Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 - 12. februar 2004 15 14 Nr. 29 - 12. februar 2004 Síðu 9-gentan komin fyri at vera Ekstrablaðið hevur ongar ætlanir um at vraka Christinu, Dorte, Maju og hvat allar hinar síðu 9- genturnar eita. Síð- an 1976 hevur síðu 9-gentan verið fast- ur táttur í blaðnum SÍÐU 9-GENTAN Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Seinastu 28 árini hevur Ekstrablaðið havt eina blaðsíðu, sum serliga er ætlað mannligu lesarun- um. Vit tosa sjálvsagt um blaðsíðu níggju á Ekstra- blaðnum, sum síðan 1976 hevur verið sett av til lætt- klæddar danskar kvinnur. Ikki heilt óvæntað hevur blaðsíðan altíð verið væl móttikin av serliga mann- ligu lesarunum hjá Ekstrablaðnum. Leiðslan á Ekstrablaðn- um hevur ongar ætlanir um at vraka síðu 9 gent- una. – Ekstrablaðið hevur altíð dámt síðu 9-gentuna. Hon er frísk, søt og fitt og hon gevur blaðnum ein serligan dám. Vit mugu ikki gloyma, at vit í dag hava ein heim, ið er eyð- kendur av brotsverkum og nógvum politikki og í tí rúgvuni er tað gott, at vit kunnu hava ein øðrvísi tátt í blaðnum, sigur Hans Engell, blaðstjóri á Ekstrablaðnum. kelda: ekstrabladet.dk 100 bløð til Føroya um dagin Blaðsølustjórin á Ekstrablaðnum, Ole Sloth, sigur, at sølan av Ekstrabløðum hevur verið rættiliga støðug seinnu árini. Einir 15-20 keyp- menn selja Ekstra- blaðið í Føroyum LESARASKARIN Í FØROYUM Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Gjøgnum leysasølu og haldarar vil eg siga, at eini 100 bløð verða send til Føroya dagliga, sigur Ole Sloth, sum stendur fyri blaðsøluni av Ekstra- blaðnum, Spurdur um sølan er minkað, svarar Ole Sloth, at hon hevur verið rætti- liga støðug seinnu árini. Hann greiðir frá, at tað eru einir 15-20 keypmenn í Føroyum sum selja Ekstrablaðið. Blaðsølustjórin sigur, at tað er komið meir enn so fyri, at ein serligur so- nevndur spísiseðil er sendur til Føroya. Ein spísiseðil er forsíðu- myndin, sum vanliga er at síggja á hurðunum í teim- um ymisku handlunum kring landið. – Er okkurt serligt á vási, sum hevur við Før- oya at gera, plaga vit at senda ein serliga føro- yskan spísiseðil. Undir Bankamálinum og tá Jó- annes Eidesgaard varð avgerandi atkvøðan fyri Danska Javnaðarflokkin- um á valinum í 1998, vórðu serliga spísiseðlar sendir til Føroya, sigur Ole Sloth. Hans Engell: Frá forsætisráðharra- evni til Ekstrablaðið Hans Engell stórtrív- ist í starvinum sum blaðstjóri á Ekstra- blaðnum. Hóast tað kom óvart á mong, at hann valdi blað- stjórastarvið á Ekstrablaðnum, heldur høvuðsper- sónurin ikki, lopið frá forsætisráðharra- evni til Ekstrablaðið er so undarligt BLAÐSTJÓRIN Á EKSTRABLAÐNUM Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Nógv hvukku við, tá fyrr- verandi formaðurin í Kon- servativa flokkinum, Hans Engell, brádliga tók av møguleikanum at gerast blaðstjóri á umstrídda Ekstrablaðnum. Hans Engell var framm til fyrst í nítiárunum fremsta evnið hjá borgar- ligu flokkunum í Danmark at gerast nýggjur forsætis- ráðharri. Ein biltúrur eitt vetrarkvøld gjørdi kortini bráðan enda á eini annars lovandi framtíð í donskum politikki. Hans Engell varð tikin av løgregluni at koyra bil ávirkaður. Hann tók avleiðingarnar alt fyri alt og tók seg úr politikki. Hans Engell hevur út- búgving sum journalistur og tí