Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. oktober 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. oktober 2011 · Nr. 116 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað var ein sera løgin kensla, tá ið vit koyrdu til arbeiðis hend­an vakra mána­morg­unin 22. no­vember 2010. Skyggj­andi morgunglæman stóð niður gjøgnum tungu skýgg­ini og lýsti oman yvir bygd­ina, inn á Fjørð og beint niður á Fiski­vinnu­skúlan – eitt løgið ljós. Vit skuldu møta til arbeiðis, sum vit vóru von, men vit vistu longu, at hesin dagurin var og fór at verða heilt øðrvísi, enn vit vóru von við. Hýrurin var í botni, nívandi sorgin var við at gera um seg eftir skelkin, ið enn sat í kroppinum, og óttin fyri degnum og framtíðini legði sína køvandi hond á ta annars vanligu vónríku vænt­anina til arbeiðsdagin, sum Ingunn altíð var ein so sera sjálv­ sagdur og jaligur part­ur av. Tað kom so sera dátt við, tá ið vit fríggja­kvøldið 19. november 2010 fingu deyðs­boðini av Ingunn. Tað høvdu vit ikki væntað, sjálvt um hon hevði verið sjúk, og sjálvt um vit ótilvitað og innast inni vistu, at Ingunn hevði vánaliga heilsu og hevði havt tað frá barni av. Vit gloymdu tað, tí ongantíð minti Ingunn okkum á sína heilsu, og altíð livdi hon alt sítt lív, sum var hon púra frísk. Ingunn gjørdist eins gomul og Abraham Lincoln, ið segði, at "tað ikki veldst um mongdina av árum í lívinum, men um mongdina av lívi í árunum". Hetta var eisini galdandi fyri Ingunn, sum valdi at liva lívið sum frísk heldur enn sum sjúk. Hetta fríggjakvøldið savnaðust næm­ingar og lærarar av sær sjálvum á skúlanum fyri at vera saman í hvøkkinum, skelk­inum og í nívandi sorg­ini. Ingunn var fødd í Vest­manna 3. juni 1954, har hon vaks upp sum yngst av 5 systkj­um, men tann eina systirin doyði sum smágenta. Hon var dóttir Jonu og Niels Winther Olsen, sum bæði vóru úr Vestmanna. Eftir barna­skúlan í Vestmanna fór hon á studentaskúla í Hoy­dølum, har hon tók students­prógv í 1973. Eftir studenta­skúlan fekst Ingunn við mangt og hvat. Millum annað gekk hon eitt skifti á sjúkra­systra­skúla, og eitt tíðar­skeið las hon danskt á lærda há­skúl­anum í Keyp­manna­havn. Ingunn var eisini vikarur við Vestmanna Skúla eitt skifti. Men tað var móður­málið, sum hugtók hana mest, og tí fór hon undir at lesa føroyskt á Fróð­skaparsetrinum, haðani hon tók prógv sum cand. phil. Tá ið fiskivinnuskúlin varð settur á stovn í 1989, var Ingunn fyrsti lærarin, sum var settur í starv. Hetta starvið røkti hon við lív og sál og meira enn til fulnar, til hon nú so brádliga og óvæntað fór frá okkum. Ingunn var barn av '68-ættarliðnum. Hon var 14 ár í 1968 – ein spírandi, ósek tilvitanar- og broytingartíð, tá ið vónirnar til lívið og tilveruna vóru ovurbjartar, og alt sýntist at bera til. Hon var 16 ár, tá ið hon flutti heiman og til Havnar at ganga í skúla, og 19 ár, tá ið hon varð studentur, og lívs­møguleikarnir lógu púra opnir fyri framman. Tað var ein fragd at hoyra Ingunn tosa um hesa føgru tíð, ið hon heldur mintist við gleði enn við afturlítandi sorgblídni og afturtrá. Hon mintist til upplivingar og merkisverdar hendingar og mintist so mong áhugaverd fólk og so mong góð vinfólk, ið høvdu ríkað hana so nógv. Ingunn var ongantíð áskoðari til lívið, men luttók í lívinum við fullum huga, áhuga og áræði. Ingunn var ein fullkomiliga integrer­ aður partur av Fiski­vinnuskúlanum, har hon var eitt stórt álit og hevði fleiri týðandi álitisstørv. Hon var ein frálíkur lær­ari í føroyskum og ein av­bera góður lestrar- og verk­ætl­anarvegleiðari. Hon var sum ein mamma fyri næm­ing­ar­ nar. Hon tók ikki bara medábyrgd fyri teirra lívi og trivnaði, men var sera umsorgarfull og lut­tók virkin í teirra lívi og virksemi. Mangir