mánadagur 10. oktober 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. oktober 2011 · Nr. 117
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nógva staðni runt heim
in verður ljós varpað á
sálarheilsuna
hendan
dagin, og hjá WHO er
eisini umráðandi at gera
vart við, at í nógvum av
heimsins londum verður
alt ov lítið tilfeingi sett
av til sálarheilsu, og at
hetta er serliga ringt í
nógvum av menning
arlondunum, har tað
als ikki verða settir al
mennir pengar av til sál
arheilsu.
Her um okkara leið
ir er ymiskt, hvussu
nógv verður gjørt burt
ur úr degnum. Seinastu
árini hevur ljósið serliga
verið sett á galdandi
uppfatan av sálarsjúku
og sálarheilsu í sam
felagnum. Tað er fram
vegis soleiðis her heima,
at ein tann tyngjandi
parturin við at gerast
sálarsjúkur er, at hetta
framvegis er umfatað av
tøgn, vantandi vitan og
skuldarkenslu, bæði hjá
teimum, sum rakt verða
og teirra avvarðandi.
Má kunnast meira
– Tað er framvegis al
neyðugt at kunna meira
um sálarsjúkur og sálar
heilsu her heima, eins og
tað er sera umráðandi,
at vit gera vart við, at
møguleikarnir at koma
seg aftaná sálarsjúku
eru munandi batnaðir
seinastu
árini”,
sigur
Tormóður Stórá, sálar
lækni og leiðandi yvir
lækni
á
Psykiatriska
Deplinum.
Tað er eisini umráð
andi, at vit her heima
eisini gera íløgur í sálar
heilsu komandi árini,
sigur hann og fegnast
um, at tað verður settur
peningur av til at byggja
sambýlir
og
nýggjan
psykiatriskan depil.
– Men hetta er sum
so ikki annað enn at inn
heinta forsømda røkt av
tí materiella partinum av
økinum, og tað er eisini
neyðugt at fylgja leist
inum hjá WHO, at gera
íløgur í sálarheilsuna
her heima. Hetta kann
gerast við at vit gera
nakrar raðfest-ing av
íløgum fyri komandi
árini, soleiðis at vit
kunnu styrkja viðgerð
av sálarsjúkum, styrkja
fyribyrging
av
sálar
sjúkum við at styrkja
sálarheilsuna,
nakað
sum kann gerast við at
gera íløgur í munadygga
og umfatandi upplýsing
um hesi viðurskifti, sum
samstundis vil linna um
hjá teimum, sum eru
tyngd
av
sálarsjúku,
sigur Tormóður Stórá,
sálarlækni.
Felagsskapurin Sinn
isbati fer seinni í ár at
skipa fyri ymiskum til
tøkum í kjalarvørrinum
á altjóða sálarheilsu
degnum.
Tormóður Stórá,
sálarlækni
Altjóða
sálarheilsu
dagur í dag
»Íløga í sálarheilsu«, er høv
uðsyvirskrivtin, sum Altjóða
Heilsufelagsskapurin í Sam
eindu Tjóða, WHO, hevur sett
fyri altjóða sálarheilsudagin,
sum er í dag 10. oktober
Kvinnu
taska stolin
Sunnunáttina varð ein taska stolin
frá eini kvinnu, sum var í Rex í
Havn.
Hetta var ein svørt leðurtaska av
merkinum Dixie, og í taskuni vóru
fototól, lyklar, ein nokia-telefon,
koyrikort, visakort og annað, sum
kvinnur plaga at hava í taskun
Randi Jacobsen
Tá ið úrslitið av fólkatings
valinum var greitt, boðaði
Kári á Rógvi frá, at hann
legði frá sær sum formaður í
Sjálvstýrisflokkinum.
Tað vóru tey, sum vildu
hava nýggjan formann sum
skjótast, men flokkurin noyð
ist at bíða eitt sindur aftrat.
Hin
tingmaðurin
hjá
flokkinum, Kári P. Højgaard
fekk fleiri áheitanir um at
stilla upp, og tað játtaði hann
at gera, treytað av, at tað
verður eykaaðalfundur.
– Men tað er púra burtur
við at tosa um eitt formansval
beint nú so stutt upp undir
eitt løgtinsgval. Tað haldi eg,
vit øll er samd um, sigur Kári
P. Højgaard.
– Mín hugsan er, at valúr
slitið verður avgerandi, so
leiðis at tann, sum fær flestar
atkvøður, verður formaður,
sigur hann.
Løgtingsvalið peikar á formannin
Í Sjálvstýrisflokkinum er semja um at bíða við formansvalinum
Rand Jacobsen
Fríggjakvøldið tók kriminal
politiið tað óvanliga stigið at
fara í Dag og Viku í sjónvarp
inum at eftirlýsa ein mann.
Tað er ein ókendur maður,
sum hevur gjørt í hvussu er
tríggjar neyðtøkuroyndir av
sera grovum slag, og politiið
ber ótta fyri, at verður mað
urin ikki steðgaður, kann
hann finna uppá at gera tað
aftur.
Seinasti tilburðurin, sum
politiið veit um, var næst
seinastu
sunnunátt.
Ein
genta var á veg eftir gøtuni
Hálsatjørn millum R. C.
Effersøesgøtu og niðan móti
Konmansmýru. Har var ein
maður, sum bað hana læna
sær telefonina. Hon ætlaði
at hjálpa, men so feldi hann
hana.
Ein annar tilburður var
nakrar dagar frammanundan
aftan fyri gomlu politistøðina
í Havn, og ein var eisini við
Gundadalshøllina.
Politiið kann við nøku
lunda vissu siga, at sami
maðurin í øllum trimum
førunum hevur verið upp
á spæl, tá ið framferðin var
tann sama.
Kvinnurnar
hava
lýst
mannin soleiðis: Hann er um
leið 175 cm høgur og sterkur,
20-25 ára gamal, ljósabrúnt
hár.
Næstseinasta
sunnu
morgun var hann í hvítari
blusu, ikki í jakka.
Kriminalpolitiið
hevur
frætt okkurt frá vitnum um
mannin, og hesi prei verða
nú kannað.
Frætt okkurt um
neyðtøkumálini
Kriminalpolitiið hevur fingið nøkur prei viðvíkjandi ókenda unga
manninum, sum í seinastu hevur gjørt í hvussu eru tríggjar neyðtøkuroyndir
Bilurin fór runt
Eitt ferðsluóhapp hendi á Kjalnestanga sunnumorgunin klokkan 11.
Ein kvinna kom koyrandi norðaneftir, og komin í svingið misti hon
tamarhaldið á bilinum, sum fór yvir í hina breytina og rendi á ein
garð.
Kvinnan varð flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Bilurin fór illa.
Kári P. Højgaard hËeldur, at
løgtingsvalið fer at vísa, hvør
verður formaður í flokkinum
Kriminalpolitisturin Jan Hermansen heitti í Degi og Viku inniliga á fólk um
at hjálpa til við at finna mannin, sum framdi neyðtøkuroyndirnar