Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-05, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. oktober 2011síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 5. oktober 2011 · Nr. 115 Sosialurin Merkisdagar Brúdleyp Leygardagin 8. oktober kl. 13 giftast í Kelduni í Skálafirði Fríðbjørg Joen­sen, Skála, og Pól Jóhannus Justinussen, Glyvrar. Reseptión verður í Kelduni eftir vígsluna. Døgurði verður fyri innbodnum í Meinigheitshúsinum á Skála kl. 19. 75 ára føðingardagur 15. september varð Kári Hammer 75 ár og tann 4. oktober verður Poula Hammer 75 ár. Dagarnir verða hildnir heima leygardagin 8. oktober saman við familjuni. 70 ára føðingardagur Sunnudagin 16. oktober verður Eingrím Holm, Vágur, ættaður úr Hvalba, sjeyti ár. Dagurin verður hildin í Frelsunarherinum í Vági leygardagin 15. oktober. Tey, ið vilja gleða Eingrím á degnum, eru hjartaliga vælkomin frá kl. 15. Seksti ára føðingardagur hjá Zacharias Hammer Hósdagin 13, oktober gerst ein seksti ára gamal. Í hesum sam­bandi ynski eg at bjóða øllum mínum vinum, kenningum familju, arbeiðs­ feløgum og teimum mongu, sum hava hjálpt mær við teimum mongu sjónvarpssendingum bæði á landi og sjógvi til móttøku/føðingardag í Starvsmannafelagshúsinum í Havn millum kl. 16 og 22 hósdagin 13. oktober. Sjálvtøkuborð verður við øllum góðum føroyskum viðskera og øðrum góðum og leskiligum drykki. Kaffi, te og heimagjørdar køkur. Undirhald við ymiskum sangarum og tónleiki luttaka, sum eru kendir frá mínum sjónvarpssendingum. Gott hevði verið um tit, sum koma ringja, maila ella yvir Facebook boða mær frá um tað liggur fyri at koma - men tað er ikki neyðugt sum so. Tlf. 75 20 02 ella 21 90 21 teldupostur: zacharias.hammer@ skulin.fo og so Facebook.com 60 ára føðingardagur Mánadagin 10. okt. verður Edilborg Petersen, Haldórsvík, 60 ár. Føðing­ ar­dagurin verður hildin sunnudagin 9. okt. frá kl. 18 í Avhaldshúsinum í Haldórsvík. Øll eru vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 8. okt. giftast Emily Hansen, Norðragøta og Bárður Mortensen, Toftir. Vígslan verður í Nebo á Toftum kl. 14. Veitslan verður fyri innbodnum í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Brúdleyp Tað hevði glett okkum at sæð ætt og vinir til brúdleypsveitslu okkara leygardagin 26. nov. í bygdar­húsinum í Leirvík. Tú ert vælkomin, vinarliga sig frá á tlf. 285180 Jóhannes, tlf. 281652 Jonna ella t-post. jonna@jesus.fo innan 7. nov. Jonna á Sondum Estbú og Jóhannes Eysturdal. Brúdleyp Fríggjadagin 11. november giftast Lisbeth Vang, úr Klaksvík, og Regin Dalsgarð, av Argjum. Vígslan verður í Vesturkirkjuni kl. 13. Veitslan verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19 fyri innboðin. Konfirmatión Sunnudagin 9. oktober verða systk­ ini Heini og Joan Z. Viðoy, Havn, konfirmerað í Vestur­kirkjuni. Dag­ ur­in verður hildin í Skúla­heimi­num við Marknagilsvegin frá kl. 14. Silvurbrúdleyp Týsdagin 22. november, hava Petrina og Sigfríður Venned í Klaksvík, verði gift í 25 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 3. desember, í Skálanum kl. 19. Tey ið vilja gleða okkum við at koma, verða biðin um, at siga frá innan 20. november á tlf: Petrina 260693 og Sigfríður 220593, ella tpost. C.venned@hotmail.com. Brúdleyp Leygardagin 15. oktober kl. 15 giftast í Gøtu Kirkju, Malan Oscarsdóttir Poulsen, undan Gøtueiði, og Lars Abrahamsen, úr Rituvík. Dagurin verður hildin fyri teimum nærmastu í Gimbrastovu, Ljósáir. Sunnudagin 16. oktober verður opið hús í Gimbrastovu frá kl. 17. Øll eru hjartaliga vælkomin. Heilsan Góði allarbesti abbi Hjartaliga tillukku við 60 ára degnum. Heilsan Fríði, Bjarti og Johanna Elisa Tilhaldið í Tórsgøtu 21 tlf. 316491/286491 tilhald@torshavn.fo Drekka er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks Hósdagur Kl. 9-16 Motiónsrúmið opið. Kl. 10 Fimleikur kvinnur, Grete Ellingsgaard. Kl. 11 Lesibólkurin: Vit lesa:” Kvinder i buret”, Jussi Adler Olsen. Hittast: 27. Okt.. Samskipari, Marna