mánadagur 10. oktober 2011síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. oktober 2011 · Nr. 117
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Húsalánsgrunnurin
sóknast eftir starvsfólkum
sansir.fo
Fíggjarleiðari
Fíggjarleiðarin hevur ábyrgdina og dagligu leiðsluna av rokni-
skapinum, bókhaldinum og fíggjarligu viðurskiftunum hjá
Húsalánsgrunninum. Fríggjarleiðarin ráðgevur leiðsluni, hevur
eftirlit við rakstri, ger fíggjarætlan og roknskap. Harumframt
hevur fíggjarleiðarin ábyrgdina av innkrevjing.
KT-skipanirnar hjá Húsalánsgrunninum eru í menning, og
fíggjarleiðarin hevur ábyrgd av KT og tilhoyrandi mannagongdum
á fíggjarliga økinum.
Førleikar
Tú skalt hava viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni og royndir
innan fíggjar- og roknskaparøkið. Tú hevur góð evni at raðfesta
og tilrættisleggja arbeiðsuppgávur. Eisini skalt tú hava góðar KT-
førleikar. Um tú ynskir tær eitt sjálvstøðugt og fjøltáttað arbeiði við
góðum menningarmøguleikum, og tú ynskir eitt starv, ið setur stór
krøv til tann menniskjansliga og fakliga førleikan, so er hetta rætta
starvið til tín!
Hevur tú spurningar um starvið sum fíggjarleiðari og um
Húsalánsgrunnin, kanst tú venda tær til Andras Róin, stjóra,
á telefon 314583.
Málsviðgerar
Málsviðgerð umfatar øll viðurskifti í samband við lánsumsóknir og
samskifti við viðskiftafólk hjá Húsalánsgrunninum - umframt samskifti
við aðrar fíggingarstovnar og við Tinglýsingina.
Debitorstýring og innheintingarmál eru eisini partar av málsviðgerðini,
eins og luttøka í øðrum verkætlanum hjá grunninum.
Førleikar
Tú skalt hava eina viðkomandi útbúgving í skrivstovuyrkinum ella
á fíggjarøkinum. Hollar royndir innan lánsveiting, málsviðgerð og
debitorstýring eru fyrimunir.
Sum málsviðgeri er tað sera umráðandi, at tú dugir væl at leggja
arbeiðið til rættis, taka avgerðir og grundgeva fyri hesum. Umráðandi
er eisini, at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt.
Hevur tú spurningar um størvini sum málsviðgeri, kanst tú venda tær
til Vónbjørt Svabo á telefon 314583.
lønar- og setanartreytir
Fyri størvini
Størvini verða lønt eftir lønar- og
setanarsáttmálanum millum Fíggjar-
málaráðið og avvarandi sáttmála.
Fyrispurningar og umsóknir verða
viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknarfreistin til størvini er
22. oktober 2011.
Umsóknir
Umsókn saman við CV, prógvum og
øðrum viðkomandi skjølum skulu
sendast til:
Húsalánsgrunnurin
Yviri við Strond 6
Postsmoga 215
110 Tórshavn
Merkt: Málsviðgeri ella Fíggjarleiðari
UM HÚSALÁNSGRUNNIN: Húsalánsgrunnurin er skipaður við egnari stjórn og einum stýrið, ið verður tilnevnt av landsstýrismanninum
í fíggjarmálum. Húsalánsgrunnurin hevur fingið víðkaðar heimildir og nýggjar stórar avbjóðingar eru fyri framman. tað er í hesum
sambandið umráðandi, at tú trívist í einum broytingarhøpið og dugir at tillaga teg nýggj og kanska ókend øki.
Navn:
Bústaður:
Telefon: