkini sum
vórðu heiðraði við blómum
og gávum á samkomu hjá
Føroya Fiskavirking 4.
februar 2004 var Majkin
Olsen úr Havn, sum hevur
arbeitt á virkinum í meira
enn 25 ár.
Majkin er 46 ára gomul
og úr Havn, dóttir Jóhannu,
f. Poulsen, av Oyrabakka,
og Ejler Eysturtún í Havn.
Eftir lokna skúlagongd,
sum 16-17 ára gomul, byrj-
aði Majkin at arbeiða á
Bacalao. Hon hevur staðið
við flakalinjurnar og havt
ymiskar aðrar uppgávur á
virkinum. Majkin sigur, at
hon hevur trivist sera væl á
flakavirkinum bæði hjá
Bacalao og hjá Føroya
Fiskavirking.
Majkin er gift við Jón-
leivi Olsen úr Streymnesi,
tey búgva í Havn og eiga
tvey børn: Fríðunn, sum
býr Havn, og Svenn, sum er
í útbúgvingarørindum í
Danmark í løtuni.
Føroya Fiskavirking:
Majkin Olsen 25 ára starvsdag
Hans Jacob
Kollsker 45 ár
Tann 14. februar 2004 fyllir
Hans Jacob Kollsker í Hoy-
vík 45 ár.
Hans Jacob er føddur á
Eiði í 1959, foreldrini eru,
Elinborg, f. Kalsoy, og
Tóraldur Kollsker, fyrrver-
andi pantifúti, bæði av Eiði.
Hann eigur tveir eldir brøð-
ur, tvíburarnar Terja og
Eyðstein.
Báðir abbarnir, Hans
Jacob Poulsen og Jóhan
Kallsoy, sum hevur yrkt
ymiskar sangir og sálmar,
vóru løgtingsmenn, og sótu
í tingi fyri ávikavist Javn-
aðarflokkin og Sjálvstýris-
flokkin.
Hans Jacob er uppvaksin
á Traðarvegnum í Havn.
Hann lærdi til bilmekanikar
hjá Jonhardi Brøðraberg í
Havn og er eisini útbúgvin
maskinmeistari.
Hans Jacob verður ofta
settur í samband við stórar
motorsúkklur og flottar bil-
ar. Tað er heldur ikki av
ongum, hann hevur altíð
havt stóran áhuga fyri
motorakførum og fekk sær
tíðliga egnan bilverkstað,
fyrst saman við Kurt Dal-
Christiansen, og seinnu
nógvu árini hevur hann
havt sín egna plátu- og
lakkeringsverkstað. Í fjør
flutti hann inn nýggjan nú-
tímans virkisbygning inni á
Hjalla, har hann eisini selur
SsangYong bilarnar.
Hans Jacob býr saman
við Heidi Petersen, og sam-
an eiga tey tvey ára gamla
sonin, Teitur. Hans Jacob
eigur eisini børnini: René,
Rannvá, Tróndur og Tór-
aldur.
Kunngjørt verður fyri vinum og kenningum,
at okkara kæra kona, mamma og omma
Susan Skaaning
andaðist mánadagin 9. februar.
Jarðarferðin verður úr Melby kirkju
leygardagin 14. februar kl. 10.00.
Torben, Lone, Signe og Jakob
Erik, Christian, Jóhann og Jákup
Dagurin
12. februar. Eulalia, deyð umleið ár 300. Ung genta í Barcelona í Spaniu, sum varð pínd og myrd fyri trúar sakir. Er
verndarhalgimenni hjá býnum Barcelona. Navnið er grikst og merkir tann væltalandi.
C
M
Y
K
13
12
Í dag, hósdagin 12.
februar, verður
kunnandi fundur á
gistingarhúsinum
Bládýpi í Havn, har
týski verkfrøðingurin
Alexander Noack fer
at greiða frá um bilar
ið koyra við raps- ella
matolju
Tíðindaskriv
Á fundinum fer týski verk-
frøðingurin,
Alexander
Noack, ið starvast hjá fyri-
tøkuni Tecnologie Elsbett
GmbH, fer at greiða frá um
bilar, ið koyra við raps- ella
matolju.
Kunnað
verður
um,
hvørjir bilar kunnu byggj-
ast um, og hvussu hetta
veður gjørt.
Í løtuni er tað bara VW
Lupo bilurin hjá Erling
Simonsen, ið koyrir við
rapsolju her í Føroyum.
Meðan Alexander Noack er
her, fer han at byggja ein
bil afturat um til rapsolju.
Fundurin er almennur og
verður hildin á Bládýpi í
Dr. Jacobsensgøtu 14-16
hósdagin l2.februar kl.
19.30
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður, verður við á
fundinum.
Orkuspurningar i síni
heild verða havdir á lofti.
Dentur verður lagdur á
politisk og búskaparlig
sjónarmið við náttúru- og
umhvørvisvernd í huga.
Almennur rapsoljufundur í Bládýpi
Í løtuni er tað bara VW Lupo bilurin hjá Erlin g Simonsen, ið koyrir við rapsolju. Nú skal næsti bilurin eisini gerast um til
rapsbil