Olsen. Øll, ið hava áhuga fyri bókmentum eru hjartaliga vælkomin. Kl. 14 Boccia á sernámsdeplinum, samskipari, Marius Johansen. Øll áhugaði hjartaliga vælkomin. Hittast á sernámsdeplinum. Fríggjadagur Kl. 9-16 Motiónsrúmið opið. Kl. 9.30 Fimleikur menn, Dánjal Húsgarð. Kl. 14 Prát. Tað er altíð ein krókur í Til­haldi­num – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin Dagtilhaldið Blákollan á Oyri Opið er týsdag og hósdag frá kl. 14 -18. Øll eldri vælkomin Tilhaldið Hugnin hevur opið mánadag og mikudag frá kl. 14 til 17. Báðar dagarnar er drekkamuur at fáa. Landsfelag Pensjónista Tróndargøta 13, Tórshavn Tlf. 319394 ella 219394 Skriv­ stovan er opin týsdag frá kl. 13-16. Dagtilhaldið í Fuglafirði Opið er: Mánadag, týsdag og mikudag frá kl. 15-18. Dagtilhaldið í Vági Er opið týsdag og hós­dag frá kl. 15-18. Vælkomin. Tilhaldið Sóljan Klaksvíksvegur 35 Klaksvík · tlf. 459091 dagtilhaldid@post.olivant.fo Opið er: Mánadag til hósdag kl. 13.30-17.30 Hvønn dag er ein góður drekka­ munnur at fáa, eins og bløðini eru til taks. Møguleiki er at gera ymiskt handarbeiði, spæla kort, bobb, telva o.m.a. Hvør dagur endar við andakt og sangi. Øll vælkomin. Dagtilhaldið í Runavík heldur til í hølunum hjá Nón, á Torvgøtu 2 í Saltangará. Opið er mánadag til hósdag frá kl. 14-17. Høvi er at gera ymiskt handaligt arbeiði, spæla kort, boccia og borðspøl. Týsdag er fimleikur. Eisini verður telduundirvísing. Bløðini eru til taks, og ein góður drekkamuður. Øll eru vælkomin. Vága Pensionistafelag Vit skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið. Kundi tú hugs­að tær at vita meira um fel­ag­ið ella at gerast limur, kanst tú venda tær til, for­mann­in: Sofíu Haraldsen, tlf. 332741 ella nevndar­limunum. Náttarravnarnir í Tórshavn Tín stuðul ger mun! Teknað teg sum náttarravn ella gang ein royndartúr. Ring tlf. 212498 Daisy, 274696 Barbara, 224048 Óluf. Spælistovan í Margarinufabrikkini. Opið er mánadag, týsdag og hósdag frá kl. 9-11.30 fyri børnum/foreldrum uttan ansing. Kvinnuhúsið Skrivstovan er opin gerandis­dagar frá kl. 10-17. Tlf. 317200 svarar alt samdøgrið. www.kvinnuhusid.fo Vitjunarvinir Um tú vilt verða vitjunarvinur hjá Reyða Krossi ring ella skriva: Reyði Krossur Føroya, Bryggjubakki 10, Postsmoga 1015, 110 Tórshavn. Tlf. 319630. Fyriskiparar í Tórshavn, Eyrith tlf. 313784 og 513784 og Marin 314333 og 284333. www.redcross.fo Felagið fyri Hoyribrekað í Føroyum MBF Húsið Íslandsvegur 10c, FO- 100 Tórshavn. hoyr@post.olivant.fo Sands Bygdasavn Norðara Koyta, er opið hvønn dag í summar kl. 14-16. Bólkar kunnu bíleggja sær aðrar tíðir við at venda sær til Sandoyar Kunningarstovu á tel. 361836 ella info@visitsandoy. fo Kostnaður kr. 30 Iktys Endurnýtsluhandilin Iktys tekur fegin ímóti góðum summarklæðum - serliga hvítum - kjólum, buksum, niðurdeilum, blusum, hattu m og summarskóm. Klæðini skulu vera pen og rein. Allur okkara peningur fer til tey fátækastu í heiminum. Kom inn og finn tær okkurt. Frítíðarfelagið Antares Áhugafelag hvørs endamál er at skapa samanhald og røkja áhugamál hjá teimum føroyingum, sum starvast í altjóða farma- og frálanda­vinnu. Vitja heimasíðu okkara á www.antares.fo ella send ein teldupost til antares.njordur@ gmail.com, fyri at fáa meira at vita um felagið. Giktafelag Føroya MBF-húsið - Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn. Tlf: 310237 Opið er týsdag og hósdag frá 13 til 16. Lymfødemfelagið Tlf. 225224 Íslandsvegur 10 C, Tórshavn Postrúm 2113, FO-165 Argir Cøliaki Felag Føroyar Formaður er Henning Sørensen, Garðsgøta 3, Argir, tlf. 314783. Postboks 3120, 110 Tórshavn, hjartafelag@hjartafelag.fo Felagið fyri lesi- og skriviveik MBF-Húsið - Íslandsvegur 10c Endamál felagsins er at hjálpa teimum ið hava lesi- og skrivi­­­­­trupul­ leikar. Felag­­ið hevur ikki fasta skriv­ stovutíð men samband fæst við felagið á tlf. 441541, Anne Karin Kjeld Nýrafelagið Áarrás 3, Argir Form.: Hallbjørg Hansen, tlf. 314796 / 514796