mánadagur 3. oktober 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 3. oktober 2011 · Nr. 114
Sosialurin
Klaksvík: Gongst soleiðis
sum Steinbjørn O. Jacobsen,
býráðslimur hevur skotið
upp, kann ein bussleið verða
sett á stovn í fiskivinnu
høvuðsstaði okkara einaferð
í framtíðini.
Fyrr í ár skjeyt hann upp,
at býráðið keypir bussar til
eina bussleið í kommununi.
Týskvøldið í farnu viku var
málið fyri í býráðnum, og
har varð samtykt at arbeiða
víðari við málinum.
Mett verður leysliga, at
ein slík fult útbygd bussleið
kostar eitt skattaprosent
um árið at reka.
Umsitingin
hjá
kommununi fer nú at
kanna málið nærri, og
kemur síðani við einum
uppskoti.
snorri@sosialurin.fo
Bussleið kring
alla víkina
Sandur: Arbeiðið at byggja nýggju
ítróttarhøllina gongur eftir ætlan.
Í næstu verður høllin innilokað.
Hon skal standa liðug í summar.
Havn: Húsavarðatænastan hevði
bíligasta tilboðið at umvæla
bygningin á Hoydalsvegi 1. Æltanin
er, at Studni skal halda til her.
Strendur: Nú flettingin er fyri,
hevur kommunan avgjørt at hava
bingjuplássið opið frá mánadegi til
leygardag í hesi og í komandi viku.
Runavík: Umboð fyri kommunu og
havn vóru í farnu viku á ráðstevnuni
"Seatrade Europe" í Hamburg. Fleiri enn
250 framsýnarar úr 50 londum tóku lut.
Ætlanin er, at bæði arbeiðini
skulu verða liðug, tá kirkjan
verður 175 ár 1. sunnudag í
advent 2012 - helst fyrri.
Tvey arbeiði
við kirkjuna
Kollafjørður: Nú er av
álvara komin gongd á
arbeiðið at betra um
umstøðurnar hjá teimum
ið ganga í Kollafjarðar
kirkju.
Ein trupulleiki hevur
verið
inngongdin
í
kirkjuna - ella forkirkjan,
har ein ikki fekk tær
størru kisturnar inn í
kirkjuna og út aftur.
Men hetta verður nú
bøtt um.
Í hesum sambandi
skal ein onnur inngongd
gerast í vestaru síðu,
har ein samstundis ger
tað lættari hjá rørslu
tarnaðum at sleppa til
gudstænastu ella aðrar
tænastur.
Í øðrum lagi verður
ein bygningur gjørdur
í vestara horni, har ein
skal hava eitt toilett.
Hesin verður gjørdur
meinlíkur kirkjuni, við
teirri
eyðkendu
flag
tekjuni.
snorri@sosialurin.fo
Tvøroyri:
Fríggjakvøldið
verður kunnandi fundur
um ætlanina at umbyggja
61 ára gamla træskipið
Kúrberg til eitt nýmótans
motor- og seglskip.
Ætlanin er at gera skipið
soleiðis, at tað kann brúkast
til mong ymisk endamál
- útferðir, undirvísing av
næmingum, ráðstevnur og
longri túrar til grannalond
okkara. Og sum skilst er
ætlanin eisini at fáa í lag
samstarv við SALT-verk
ætlanina.
Fyrireikararnir
siga
við Suðuroyarportalin, at
verkætlanin fer at vara í
eini 2-3 ár, og kostnaðurin
um einar 5 mió krónur.
Skipið eitur Kúrberg,
men fær helst eitt annað
navn, ið hevur tilknýti til
oynna.
snorri@sosialurin.fo
kring landið
BUSSLEIÐ
Fólk í Havn eru von við Bussleiðina. Nú
hevur Steinbjørn O. Jacobsen (innsettur) lagt
uppskot fyri Klaksvíkar býráð um tað sama
EIN EFTIR
Flestu av gomlu
træskipunum eru burtur. Eitt
teirra er tó eftir - Kúrberg - ið
nú skal aftur til heiður og
æru. Fríggjakvøldið verður
fundur á Seglhúsloftinum
á Tvøroyri um ætlanina
Umbyggjast til tann
lokala stoltleikan