fríggjadagur 30. september 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 30. september 2011 · Nr. 113
Sosialurin
Randi Jacobsen
Í tvey ár hevur Føroya
Symfoniorkestur
fyrireika
eina stóra konsert í Norður
landahúsinum 29. oktober.
Men nú er alt avlýst, tí tað av
fleiri orsøkum ikki ber til at
hava eina slíka konsert sama
dag, sum løgtingsval verður.
- Hetta er einki minni enn
ein katastrofa fyri Symfoni
orkestrið, formaður í nevnd
ini fyri Symfoniorkestrið.
Hann situr nú og ringir
runt til tónleikarar bæði í
Føroyum og uttanlands.
- Øll eru í øðini um, at valið
varð útskrivað til at vera
júst tann dagin, sum stóra
konsertin hjá okkum skuldi
vera. Vit hava fyrireikað
konsertina í tvey ár, og alt
var komið upp á pláss. Lagt
varð upp til tað heilt stóra,
tí vit skuldu framføra stóra
verkið fyri kór og orkestur,
Carmia Barana, sigur Poul
Jákup Thomsen.
Hann fatar ikki, at løg
maður ikki kannaði, hvat
var á skránni, áðrenn hesin
dagurin varð valdur.
Má kannast
- Tá ið eg fyrireiki eina kon
sert, kanni eg altíð, hvat er á
skránni. Til dømis kanna vit,
at ikki eitt nú konfirmasjónir
ella samfelagsmøti eru tann
dagin.
Fleiri tónleikarar uttan
lands hava fyri langari tíð
síðan játta at koma at spæla,
summir hava keypt sær frí,
og onkrir hava eisini fingi
sær ferðaseðil til Føroya.
Nú noyðist Poul Jákup
Thomsen at kanna, hvat
kann bjargast í land aftur,
men tað fer at kosta Symfoni
orkestrinum nógvan pening.
Symfoniorkestrið
hevur
ikki yvirflóð av peningi, og
játtanin á fíggjarlógini varð
eisini skerd í ár við 100.000
krónum.
Tað ber ikki til á nakran
hátt at hava eina slíka kon
sert sama dag, sum løgtings
val verður. Fólk flest fylgja
við valinum, og nøkur í kóri
num, sum hevur vant alt
árið, sita í valstýrum.
Einki sjónvarp
- Oman á alt tað boðaði
Kringvarp Føroya frá, at tey
ikki megnaðu bæði at fylgja
við valinum og senda eina
so stóra konsert, og tað skilji
eg væl. Tað er jú eisini ein
skylda hjá Kringvarpinum at
senda frá valinum, sigur Poul
Jákup Thomsen.
Tað hevði verið heilt
burturvið at havt eina slíka
konsert, sum ikki varð send
fyri Føroya fólki í sjónvarpi
num, sigur formaðurin.
- Men tað, sum alt snýr
seg um er, at løgmaður ikki
hugsaði seg um, tá ið hann
skrivaði valið at vera sama
dag, sum okkara konsert
skuldi vera, sigur Poul Jákup
Thomsen.
Hóast fleiri royndir eydn
aðist ikki í morgun at fáa orð
á Kaj Leo Johannesen, løg
mann fyri at spyrja hann,
hví hann ikki kannaði, hvat
var á skránni, áðrenn hann
skrivaði út valið.
Sum skilst vóru onnur
stór tiltøk ætlað at vera 29.
oktober.
Katastrofa fyri
Symfoniorkestrið
Stóra konsertin hjá Symfoniorkestrinum er avlýst, tí løgtingval verður sama dag, sum
konsertin skuldi vera. Hetta fer at kosta Symfoniorkestrinum minst 100.000 krónur
Útselt er altíð til
konsertirnar hjá
Symfoniorkestrinum,
sum nógv eisini
fylgja heimanifrá,
tí tær verða altíð
sjónvarpaðar. Nú
er konsertin útsett
til apríl næsta ár