Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. september 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. september 2011 · Nr. 113 6 Sosialurin Áki Bertholdsen - Eg vil ikki verða ein partur í tí, sum fer fram í Sjálv­stýris­ flokkinum í hesum døgum. Tað staðfestir ein av fremstu stuðlunum hjá flokki­num í nógv ár, Sámal Petur í Grund. Hann hevur umboðað Sjálvstýrisflokkin bæði í Løgtingi og í Landsstýri, eins og hann hevur verið floksformaður. Men nú er hann so ónøgd­ ur við tað, sum fer fram í flokkinum, at hann hevur tikið avleiðingarnar. - Eg havi boðað flokkinum frá, at eg vil ikki vera limur í flokkinum longur og sostatt havi eg meldað meg úr Sjálv­ stýrisflokkinum, sigur hann. Annars hevur hann fyri tíð síðani boðað frá, at hann ætlaði sær ikki at stilla upp til løgtingsvalið. Alt lívið Hann viðgongur, at hetta var eitt álvarsligt stig at taka, tí hann hevur verið limur í flokkinum alt sítt vaksna lív. Eg varð limur í flokkinum seinast í sjeytiárunum og havi sostatt verið limur í yvir 30 ár. Sámal í Grund sigur, at hesa seinastu tíðina hevur hann ikki kent seg heima í flokkinum. - Eg vil ikki kennast við tað, sum fer fram í flokkinum í hesum døgum, sigur hann. Hann hugsar um ta ósemju, sum hevur valdað innan­floks, men hann vil ikki ná­greina hetta. - Men nú alt er vorðið til eitt eljustríð, havi eg gjørt av bara at pakka saman. Tveir formenn Nú situr hann bara uttanfyri og eygleiðis støðuna. - Men sum eygleiðari heldur hann, at eitt stríð í ein­um flokki er altíð keðiligt og tað serstakliga keðiligt, tá ið eitt stríð sum hetta er mitt í einum valstríði. Sámal Petur í Grund held­ur, at tað er eisini stak óhepp­ið at býta valstríðið í tvey og at føra valstríð und­ir tveimum ymiskum for­­monnum, har ein formað­ ur stendur á odda fyri tí fyrra parti­num, men har ein nýggjur for­maður skal taka við, akkurát tá ið valstríðið tað kemur í hæddina. Hevði tað so eftir tímum tykki verið rættari at havt formansvalið leygardagin, sum ætlað? - Antin tað – ella at bundið frið til valið var av, sigur Sámal Petur í Grund. Hann sigur, at fyribils hevur hann bara tikið av­ gerð um at melda seg úr Sjálv­ stýrisflokkinum. Men um hann kortini fer at atkvøða fyri honum á val­ degnum, hevur hann ikki tikið støðu til. Fyribils havi eg meldað meg úr Sjálvstýrisflokkinum. Hvat síðani hendir, havi eg ikki tikið støðu til, sigur hann. aki@sosialurin.fo Hava tit hugskot ella viðmerkingar, send ein sms til 225000 Sámal Petur rýmir úr Sjálvstýrisflokkinum PAKKAR SAMAN Eg ikki stoltur av tí, sum hendir í hesum døgum og tað havi eg nú tikið avleiðingarnar av, sigur Sámal Petur í Grund, sum var ein av fremstu stuðlunum hjá Sjálvstýrisflokkinum - Eg vil ikki verða ein partur í tí, sum fer fram í Sjálvstýrisflokkinum í hesum døgum., sigur Sámal Petur í Grund, sum í nógv ár var ein av fremstu stuðlunum hjá flokkinum - Tað er ikki tí, at eg eri fornermað! Kristianna Winter Poul­sen, sum er ein av nýggju oddafólkunum í Sjálv­­stýris­flokkinum, ætlar sær fram­vegis at stilla upp til løgtings­ valið. Tað vóru annars mong, sum undraðust, tá ið tey miku­kvøldið fingu ein fald­ara frá Sjálv­stýris­flokkinum. Í faldarunum vóru mynd­ir av valevnum, sam­an við eini valskrá í stuttum. Men tað leyp í eyguni, at summi av fremstu val­ evnum floksins ikki vóru avmyndað í faldaranum. Samstundis var mynd av øðrum valevnum, sum helst ikki fara at stilla upp. Men Kristianna Winther Poulsen heldur ikki, at tað er forgjørt í tí, at mynd av henni ikki er í faldaranum. - Eg kom upp í Sjálv­ stýris­flokkin í apríl og fald­ar­in er eldri enn tað, sigur hon. Men um tað er løgið at flokkurin sendur ein val­ faldara út, har øll valevn­ ini ikki eru við, hevur hon onga avgjørda meining um. - Eg hevði onki havt ímóti at verið við, men fald­arin er altso gjørdur, áðrenn eg kom upp í flokkin. Skuldi bíða Kristianna Winther Poul­ sen vildi annars verið ósemj­una, sum nú er í flokki­num, fyri uttan. - Tað er óheppið at skifta formann mitt í val­stríðnum. Hin heldur, at nú eiga allar kreftir at verða brúkt­ar upp á at fáa eitt gott val. Tí heldur hon, at formansskifti skal ikki vera nú, men beint eftir løgtingsvalið, tí stríðið kann kosta flokkinum. Sjálv er hon eisini nevnd sum eitt møguligt evni til floksformann. - Tá ið eg nú havi bjóðað meg fram í politikki, er tað tí at eg eri til reiðar at farið allan vegin, skuldi tað komið hartil. Tað merkir, at skuldi tað lagað seg so, at hon verður vald, og at heitt verður á hana um at taka ábyrgd fyri leiðslu Sjálv­­stýris­floksins, hevði hon heldur ikki borið seg undan. - Men tað verður undir ongum umstøðum fyrr­enn eftir valið, legg­ ur hon afturat. Tað ger einki Nú alt er vorðið til eitt eljustríð, havi eg gjørt av bara at pakka saman Ikki stoltur Faldarin, sum Sjálv­stýris­ flokkurin gav út í gjár, er ikki ein faldari við okkara valevnum. Tað sigur Kári á Rógvi, Floksformaður. Tað leyp í eyguni á fólki, at Sjálv­stýris­flokk­ urin gav ein faldara út mikukvøldið, har fleiri av valevnum floksins, ikki eru við. Men Kári á Rógvi sigur, at hetta er ein fald­ ari, sum tey gjørdu upp á beráð nakað síðani. - Vit hava havt hann liggjandi, tí vit vildu vera fyrstur við einum faldara, tá ið valið varð útskrivað og myndirnar í honum skulu ikki takast sum um at hetta eru okkara valevni. - Hetta eru mestsum stemningsmyndir, leggur hann afturat. Hann sigur, at seinni verður ein faldari gjørd­ ur afturat og har verða øll valevnini á, sigur Kári á Rógvi. Vildu vera fyrst Tað er ikki tí, at eg eri fornermað