Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. oktober 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. oktober 2011 · Nr. 118 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 mikudagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Tað ljóðar sum tann øvugta verð at hoyra Óla Breckmann, fyrrverandi løgtings- og fólkatingsmann Fólka­ floks­ins vilja bera Anniku Olsen fram í formanssessin. Eitt er, at hann er misnøgdur við Jørg­en Niclasen, sum ikki hev­ ur havt hepna hond við sær sum for­mað­ur – ser­liga eft­ir marg­hátt­ ligu av­gerð­ina at siga seg frá sum lands­stýr­is­mann, pol­it­iskt ó­takt­ isku av­gerð­ina at taka Fólka­flokk­ in úr sam­gong­uni, og so alt rok­ið og oyðsl­ið í Utt­an­rík­is­r­áðnum, sum hann hevði ábyrgdina av. Sam­bært Óla Breckmann, so snýr tað seg um at styrkja Fólkaflokkin í Havn – heldur enn at taka valdið frá Jørg­eni Nicl­asen. Men Ann­ika Ol­sen stend­ur als ikki fyri sama pol­it­ikki, sum Óli Breck­mann. Tað er bara at blaða í gerð­a­bók­unum hjá løg­ting­inum, so sæst, at Óli Breck­mann hevur verið ímóti stórt sæð øll­um upp­skot­um, sum Ann­ika Ol­sen hev­ur bor­ið í ting­ið. Men trupul­leik­in hjá Fólka­flokk­i­ num í Havn ligg­ur helst utt­an fyri flokk­in. Poul Mich­el­sen hev­ur fing­ ið sær eitt væl mann­að lið, sum heilt víst skað­ar Fólk­a­flokk­in. Og roynd­ ur í leik­um, sum Óli Breck­mann er eft­ir 37 ár í pol­i­tikki, so veit hann, at ein ó­semja um til døm­is for­mannn ella for­kvinnu í Fólka­flokk­i­num kann fáa fólk í Vág­um at fylkj­ast um Jørg­en Nicla­sen, með­an fólk­ a­floks­fólk í Havn og aðr­a­staðni fylkj­ast um Ann­iku Ol­sen. Ergo: Fólka­flokk­ur­in verð­ur vinn­ar­in, og so kunnu hest­ar­nir bít­ast – og být­ ast um leiðsl­u­na – eft­ir val­ið. Tap­arin verð­ur – sam­bært hesi kon­ spi­r­a­tións­te­ori – Poul Mich­el­sen og Fram­sókn. Óli Breck­mann kundi annars brúkt somu argument um seg sjálvan fyri at blivið formaður í Fólkaflokk­i­ num. Hann vann á for­mann­i­num á fólk­a­tings­val­i­num í 1984. Og hann smurdi for­mann­in av á fólk­a­tings­ valu­num í 1987, í 1988, í 1990, í 1994, í 1998 og í 2001, tá Óli Breck­mann fall. Ikki fyrr enn tann sterki og stabili An­finn Kalls­berg vann flokk­i­num sæti á fólk­a­tingi aft­ur í 2005, var for­mað­ur­in í fremstu røð. Arg­u­mentini fyri at velja Anniku Ol­sen til forkvinnu eru helst fleiri, og lít­il ivi man vera um, at tað hevði giv­ið Fólk­a­flokk­i­num eitt gott val­ úrs­lit. Men tup­ul­leikin er al­tíð tann, at tá kvinnur skulu hava vald, so skulu menn lata vald. Menn hava ilt við at lata vald frá sær – og neyv­an eru kon­serv­a­tivu før­oysku fólka­ floks­menn­i­nir nak­að und­an­tak í so máta. Stríð skal styrkja flokkin Breckmann hevur royndir við styrkjandi ósemjum Hóast Tórbjørn Jacobsen fleiri ferðir seianstu mán­ að­ir­nar hev­ur sagt, at hann ikki still­ar uppaftur, so eru tey mong, sum ikki hava trúð hon­um. Vit hava eisini fyrr skriv­að á hesum stað, at hóast hann hevur sagt, at hann ikki stillar upp, so ivast vit ikki í, at navn hansara stendur á lista­num, sum verður borin