mikudagur 12. oktober 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. oktober 2011 · Nr. 118
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TØKK
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á hvør sín
hátt hava víst samkenslu.
Takk fyri tykkara samhuga og vinarligu heilsanir
í sambandi við deyða og jarðarferð hjá
lítlu dóttur okkara
Freiu.
Ein stór tøkk til tykkum øll, sum lótu eina
peningagávu til sjúkrahúsklovnina, Fiola.
Familjunnar vegna
Niels Jákup og Sólvík
Okkara samfelag hevur tørv
á góðum og ídnum leiðarum,
sum tora at seta mál, at møta
avbjóðingum og sum megna
at motivera fólk at røkka
stórum málum í felagsskapi.
Vit droyma øll um eitt enn
betri samfelag, eitt samfelag
sum
mennist. Hetta
kem
ur ikki av sær sjálvum. Góð
leiðsla skal til, hon er fyritreyt
fyri menning og broyting.
Tørvur á leiðslu
Samkomur og kirkjur hava
tørv á leiðarum, sum gerast
enn betri til at leiða, menna
og kveikja onnur. Familjur
nar hava brúk fyri góðum
leiðarum/foreldrum. Fyritøk
ur og sjálvbodnir felagsskap
ir hava tørv á góðum leið
arum, og okkara politiska
skipan hevur tørv á leiðar
um, sum tora at ganga undan
og taka avgerðir til gagns fyri
landið.
Ein leiðari, sum stendur
í stað, leiðir ongan. Hin góði
leiðarin
er tilvitaður
um
tørvin á sjálvsmenning og
kveikjan fyri at kunna leiða
og kveikja onnur.
GLS í Føroyum
Altjóða
leiðararáðstevnan
“The
Global
Leadership
Summit”, stytt GLS, verður
aftur í ár hildin í Føroyum,
fjórða árið á rað.
“The Global Leadership
Summit” er ein árlig leiðara
ráðstevna, sum verður hildin
hvørt ár í august í Willow
Creek Community Church í
Chicago. Stevnan verður í ár
víst á stórskíggja í 270 býum
í 75 londum. Fyrilestrarnir
eru tekstaðir til málið, sum
verður tosað í tí einstaka
landinum, og soleiðis er
eisini í Føroyum. Væntandi
fara
fleiri
enn
100.000
leiðarar kring allan heim at
luttaka og fáa íblástur frá
ráðstevnuni.
GLS er vorðin ein altjóða
leiðararørsla, sum sameinir
leiðarar frá ymiskum kirkj
um, fyritøkum, stovnum og
mentanum og gevur íblást
ur til visiónir og leiðslu
menning.
Fyrsta GLS leiðsluráð
stevnan varð hildin í Føroy
um í 2008. Tað vóru fólk
frá ymiskum kirkjum og
samkomum, sum tók stig til
stevnuna. Hjartamál teirra
var at skipa fyri tiltaki, sum
kundi savna leiðarar úr
ymiskum kirkjum, samkom
um og vinnulívi til eggjan og
leiðslumenning.
Tiltakið fekk sera góða
undirtøku. Á fyrstu stevn
uni í Føroyum vóru næstan
400 leiðarar og leiðaraáhug
að savnað til leiðsluíblástur í
Norðurlandahúsinum.
GLS hevur hesi árini savn
að leiðarar og leiðaraáhugað
innan samkomur, vinnulív,
sjálvbodnar felagsskapir og
politikk til leiðslumenning
og felagsskap við støði í
kristna boðskapinum. Aftur
meldingarnar hava sum heild
verið sera jaligar.
Kveikjandi fyrilestrar
Aftur í ár verða vístir fleiri
kveikjandi
og
fjølbroyttir
fyrilestrahaldarar. Nevnast
kunnu Bill Hybels, Patrick
Lencioni,
Michelle
Rhee,
Henry
Cloud
og
Mama
Maggie.
Bill Hybels, seniorpastorur
í Willow Creek Community
Church, tók stig til hesa
leiðararáðstevnuna.
Hann
er ein leiðari, sum skarar
framúr. Kirkja hansara savn
ar hvørt vikuskifti fleiri enn
20.000
menniskju.
Hann
hevur skrivað fleiri bøkur,
ið eru seldar í stórum tali.
Hybels hevur sum hjartamál
at menna leiðarar um allan
heim.
Patrick Lencioni er leiðslu
ráðgevi og hevur ofta verið
í Wall Street Journal, USA
TODAY og Harvard Business
Review. Hann er metsøluhøv
undur og nógv eftirspurdur
fyrilestrahaldari.
Michelle Rhee er fyrr
verandi rektari á Washington
D.C. Public Schools. Hon
hevur stovnað rørsluna og
felagsskapin StudentsFirst,
sum hevur sum endamál
at broyta almenna skúlan,
so næmingarnir fáa góð
úrslit og útlit til eina góða
framtíð. Í sínum starvi sum
rektari stóð hon á odda fyri
grundleggjadi og neyðugum
broytingum. Sum úrslit av
hesum fingu næmingarnir
nógv betri úrslit.
Henry Cloud er sálar
frøðingaur og hevur Ph.D.-
heiti í sálarfrøði. Hann er
metsøluhøvundur, og er hann
ráðgevi hjá toppleiðarum
í vinnulívi og kirkjum. Dr.
Cloud hevur sera drúgvar
royndir sum sálarfrøðingur
og leiðsluráðgevi.
Mama Maggie Gobran fór
frá einum tryggum lívi sum
universitetslærari fyri at taka
sær av fátækum børnum á
ruskdungunum í Kairo. Hon
og
hennara
felagsskap
ur hava hjálpt túsundtals
børnum til eina betri tilveru.
Mama Maggie hevur fleiri
ferðir verið í uppskoti at fáa
friðarheiðursløn Nobels. Hon
verður ofta nevnd 'Móðir
Teresa í Kairo'.
Íblástur til føroyskar
leiðarar
GLS verður hildið í Norður
landahúsinum í døgunum 21.
og 22. oktober. Væntandi fara
300-400 føroyskir leiðarar og
leiðaraáhugað at luttaka á
ráðstevnuni. Luttakararnir
hava ymiskar bakgrundir og
størv, men felags mál teirra
er at fáa íblástur til leiðslu og
at gerast betri leiðarar.
Rúni Rasmussen
nevndarformaður, GLS Føroyar
www.gls.fo
Íblástur til leiðslu
Kjak