væntaðu flest øll, at hann fór aftur til gamla yrkið hjá sær sum blað- maður. At valið kortini fall á Ekstrablaðið, hevði fáur givið sær far um. Høvuðs- persónurin sjálvur heldur kortini ikki, at lopið frá forsætisráðharraevni til blaðstjóra á Ekstrablaðn- um er undarligt. Slipsið er slept – Journalistikkur og pol- itikkur minna nógv um hvønnannan. Í journalist- ikki og politikki hevur tú við samfelagið og fólk í tí dagliga at gera. At eg end- aði á Ekstrablaðnum er tí ikki serliga løgið. Eg havi altíð havt virðing fyri blaðnum, sjálvt um eg ofta í mínum politiska lívi kom upp at táttast við blaðið, sigur Hans Engell. Hans Engell greiðir frá, at skiftið frá politikkara til stjóra á Ekstrablaðnum hevði eisini við sær, at hann legði lívsstílin um. Hann sigur skemtiliga, at slipsið er slept tætta sambandið við polititiska umhvørvið á Christians- borg var eisini slept. Var tað ikki meira nær- liggjandi at arbeiða á ein- um borgarligum blað held- ur enn á Ekstrablaðnum ? Satt at siga vænti eg ikki, at eg hevði funni meg serliga væl til rættis á einum borgarligum blaði. Fólk høvdu óivað altíð hildið, at eg rann politisk ørindi fyri á ein ávísan flokk og tí er tað á mangar mátar lættari at byrja heilt av nýggjum. Tað hevur altíð verið ein lítil gøtu- drongur í mær, so starvið á Ekstrablaðnum passar mær fínt. Arbeiðið á Ekstrablaðnum var eisini lættari at taka, tí fekk eg arbeiði á einum borgarlig- um blað, høvdu fólk helst væntað nógv av mær, sigur Hans Engell. Betri lag Hans Engell varð valdur á Fólkating fyri fyrstu ferð í 1982. Fram til óhepna biltúrin fyrst í nítiárunum, var hann ein av fremstu donsku politikkararnum. Sum politikkari var Hans Engell altíð í andglettinum og nýggi leikluturin sum blaðstjóri dámar honum ógvuliga væl – Nógv fólk halda, at eg eri nógv glaðari og meira frígjørdur í dag, enn tá eg var í politikki. Tá mann var politikkari var mann altíð noyddur at vera klár- ur og oftast kundi mann ikki tosa frítt, tí tú mátti altíð taka taktisk atlit. Hetta sleppi eg frá í dag og tað dámar mær væl, sigur hann. Spennandi fyritøka Hóast nógvir av fyrrver- andi starvsfeløgunum á Christiansborg hava skotið honum í skógvarnar, at hann valdi at taka av blað- stjórastarvinum á Ekstra- blaðnum, so rørir tað ikki Hans Engell. – Umframt at vera eitt blað, so er Ekstrablaðið eitt spennandi fyritøka at vera leiðari á. Eg havi 300 fólk undir mær og um- setningurin er 600 mio. krónur, so vinnuliga sæð er eisini talan um eitt ómetaliga spennandi starv, sigur Hans Engell at enda. Danska dagblaðið, Ekstrablaðið, kom fyri fyrstu ferð á gøtuna 12.februar 1904. Blaðið, sum fólk elska ella hata, hevur leiklutin sum ágang- andi og freka dag- blaðið í danska blað- heiminum. Í dag er Ekstrablaðið besta blaðfyritøka í rík- inum EKSTRABLAÐIÐ 100 ÁR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Frekt, ágangandi, hástórt, gongur út um mark, eitt vánaligt lættisoppa dag- blað. Lýsingarorðini eru mong um danska Ekstra- blaðið, sum fólk antin hata ella elska. Í dag kann danska dagblaðið hátíðar- halda sín100 ára stovninga- rdag. Við fyrrverandi for- manninum í Konservativa flokkinum, Hans Engell, á odda er Ekstrablaðið í dag fremsta blaðfyritøka í Dan- mark. Hóast upplagið er fækkað seinnu árini, hevði dagblaðið 75. mio krónur í