val­nevnd­ ar­for­kvinnuni leygarkvøldið klokkan seks. Vit vita eisini, at veddað hev­ur ver­ið um hetta í Løg­ ting­i­num, og at øl­kass­ar standa upp á spæl, bæði um hann verður á list­a­num – ella ikki. Hvor om alting er, so er tað ikki nóg mikið at stilla upp. Tú skalt eisini veljast á ting. Sambært fólkatingsvalinum, sum Tór­bjørn Jac­ob­sen sigur, at »Tjóðveldi tapti so dyggiliga«, so halda veljarar hjá Tjóðveldi ikki, at Tórbjørn Jacobsen skal vera í fremstu røð. Við sín­um 142 atkvøðum er hann aftan fyri fýra sterkar kvinn­ur – og Høgna Hoydal. Men tað gevur honum eitt sættapláss, og tað kann vera nóg mikið til tess at fáa fótin inn um ting­gátt. Greitt er, at Tórbjørn Jacobsen vil aftur á ting. Spurningurin er, um Tjóðveldi vrakar hann – ella tekur hann á listan. Ta avgerðina eiga limir í valfeløgunum. Føroya Tele hevur ment eitt serligt forrit til fartelefonina, har tú kanst leita eftir fólkum, vinnum og tænastum í Føroyum. Talan er um eitt forrit, á enskum kallað »app«, ið verður nýtt á nýggjum fartelefonum. Forritið er ein útbygd útgáva av nummar.fo, tað er ógvuliga einfalt og lætt at brúka, og tú finnur skjótt fólk, vinnur og tænastur, sum tú hevur tørv á. Forritið er ókeypis at heinta og er at fáa á bæði Android Market og App Store. Forritið hevur innbygt GPS (global position system). Sostatt veit forritið, hvar tú ert, og kann vísa tær matstovur, handlar ella aðrar tænastur, sum liggja nærhendis. Tá ið tú hevur funnið tað, tú leitar eftir, hjálpir forritið tær at ringja, goymir nummarupplýsingar, finnur staðið á kortinum og vísir tær leiðina. Nýggja forritið kann heintast á Android Market ella App Store og leita eftir »nummar«. Fortreytin er, at tú hevur eina nýggja fartelefon, eina sonevnda smartphone. Nummar í fartelefonina Fríggjakvøldið verður ment­ an­a­r­nátt í Keyp­mann­a­havn, og eis­ini á Christians­borg verða dyrnar lætnar upp á víðan vegg fyri al­menn­ing­ i­num. Nývaldu føroysku fólka­ tings­menn­inir, Sjúrður Skaale og Edmund Joensen gera nógv burtur úr ment­ an­ar­nátt­ini og hava í felag ski­p­a­ð fyri ymsum for­vitn­ is­lig­um, føroyskum til­tøk­ um. Anna Faroe fer at syngja, og við sær hevur hon Kim Han­sen á tangentum og Hans Pet­ur í Brekk­u­num á sax­o­fon. Tey spæla tvær smáar kon­sert­ir, klokk­an 19.30 og klokan 21.30. Um­ framt hesa trio, fer Sirri at vísa klæð­ir fyri heyst og vet­ur 2011, og høvi verður eisi­ni at heilsa upp á før­ oysku fólk­a­tings­menn­inar. Í »Føroyarúminum« á Christ­i­ans­borg verða ymsir stutt­film­ir um Føroyar at síggja, og vitjandi kunnu fáa fald­arar um Føroyar sum ferð­a­mann­aland. Sjúrður Skaale og Ed­ mund Jo­en­sen vóna, at nógv­ir før­oy­ing­ ar nýta høvið at vitja á Borg­ini fríggj­a­kvøld­ið. Før­oysku um­boð­ini verða at finna í Før­o­y­a­rúm­i­num og í Grøn­lendska rúm­i­num. Til­tak­ið byrj­ar klokk­an 18 og end­ar klokkan 23. Íblástur til leiðslu Rúni Rasmussen kjak á síðu 15 Er kongs­jørð óðalsjørð? Zakaris Wang kjak á síðu 16 Velja ella vraka Tobba Sjúrður og Edmund hava »opna borg« Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo