mánadagur 3. oktober 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. oktober 2011 · Nr. 114
mánadagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fríggjadagin avdúkaði Her
geir Nielsen, løgtingsformað
ur, ein málning av Jógvani
Ingvard Olsen, fyrrverandi
løgtingsmanni, landsstýris
manni og løgtingsformanni.
Jógvan
Ingvard
Olsen
sat á løgtingi í samfull 28 ár,
árini 1970-1998. Hann sat í
landsstýrinum við fiskivinn
umálum árini 1989-1991 og
var løgtingsformaður árini
1994-1998. Hann var soleiðis
fyrsti løgtingsformaður eft
ir nýggju stýrisskipanarlóg
ini, sum vit fingu í 1995.
Hergeir Nielsen segði, at
fyri tveimum árum síðan
gjørdi formansskapurin í
løgtinginum av, at málning
ar skulu málast av øllum løg
tingsformonnum, sum koma
at sita eftir nýggju stýris
skipanarlógini.
- Tann, sum verður málað
ur, kann sjálvur gera av, hvør
listamálarin skal verða, og so
leiðis gjørdi Jógvan Ingvard
Olsen av, at Heðin Kambsdal
skuldi mála málningin av
honum, segði Hergeir Niel
sen.
Eftir avdúkingina av list
arverkinum segði Jógvan
Ingvard Olsen, at hann kendi
tað sum ein heiður, at máln
ingur av sær nú kemur at
hanga í einum av heimsins
elstu parlamentum.
– Nú vóni eg ikki, at hesin
málningur verður til “skræk
og advarsel” í løgtinginum,
segði fyrrverandi løgtings
formaðurin brosandi.
Hann legði aftrat, at ein
asta treytin, hann setti list
armanninum, var, at máln
ingurin skuldi ikki vera
abstraktur.
- Mær dámdi væl, tá eg
plagdi at blíva teknaður av
Óla P. Ofta søgdu hesar tekn
ingar eitt hvørt, sum tú kom
at hugsa um aftaná.
Jógvan I. Olsen segði seg
fegnast um motivið á máln
inginum, sum lýsir umhvørv
ið, hann hevur sæð gjøgnum
øll síni ár, tá hann hugdi út
gjøgnum gluggan.
Aftan
fyri
andlits-og
bringumyndina av fyrrver
andi løgtingsformanninum
sæst Raktangi og umhvørvið
vestan fyri tangan.
Systemskiftið í Danmark verður
veruleiki í dag, tá Helle Thorning-
Schmidt sum fyrsta kvinna nakr
antíð setur seg í forsætisráðharra
sessin. »Systemskiftið« er tó annað,
enn at ein reyð stjórn tekur við eft
ir eina bláa. Systemskiftið var tað
skiftið sum hendi, tá kongur í 1901
misti rættin til sjálvur at seta ta
stjórn, honum lysti – tá fólkavalda
Fólkatingið slapp at seta stjórnina
eftir fólkavalda meirilutanum.
Hóast stjórnargrundarlagið ikki
er almannakunngjørt í skrivandi
stund, so tykist kortini greitt, at
Danmark fær eina reyða stjórn við
bláum strípum. Stóra málið í val
stríðnum var eftirlønin, sum Lars
Løkke Rasmussen í nýggjársrøðu
síni tók aftur, soleiðis, at fólk ikki
longur kunnu fara frá við eftirløn
sum 60 ára gomul. Javnaðarflokk
urin og SF hava lagt stóran dent á,
at tey vilja steðga hesi borgarligu
afturtøkuni av eftirlønini, men
tað vildu tey Radikalu ikki. Tey
eru partur av semjuni við fráfarnu
stjórnina í hesum máli, so har er
framvegis politiskur meiriluti fyri
afturtøkureforminum
hjá
Lars
Løkke Rasmussen.
Og tá eygleiðarar siga, at nýggja
stjórnin
hjá
Helle
Thorning-
Schimdt er reyð við bláum stríp
um, so eru tað tær radikalu strípur
nar, hugsað verður um. Margrethe
Vestager hevur við valsigri sínum
tryggjað sær so stórt vald, at Javn
aðarflokkurin og SF ikki megna
eitt nú at steðga afturtøkureform
inum.
Helle
Thorning-Schmidt
mátti leggja rygg til eitt tap á val
inum, sum var tað lakasta úrslitið
hjá Javnaðarflokkinum síðani 1903,
tá flokkurin fekk 21 prosent av at
kvøðunum – og tá Johan Henrik
Deuntzer úr Vinstra kundi halda
fram sum stjórnarleiðari. Somu
leiðis mátti Villy Søvndal leggja
rygg til ein lemjandi ósigur, meðan
Margrethe Vestager og tey Radikalu
vunnu stórt, eins og Eindarlistin við
Johanne Smith-Nielsen.
Alt hetta hevur ført til, at tann
reyða stjórnin hjá Helle Thorning-
Schmidt er knapt so reyð, sum tey
høvdu ætlað. Orsøkin er tann ein
falda, at Javnaðarflokkurin og SF
ikki høvdu nóg nógvar veljarar.
Kanska tað var hent hjá stjórnar
flokkunum, at eftirlønin ikki verð
ur bjargað, tí kanska tað hevði verið
trupult at fíggja hann. Men hetta
vísir bara, hvussu tilvildarligur pol
itikkur er – og hvussu langt tað ofta
er ímillum tað, sum lovað verður í
einum valstríð og tað, sum kemur
burtur úr, tá til stykkis kemur.
Vit kunnu siga, sum Villy Søvn
dal segði á føroysku trappuni á
Christiansborg í gjár: Alt er relativt,
eisini eitt stjórnargrundarlag...
Ein nýggj reyð stjórn
við bláum strípum
Fríggjadagin vóru tvær
móttøkur í løgtinginum.
Umframt at málningur
varð avdúkaður av Jógv
an Ingvardi Olsen, fyrr
verandi løgtingsformanni,
var eisini móttøka fyri
Mariusi Rein, tingskriv
ara. Marius fyllir sjeyti ár
hin 20. november í ár og gevst
endaliga í starvinum hin 30.
november í ár.
Marius Rein hevur arbeitt
í løgtinginum síðan hin 1. sep
tember í 1987, og síðan 1995
hevur høvuðsstarvið hjá hon
um verið tingskrivari.
Tað vóru Súsanna Daniel
sen, stjóri á løgtingsskrivstov
uni og Hergeir Nielsen, løg
tingsformaður, sum í fyrsta
lagi heilsaðu Mariusi Rein,
takkaðu honum fyri drúgva
tænastu og ynsktu honum
blíðan byrð.
– Marius hevur verið ein
sannur álitismaður, og øll hava
havt fult álit á honum. Tað er
stórt spell, at hann fer úr løg
tinginum nú, tí tað er nógv
gott eftir í manninum, sum
er ein rættilig leksikon, segði
Hergeir Nielsen, løgtingsfor
maður.
Marius Rein takkaði fyri
føgur orð og segði seg hava
havt nógvar góðar – men eisini
strævnar - løtur á Føroya Løg
tingi.
Marius gevst
Alt er relativt
32 ár eftir at Bretland sum
fyrsta landið her á leiðum
fekk sín kvinnuliga forsætis
ráðharra – ella »ráðfrúu«, hó
ast tað orðið ikki reiðiliga er
komið inn í málið enn. Næsta
landið var Noreg, og á hesum
øki smæðast vit í Føroyum
als ikki burtur, tí vit fingu
okkara kvinnuliga stjórnar
leiðara í 1993, tá Marita Pet
ersen varð vald til løgmann.
Næsta landið í røðini varð
Finnland í 2003, Týskland í
2005 og Ísland í 2009.
Einastu norðurlond, sum
ikki hava havt kvinnuligan
stjórnarleiðara eru Svøríki
og Grønland.
Men kanska vit fáa eitt
nýtt orð fyri forsætisráð
harran?
Afturút í javnstøðu
Hví rýma
tjóðveldis
menn?
Eyðun mohr Viderø
kjak á síðu 32
Koll
velting á
skatta
økinum
Dagfinnur danbjørg
kjak á síðu 31
Málningur av Jógvan Ingvardi Olsen
Tað er Heðin Kambsdal,
listamaður, sum hevur
málað málningin av
Jógvani Ingvard Olsen
Mynd: Álvur Haraldsen
Marius Rein og konan Kristianna