næmingar og starvsfelagar minnast við gleði hennara væl fyrireikaðu undirvísingartímar og henn­ara arbeiði við alsamt at menna skúlan. Hon var ein berandi kraft í margfaldna virkseminum og í sosiala lív­inum á skúl­anum. Hon var næstan altíð við á mongu uttan­lands­ferðunum og mongu lut­tøkunum í European Business Game, ið skúlin vann fleiri ferðir, og hon var virkin í ym­iskum arbeiði fyri mið­náms­skúlaverkið og í felags­arbeið­inum innan mið­náms­skúla­ økið. Hóast lítil á vøkstri, var Ingunn sum ein stórur klett­ur. Hon var dugnalig og vitandi, var jaliga krevj­andi og fevnandi, var liv­andi og sýndi ein jaligan myndug­ leika. Ingunn var bæði skyn­som (ratio­ nel) og kenslu­slig (emotionel). Hon var rólig, empatisk, "rúmlig" og fyrigevandi, og við virðing og tolsemi dugdi hon at seta fólk í frælsi til at evna teirra egna lív. Hon var dámlig og blíð, eitt sera vakurt menniskja uttaná og innaní, ein ungdómur millum tey ungu, ja "ein hjartans hetja", sum ein fyrrverandi næm­ingur so vakurt og kenslu­borið skrivaði um hana. Hjá Ingunn gekk stílur og mentan, kærleiki og dygd upp í eina hægri eind. Einki at siga til, at vit enn sakna hana svárt. Nei, lívið er als ikki tað sama uttan Ingunn. Vit minnast ríku løturnar í gamla skúlanum, tá fasta trio'in við Ingunn í fjálgandi leiklutinum húsaðist í ovastu hædd. Vit sakna hennara still­føra skemt, hennara lætta lyndi og hennara jaliga hug­burð, sum hon ríkaði løturnar millum lærararnar og næmingarnar við. Ingunn var eksponenturin fyri at flyta jaligu mentanina úr gomlu húsunum og gera nýggju húsini eins livandi. Ingunn var ikki bara Ingunn – nei, Ingunn var meira enn Ingunn. Hóast Ingunn var plágað av sjúku sum barn og tískil vard og spard, so spardi hon seg ongantíð, tá ið tað galt onnur. Hon tók ikki lívið sum givið, men gjørdi stóran mun við at geva lívinum eitt dygdargott innihald, knýta okkum til onnur og binda okkum saman. Hon virk­aði fyri at skapa meining í eini ofta ásýniligari mein­ings­leysari tilveru, og hon megnaði at fáa næm­ingar og onn­ ur at taka ábyrgd fyri egnari tilveru. Ameri­kanski sálarlæknin Irvin D. Yalom skrivar, at fýra grund­leggjandi lívskor eru: deyðin, einsemið, meiningsloysið og frælsið. Ingunn dugdi sera væl við sínum jaliga áliti á lívið og sínari lívsdygd at stýra millum hesi ofta hótt­andi sker. Nú lívsskeið hennara er runnið og lívs­teinur hennara er lokin, vilja vit við N.F.S. Grundtvig í umyrking Robert Joensens kvøða: Tey renna skjótt tey stuttu ár, til heim tú manst mær boða; og eftir vetur kemur vár við sól og fjallaroða. Og eina ferð vit fáa boð, tá síðstu ferð vit anda. Úr heiminum vit fara so, hjá tær um ævir standa. Ærað verið minnið um okkara kæra vin og starvsfelaga, Ingunn Winther Olsen. Jákup og lærararnir á Fiskivinnuskúlanum Ingunn Winther Olsen til minnis Nøvn Tann 22. september fingu Heidi Mariusardóttir og Jóhan Hendrik Rubeksen ein fittan son, hann vigaði 3500 gr og var 53 cm langur. Føðingar 18. september fingu Olivia Midjord og Kim Johannesen, Tvøroyri, ein son. Hann var 58 cm langur og vigaði 4480 gr. 26. september fingu Guðrið Larsen og Sigmundur Mikkelsen, Vági, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4100 gr. 28. september fingu Maibritt og Brian Mikkelsen, Klaksvík, tvíburar, dóttur og son. Gentan vigaði 2720 gr og var 48 cm long. Drongurin vigaði 3130 gr og var :49 cm langur. 29. september fingu Elin Heinesen og Jóhan Petur Holm, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 3900 gr. 3. oktober fingu Karina & Jan Eidesgaard, Eidi, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3400 gr. 10. september fingu Elin Svarrer Wang og Atli Atlason, Reykjavík, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3715 gr.