Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-30, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. september 2011síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 113 · 30. september 2011 2 VIKUSKIFTI Tað hava verið nógvar keðiligar og tungar løtur, síðani ABC samgongan sá dagsins ljós 26. september 2008. Og nógv kundi verið gjørt betri, einki at ivast í tí. Men nú fáa vit so at síggja um tað, sum vit hava lagt lunnar undir, verður við til at skapa framburð og vøkstur í samfelagnum. Kaj Leo Johannesen, løgmaður, tá ið hann skrivað út Sjónvarp Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Í november verður sjónvarpsrøðin »Buzz Aldrin« víst í norskum sjón­ varpi. Røðin byggir á skaldsøgu hjá Johan Harstad, og søgan gongur lutvíst fyri seg í Føroyum, tí Mathias, sum er høvuðspersónur í søguni, fer á eina ferð til Føroya. Upptøkur til sjónvarpsrøðina vóru eisini gjørdar í Føroyum í fjørsummar, og nú er røðin liðug og klár at senda í sjónvarpi. Farna vikuskiftið var røðin sýnd í eini biohøll fyri eini avmakaðari fjøld, og ummælarar geva røðini góð skoðs­ mál. Byrjar av álvara í Føroyum Ummælarin hjá Aftonbladet kallar røðina meistarliga og sigur, at tá ið hann var liðugur at hyggja at røðini, vildi hann bara hava meira. – Ofta er fyrsti partur av eini sjón­ varps­røð tann veikasti, og soleiðis er eisini hesaferð. Røðin byrjar í so stillis­ liga, men tá ið Mathias fer til Før­oya, byrjar røðin av álvara, skrivar um­mæl­ arin hjá Aftonbladet. Hann rósar leikstjóranum Geir Henning Hopland fyri at hava gjørt eina góða søgu livandi í sjónvarpi. Um­mælarin heldur, at Hopland hevur funn­ið filmin í søguni og hevur funnið góðar sjónleikarar at spæla teir ymsu leik­lutirnar. Høvuðsleikslutin hevur Pål Sverre Valheim Hagan, og hann verður í um­ mælini kallaður ein fantastiskur sjón­ leikari, sum ber søguna. Aftonbladet gevur Buzz Aldrin besta skoðsmálið. Hendinga­ ríkt heyst Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Elis Poulsen / Álvur Haraldsen klumman Rólant Waag Dam Sjónvarpsrøðin »Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt myldret«, sum lutvíst er tikin upp í Føroyum, fær sera góða móttøku í Noregi Buzz Aldrin fær góða móttøku Geir Henning Hopland hevur leikstjórnað sjónvarpsrøðini Buzz Aldrin, sum er lutvíst tikin upp í Føroyum Okey folks. Summarið er av, væl og virðiliga. Dagarnir gerast alsamt myrkari. Veðrið, sum ikki hevur verið nakað at reypa yvir í ár, verður bara verri. Tað verður kaldari og ælini gerast títtari. Men fell ikki í fátt! Heystið 2011 verður eitt av teimum betru. Hetta er eitt av teimum heystunum, vit kunnu gleða okkum til. Orsøkirnar eru mangar, so here we go: Fólkatingsvalið kictstartaði heystið. Hetta var ein forsmakkur upp á løgtingsvalið, sum varð útskrivað í vikuni. Áhugin fyri fólka­ tingsvalinum millum politikkarar og veljarar er ikki eins stórur og til løgtingsvalið. Í Før­ oyum er fólkatingsvalið ein minni útgáva av løgtingsvalinum. Soleiðis er tað bara, og tað er kanska ikki so undarligt. Men undir og uppundir fólkatingsvalið 2011, hendi ein rúgva. Dagliga vórðu nýggj valevni avdúkað, Sjúrður Skaale skifti flokk og á sjálvum valkvøldinum í Útvarpshøllini var spenningurin so stórur, at sjúkrabilurin varð boðsendur eftir einum floksformanni. Alt hetta hendi í samband við light-útgávuna av løgtingsvalinum. Drama! Tí kunnu vit av sonnum síggja fram til The Real Deal, sum verður 29. oktober. Sum um hetta ikki er nóg mikið, so er ovurhondsstórur spenningur á øðrum front­um. Eisini her er talan um eitt stríð um milliónir, tí í fótbóltskappingini eru nógvir pengar upp á spæl. B36 hevur marsjerað beint í móti gullinum, síðani landskappingin varð bríkslað í gongd í fyrst í apríl. Men fýra umfør frá málinum snávaðu teir fyri aðru ferð í ár, og oddurin tødnaði munandi. Endaspurturin í landskappingini verður tí settur inn, samstundis sum valstríðið byrjar. Spenningurin á politiska pallinum kemur at vaksa synkront við spenningin á leikvøllunum kring landið. Men løgmaður, sum dámar øgiliga væl at vísa atlit og størsta varsemi, hevur eisini her brúkt ein av sínum mongu talentum á besta hátt, soleiðis at fótbóltsliga klimaksið verður útloyst vikuna fyri tað politiska. Líka til seinasta leikdag, politiskt so væl sum ítróttarliga, stýrdi fyrrverandi landsliðsmálverjin og – sambært Katrin Petersen, Kringvarpskvinnu – fyrrverandi løgmaður púra beint. Takk og lov, at Kaj Leo hevur spælt fótbólt! Politiski pallurin er ein og fótbólts pall­ urin annar. Her er spenningurin av nøkun­ lunda samstundis, men so kunnu vit flyta fokus yvir á tónleikin, har nógvar spennandi fløguútgávur eru ávegis. Swangah Dangah er ein, glóð ein onnur og Gipsy Train ein triðja. Í øllum trimum førunum er talan um fyrstu útgávuna hjá bólkunum, sum tónlistarliga millum lítið og einki hava í felag. Ein fjórða útgáva, sum eisini er ávegis, er tann hjá Páll Finnur Páll. Alt hetta: løgtingsval, ein av mest spenn­ andi fótbóltslandskappingunum í langa tíð, forkunnugar fløguútgávur og nógv annað, er á skránni í heyst. Eitt sindur til hvønn smak. Mær dámar tó alt og eg gleði meg! So segði hann...