mánadagur 10. oktober 2011síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Mánadagur 10. oktober 2011 · Nr. 117
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Merkisdagar
85 ára føðingardagur
Mikudagin
12.
oktober
verður
Absalon Jacobsen í Vági 85 ár. Hann
er burturstaddur føðingardagin.
80 ára føðingardagur
Mikudagin 12. oktober verður Stein
grímur Ranghamar, Norðagøtu 80
ár. Føðingardagurin verður hildin í
Gøtubrá frá kl. 18. Øll eru vælkomin
70 ára føðingardagur
Sunnudagin 16. oktober verður
Eingrím Holm, Vágur, ættaður úr
Hvalba, sjeyti ár. Dagurin verður
hildin í Frelsunarherinum í Vági
leygardagin 15. oktober. Tey, ið
vilja gleða Eingrím á degnum, eru
hjartaliga vælkomin frá kl. 15.
Zacharias Hammer seksti ár
Hósdagin 13. oktober gerst ein
seksti ára gamal. Í hesum sambandi
ynski eg at bjóða øllum mínum
vinum, kenningum familju, arbeiðs
feløgum og teimum mongu, sum
hava hjálpt mær við teimum mongu
sjónvarpssendingum bæði á landi
og sjógvi til móttøku/føðingardag í
Starvsmannafelagshúsinum í Havn
millum kl. 16 og 22 hósdagin 13.
oktober. Sjálvtøkuborð verður við
øllum góðum føroyskum viðskera og
øðrum góðum og leskiligum drykki.
Kaffi, te og heimagjørdar køkur.
Undirhald við ymiskum sangarum
og tónleiki luttaka, sum eru kendir
frá mínum sjónvarpssendingum.
Gott hevði verið um tit, sum koma
ringja, maila ella yvir Facebook
boða mær frá um tað liggur fyri
at koma - men tað er ikki neyðugt
sum so. Tlf. 75 20 02 ella 21 90 21
teldupostur: zacharias.hammer@
skulin.fo og so Facebook.com
60 ára føðingardagur
22. okt. verður Betty Joensen, búsit
andi í Íslandi, 60 ár. Dagurin verður
hildin í VB-húsinum leygarkvøldið
22. okt. kl 19:00. Tað hevði glett Betty
at sæð familju, vinir og kenningar.
Vinarliga sigið frá á tlf. 254184 innan
sunnudagin 16. okt.
Brúdleyp
Tað hevði glett okkum at sæð
ætt og vinir til brúdleypsveitslu
okkara leygardagin 26. nov. í
bygdarhúsinum í Leirvík. Tú ert
vælkomin, vinarliga sig frá á tlf.
285180 Jóhannes, tlf. 281652 Jonna
ella t-post. jonna@jesus.fo innan
7. nov. Jonna á Sondum Estbú og
Jóhannes Eysturdal.
Brúdleyp
Fríggjadagin 11. november giftast
Lisbeth Vang, úr Klaksvík, og Regin
Dalsgarð, av Argjum. Vígslan verður
í Vesturkirkjuni kl. 13. Veitslan
verður í bygdarhúsinum í Leirvík
kl. 19 fyri innboðin.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 22. november, hava Petrina
og Sigfríður Venned í Klaksvík,
verði gift í 25 ár. Dagurin verður
hildin leygardagin 3. desember, í
Skálanum kl. 19. Tey ið vilja gleða
okkum við at koma, verða biðin um,
at siga frá innan 20. november á tlf:
Petrina 260693 og Sigfríður 220593,
ella tpost: c_venned@hotmail.com.
Brúdleyp
Leygardagin 15. oktober kl. 15 giftast
í Gøtu Kirkju, Malan Oscarsdóttir
Poulsen, undan Gøtueiði, og Lars
Abrahamsen, úr Rituvík. Dagurin
verður hildin fyri teimum nærm
astu í Gimbrastovu, Ljósáir. Sunnu
dagin 16. oktober verður opið hús
í Gimbrastovu frá kl. 17. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp og Gullbrúdleyp
Fríggjadagin 11.11.11 giftast Tina Ziska, Tórshavn og Vagnur Mohr
Mortensen, Tórshavn. Vígslan verður í Havnar Kirkju kl. 12.
Sama dag hava Randi og Jóannes Ziska, Tórshavn, Gullbrúdleyp.
Móttøka verður úti á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin, Tórshavn
frá kl. 15.00 til 18.30. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Fríggjadagin 21. oktober giftast
Kerstin Rasmussen & Jóhann
Laksáfoss. Vígslan verður í Havnar
kirkju kl. 17. Veitslan verður á Hotel
Føroyum kl. 19 fyri innbodnum.
Heilsan
Góði fitti Stephan
Hjartaliga tillukku við 21 ára føðingardegnum, ið
var í gjár. alt tað besta víðari við fiskiskapinum.
Jesus pápi signi lívsleið tína. Tey allar bestu ynski
frá okkum her norðuri.
Abbi og omma
nakað ítriv. Vit ynskja at øll
skulu kenna seg vælkomin
Eldrafelagið Kumlá á Skála
hevur hugnaløtu týskvøldið
11. okt., kl. 19.
Dagtilhaldið í Nólsoy
er opið mánadag, týsdag og
hósdag frá kl. 13-17. Øll eru
vælkomin. Hósdagar kl. 10.30
er gongutúrur.
Dagtilhaldið Blákollan á Oyri
Opið er týsdag og hósdag frá
kl. 14 -18. Øll eldri vælkomin
Tilhaldið Hugnin
hevur opið mánadag og
mikudag frá kl. 14 til 17. Báðar
dagarnar er drekkamuur at fáa.
Landsfelag Pensjónista
Tróndargøta 13, Tórshavn
Tlf. 319394 ella 219394
Skrivstovan er opin týsdag frá
kl. 13-16.
Dagtilhaldið í Fuglafirði
Opið er: Mánadag, týsdag og
mikudag frá kl. 15-18.
Dagtilhaldið í Vági
Er opið týsdag og hósdag frá
kl. 15-18. Vælkomin.
Tilhaldið Sóljan
Klaksvíksvegur 35
Klaksvík · tlf. 459091
dagtilhaldid@post.olivant.fo
Opið er: Mánadag til hósdag
kl. 13.30-17.30
Hvønn dag er ein góður
drekkamunnur at fáa, eins og
bløðini eru til taks. Møguleiki
er at gera ymiskt handarbeiði,
spæla kort, bobb, telva o.m.a.
Hvør dagur endar við andakt
og sangi. Øll vælkomin.
Dagtilhaldið í Runavík
heldur til í hølunum hjá Nón,
á Torvgøtu 2 í Saltangará.
Opið er mánadag til hósdag
frá kl. 14-17. Høvi er at gera
ymiskt handaligt arbeiði,
spæla kort, boccia og borð
spøl. Týsdag er fimleikur.
Eisini verður telduundirvísing.
Bløðini eru til taks, og ein
góður drekkamuður. Øll eru
vælkomin.
Vága Pensionistafelag
Vit skipa fyri tiltøkum nakrar
ferðir um árið. Kundi tú hugsað
tær at vita meira um felagið
ella at gerast limur, kanst tú
venda tær til, formannin: Sofíu
Haraldsen, tlf. 332741 ella
nevndarlimunum.
Náttarravnarnir í Tórshavn
Tín stuðul ger mun! Teknað
teg sum náttarravn ella
gang ein royndartúr. Ring
tlf. 212498 Daisy, 274696
Barbara, 224048 Óluf.
Spælistovan
í Margarinufabrikkini. Opið er
mánadag, týsdag og hósdag
frá kl. 9-11.30 fyri børnum/
foreldrum uttan ansing.
Kvinnuhúsið
Skrivstovan er opin gerandis
dagar frá kl. 10-17. Tlf.
317200 svarar alt samdøgrið.
www.kvinnuhusid.fo
Vitjunarvinir
Um tú vilt verða vitjunarvinur
hjá Reyða Krossi ring ella
skriva: Reyði Krossur Føroya,
Bryggjubakki 10, Postsmoga
1015, 110 Tórshavn. Tlf.
319630. Fyriskiparar í
Tórshavn, Eyrith tlf. 313784
og 513784 og Marin 314333
og 284333. www.redcross.fo
Sands Bygdasavn
Norðara Koyta, er opið hvønn
dag í summar kl. 14-16.
Bólkar kunnu bíleggja sær
aðrar tíðir við at venda sær
til Sandoyar Kunningarstovu
á tel. 361836 ella info@
visitsandoy.fo Kostnaður kr. 30
Iktys
Endurnýtsluhandilin Iktys
tekur fegin ímóti góðum
summarklæðum - serliga
hvítum - kjólum, buksum,
niðurdeilum, blusum, hattu
m og summarskóm. Klæðini
skulu vera pen og rein. Allur
okkara peningur fer til tey
fátækastu í heiminum. Kom
inn og finn tær okkurt.
Giktafelag Føroya
MBF-húsið - Íslandsvegur 10c
100 Tórshavn. Tlf: 310237
Opið er týsdag og hósdag
frá 13 til 16.
Lymfødemfelagið
Tlf. 225224 Íslandsvegur 10
C, Tórshavn Postrúm 2113,
FO-165 Argir
Frítíðarfelagið Antares
Áhugafelag hvørs endamál
er at skapa samanhald og
røkja áhugamál hjá teimum
føroyingum, sum starvast í
altjóða farma- og frálanda
vinnu. www.antares.fo ella
antares.njordur@gmail.com,