fríggjadagur 30. september 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. september 2011 · Nr. 113
vikuskiftisblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Man skal hava serlig destruk
tiv evni fyri at klára at mal
traktera ein flokk so meint,
sum tey ráðandi í Gamla
Sjálvstýri gera nú.
Til fólkatingsvalið var
flokkurin á politiskari sjálv
morðskós, og nú løgtingsval
er skrivað út, so halda hesi
fólkini fram á somu politisku
sjálvmorðskós, har ein talar í
eyst og hin í vest. Formaður
in boðaði frá, at hann leggur
frá sær, men nú tykist hann
ikki hava hug til tað kortini.
Mikukvøldið varð faldari
borin í hvørt hús. Helst er
talan um ein gamlan faldara,
tey hava havt liggjandi, tí har
eru fólk í, sum ikki eru val
evni longur, og har manglar
hon, sum má metast sum høv
uðsvalevni hjá flokkinum,
Kristianna Winther Poulsen,
sum á fólkatingsvalinum still
aði upp fyri fyrstu ferð.
Tað hevur sært fólk í flokk
inum, at Kári á Rógvi í Kring
varpinum lætst sum um, at
tey nú vóru so samd í flokk
inum, at tey kundu senda út
ein faldara – saman. So nógv
hevur hetta sært eitt nú
Rúnu Sivertsen, at hon hev
ur sent út tíðindaskriv, har
hon enn einaferð mótmælir
leiðslu floksins.
Tað ljóðar, at hon hevur
meldað seg úr flokkinum, og
at hon ikki hevur játtað end
aliga uppstilling. Men hetta
vil hon ikki vátta. Hinvegin
hevur Sámal Petur í Grund,
fyrrverandi landsstýris- og
løgtingsmaður og formaður
floksins, sum alt lívið hev
ur verið sjálvstýrismaður,
meldað seg úr, tí hann vil ikki
kennast við tað, tey fáast við
í flokkinum.
Vit hava fyrr nevnt allar
flokshoppararnar sum or
søk til hugsjónarliga stríðið í
flokkinum. Har eru fráfallin
javnaðarfólk og fólkafloks
fólk sum skulu sameina síni
vinstra og høgra og sjálvstýris
og sambandssjónarmið við
»stig-fyri-stig«
sjálvstýr
ispolitikkin – og tá kann
hugsjónin kámast.
Men flokkurin hevur eina
vón fyri at yvirliva, og hon er
Kristianna Winther Poulsen.
Hon kann geva flokkinum ein
nýggjan profil – og kanska
vinna somu støðu, sum Mar
grethe Vestager hevur megn
að í donskum politikki. Og so
er Kristianna eisini av góðum
sjálvstýrisbergi brotin!
Kárarnir og flokshopparar
nir hava í øllum førum spælt
fallit. Við teimum fer gamla
Sjálvstýri í søguna, eins og í
1943 og í 1945 – og tá verður
tungt at lyfta arvin aftur.
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
At hoppa flokk úr flokki er vorðið
eitt alsamt vanligari fyribrigdi, ikki
bara í Føroyum, men eisini í øðrum
londum.
Víst vóru tað fólk, sum skiftu
flokk í gomlum døgum. Men hyggja
vit í løgtingssøguna, so var tað púra
óvanligt, at fólk fóru úr einum
flokki í annan einans av persónlig
um ávum.
Av fyrstan tíð – tá vit fingu floks
býti á tingi á valinum í 1906, høvdu
vit Sjálvstýrisflokkin og Sambands
flokkin í at velja. So kom Javnaðar
flokkurin.
Við Javnaðarflokkinum í 1928
kom ein onnur dimensión upp í pol
itikkin, sprottin úr sosialdemokrat
isku hugsjónini, sum hevði fingið
fastatøkur í Danmark og ørðum
londum.
Í 1936 kom so mótspælið, tá Vinn
uflokkurin varð stovnaður. Menni
nir handan flokkin kastaðu saman
við monnum úr Sjálvstýrisflokk
inum og stovnaðu Fólkaflokkin í
1940. Nú høvdu vit bæði samband
/sjálvstýri og vinstra/høgra dimen
sión í føroyskum politikki.
Søguna um fólkaatkvøðuna, har
fleiri atkvøddu fyri loysing enn sam
bandi, sum endaði við heimastýris
lógini, kenna vit. Ein beinleiðis av
leiðing av hesum varð stovnanin av
Tjóðveldisflokkinum í 1948.
Sum vera man hava fólk skift
millum flokkar í hesum døgum.
Men eftir 1948 eru bara hissini
broytingar farnar fram í so máta.
Kjartan Mohr kom við Framburðs
flokkinum í 1954, sum umvegis
ymsar royndir endaði við Miðflokk
inum hjá Jensi av Rana.
Tað sum eyðkendi føroyskan pol
itikk hesi árini – vit kunnu siga eftir
at Tjóðveldisflokkurin varð stovn
aður, var at menn – tað vóru altíð
menn – hildu seg til flokkarnar og
til ta stevnu, sum flokkurin hevði.
Hetta var galdandi í øllum flokkum,
um enn í summum meira enn í øðr
um.
Men tá vit koma upp í nítiárini,
tá fer politikkurin at snúgva seg al
samt meira um persónar. Fólk vilja
helst sjálvi sleppa framat – felags
skapurin hevur minni týdning, og
ávísir persónar í flokkum persóni
fisera flokkin við seg sjálvan. Tað
heldur jú bara til eitt vist.
Allir flokkar, sum eru umboðaðir
á tingi í dag hava flokshopparar.
Tað er tí regulin heldur enn undan
takið. Men skulu vit varðveita flokk
ar – og skulu vit nærkast blokkpol
itikki, har veljarin framman undan
valinum veit, hvat hann velur, so
krevst, at flokkarnir sýna meira
dirvi, seta einstøku persónunum
krøv. Tað er í lagi, at fólk skifta hug
sjón. Men skulu vit framhaldandi
taka flokkarnar fyri fult, so er krav
ið so einfalt sum tað, at flokkarnir
seta valdu umboðunum krøv. Tað
skapar virðing.
Flokkarnir mugu seta
sínum valdu umboðum krøv
Sjálvstýrisflokkurin,
sum
var ein lítil flokkur, er nú í
vanda fyri at verða upp aft
ur minni.
Á síðu seks í blaðnum í
dag, vita vit at siga, at eina av
heilt góðu, gomlu stuðlunum
hjá flokkinum, Sámal Petur í
Grund, hevur meldað seg úr
flokkinum.
Men nú kunnugerð Er
hard Jacobsen, sum er limur
í landsnevndini hjá Sjálvstýr
isflokkinum, at eisini hann
hevur meldað seg úr, eftir at
hava verið virkin í flokkinum
í 25 ár.
Men
neyðstøðan
hjá
flokkinum endar ikki her.
Rúna
Sivertsen,
sum
eisini hevur verið ein av
fremstu vælevnum, sigur
við Sosialin, at hon kann ikki
samstarva við floksleiðsluna,
sum nú er.
Hon hevur ikki hug at út
greina hetta, men hon stend
ur fast við, at tað er neyðugt
at fáa nýggja floksleiðslu.
Kristina Toftegaard Lar
sen, sum somuleiðis er eitt
av fremstu valevnunum, sig
ur, at hon umhugsar støðuna
í flokkinum, og um hon fer
at stilla upp, sum støðan er
nú, men enn hevur hon onga
avgerð tikið, tí hon ætlar sær
ikki at leypa framav.
Hon var eisini ein av teim
um, sum høvdu kravt eyka
aðalfund leygardagin, men
nú hevur floksleiðslan gjørt
av, at hann verður ikki fyrr
enn 20. oktober.
Hetta er Kristina Toft
egaard Larsen, serstakliga
ónøgd við, men hon metir at
tað stríðið er tapt.
Sjálvandi kann lógin tulk
ast, men at bíða við eykaað
alfundinum, er at seta fólka
ræðið til viks, tá ið eitt krav
frá so mongum limum ikki
verður gingið á møti.
- Hetta sær ikki gott út og
hetta hava okkara veljarar
ikki uppiborði.
Í gjár skuldi Sjálvstýr
isflokkurin hava fund fyri
valevnunum, men vit sita, at
tað vóru summi valevni, sum
ikki møttu fyri at mótmæla
støðuni.
Men nú er eisini meiri
enn óvist um tað yvirhøvur
verður nakar eykaaðalfund
ur tann 20. oktober.
Kári á Rógvi, floksformað
ur, mælir til, at onki hendir
fyrrenn eftir valið, men at
nýggjur formaður so verð
ur valdur, tá ið tað er greitt,
hvør verður valdur á ting.
Men hann stendur fast
við, at sjálvur fer hann frá.
Meiri á síðu 6
Leypa fyri borð
Flokshopparar og floksagi
Á politiskari sjálvmorðskós
Halda
seg vera
ov góðar at
flyta niður
Ítróttur á síðu 18
Kann
man sita
í fleiri
størvum?
Kristin vestergaard
kjak á síðu 13