yvirskoti í fjør. Einki annað danskt blað kann standa Ekstrablaðnum kurl á hesum øki. Fólk innan danska blað- heimin ásanna, at kapping- in um tíðindi harðnar al- samt á hvørjum ári og hesa kapping merkir sanniliga eisini Ekstrablaðið til. Blaðstjórin á Ekstra- blaðnum, Hans Engell, sig- ur, at serliga er kappingin hørð við ókeypis bløðini og sjónvarpsrásirnar. Hann hevur kortini gott treyst og ætlar at leggja nógv fyri, at Ekstrablaðið eisini kom- andi árini kann kalla seg besta blaðfyritøka í danska ríkinum. Kríggj skuldi til Tað var 12.februar í 1904, at fyrsta Ekstrablaðið kom á gøtuna. Tað er synd at siga, at Ekstrablaðið í dag og fyri 100 árum síðan minna um hvørt annað. Fyrsta Ekstrablaðið var eitt eykablað í Politiken um kríggið millum Japan og Russland í februar 1904. Stórur áhugi var í Danmark fyri krígnum og tí avgjørdi leiðslan á Politiken at geva eykablaðið, Ekstrablaðið, út meðan kríggið var. Kríggið dróg út og Ekstra- blaðið var komið fyri at vera. Í 1905 varð Ekstra- blaðið sundurskilt frá Politiken og fekk sína egnu blaðstjórn. Victor gjørdi mun Tað var kortini ikki fyrr enn í seksti árunum, at rættiliga ferð kom á søluna hjá Ekstrablaðnum. Blaðið broytti ham og undir leiðsl- uni av blaðstjóranum, Vict- or Andreasen, mentist blað- ið nógv og vann seg fram í fremstu røð í danska blaðheiminum. Eyðkendi stílurin við ágangandi, frekum og til tíðir óhóskandi journalist- ikki mentist undir Victor Andreasen. Tað var eisini við honum á odda, at Ekstrablaðið, sum fyrsta danska dagblaðið, fór undir vísa myndir av berbróstum kvinnum. Hetta skapti mikla øsing í Danmark í 1976. "Den nødvendige avis" Ekstrablaðið hevur altíð dámt væl at verða í and- glettinum og tað hendir javnan, at blaðið er við til at skapa mikla øsing í danska samfelagnum. Í dag kallar Ekstrablaðið seg fyri "Den nødvendige avis". Blaðið hevur altíð havt orð fyri at kalla ein spaka fyri ein spaka og dámar væl leiklutin sum dagblaðið, sum skapar rumbul og stoytir fólk. Tað er ikki øllum, sum dáma ágangandi stílin hjá Ekstrablaðnum. Fleiri eru av teirri áskoðan, at blaðið er grunt og skrivar bert um evni, sum hava við lægsta felagsnevnaran hjá fólki at gera. Blaðið er heldur ikki kent fyri tær drúgvu viðgerðina av málum, men heldur seg til stuttar og greiðar grein- ar. Sammett við fleiri onnur bløð, taka blaðmenninir á Ekstrablaðið vanliga greiða støðu í teimum ymisku málunum, teir viðgera, og deildar meiningar eru um, hvussu rætt tað er. Heitið, Den nødvendige avis, kann kortini ikki vera helt av leið, tí tað er ein sannroynd, at Ekstrablaðið er eitt týdningarmikið blað í danska blaðheiminum í dag. Nógv fólk lesa blaðið dagliga og blaðið er við til ávirkan fatanina av danska samfelagnum hjá vanliga dananum. Politikkararnir á Christi- ansborg hava altíð fylgt væl við í Ekstrablaðnum, tí teir vits fullvæl, at stóri lesara- skarin hjá blaðnum, gevur blaðnum stórt vald. Politikkararnir eru tí altíð á varðhaldi fyri Ekstra- blaðnum og fara tað óivað nógv frammyvir. kelda: ekstrabladet.dk Ekstrablaðið verður 100 ár í dag Hans Engell er í dag blaðstjóri á Ekstrablaðnum. Hann stórtrívist í starvinum. Mynd: Savnsmynd Danska dagblaðið, Ekstrablaðið, fyllur 100 ár í dag. Blaðið er í dag fremsta blaðfyritøka í danska ríkinum Mynd: Polfoto C M Y K 14