fríggjadagur 14. oktober 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. oktober 2011 · Nr. 119
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tað var ein sera umfatandi
valskrá,
sum
Sambands
flokkurin
gjáramorgunin
legði alment fram. Heilar 77
blaðsíður fylla ætlanirnar
hjá flokkinum.
Høvuðsboðskapurin snýr
seg um búskaparmenning,
orkumenning og kjarnuvæl
ferð.
Hallið á fíggjarætlanini
skal burtur, og tað skal gerast
við millum annað einari
prístalsregulering av blokki
num, niðurskurði av rentu
stuðli og sjómannafrádrátti,
og einum tilfeingisgjaldi á
alla vinnuna.
- Eisini skal innkeyps
politikkurin hjá tí almenna
regulerast soleiðis, at kapping
verður millum fyritøkurnar
at selja til tað almenna. Hetta
er nakað, ið verður gjørt í
Danmark, og varðisliga mett
kunnu vit spara 50 milliónir
krónur longu fyrsta árið
við at samskipa innkeypini
hjá tí almenna, sum keypir
fyri
tvær
milliardir
um
árið, sigur Kaj Leo Johanne
sen, formaður í Sambands
flokkinum.
Hann metir, at ein prístals
regulering av blokkinum fer
at geva eitt stað millum 130
og 200 milliónir.
- Og tað kann passandi
brúkast til at betra um korini
hjá støkum uppihaldarum,
sigur Kaj Leo Johannesen.
Búskaparligu
tiltøkini
skulu tryggja, at javnvág
verður á fíggjarætlanini í
2014, og eitt hampiligt yvir
skot í 2015.
Leggja dent á orku
Umframt búskaparmenning
leggur Sambandsflokkurin
stóran dent á orkumenning
í síni valskrá.
Flokkurin sigur í valskrá
síni, at »Sambandsflokkurin
ásannar, at føroyingar og
føroysk vinna fara at standa
yvirfyri álvarsligum orku
trupulleikum komandi árini –
hetta við varandi høgum olju-
og elprísum. Verður einki
gjørt fyri at loysa vaksandi
orkutrupulleikarnar í sam
felagnum, fer hetta at hava við
sær lægri búskaparvøkstur,
herundir
ávirka
privatu
húsarhaldini og lønsemið
í
vinnuni.
Haraftrat
er
vandi fyri færri pengum til
vælferðartænastur, fráflyt
ing og avtøku av virkjum í
vinnuni«.
Flokkurin ætlar tí at
leggja dent á alternativa
orku so sum vind og vatn.
Sagt verður, at elektrifi
sering er neyðug, bæði av
búskaparligum og umhvørvis
ligum ávum. Samstundis fer
ein elektrifisering at hava
hægri elnýtslu við sær, sum
so aftur setur størri krøv til
elframleiðslu og elkervi.
- Vit mugu taka upp sam
ráðingar við SEV um, hvussu
ognarviðurskiftini
skulu
vera frameftir, sigur Kaj Leo
Johannesen og vísir til orku
ætlanina, sum Johan Dahl
legði fram fyrr í ár.
Almannaøkið
ikki skerjast
Triðja fokusøki kallar flokk
urin fyri kjarnuvælferð.
Flokkurin hevur seinasta
valskeiðið umsitið økið við
Rósu Samuelsen, og hóast
tað er eitt tungt øki, ætlar
Sambandsflokkurin
ikki,
at karmarnir skulu gerast
trengri á almannaøkinum.
Tvørtur ímóti ætlar flokk
urin at gera umstøðurnar
betri á økinum, serliga tá
talan er um rehabilitering av
kropsliga og sálarliga veikum
fólki.
- Um hetta merkir, at
almannaráðið skal brúka
meiri pening, so má sparast
á onkrum øðrum øki, sigur
Kaj Leo Johannesen.
»Tað almenna eigur at
verða við til at nøkta ein
grundleggjandi menniskja
ligan tørv fyri allar borgarar
– herundir tryggja og menna
kjarnutænastur innan sjúkra
viðgerð, heilsu, bústaðarmøgu
leikar, útbúgving og annað«,
sigur flokkurin millum annað
í 77 síður stóru valskrá síni.
leo@sosialurin.fo
Føroyska samfelagið
ikki kosta meir
VALSKRÁ Sambandsflokkurin fer á val upp á búskaparmenning, orkumenning og
kjarnuvælferð. Og so skal føroyska samfelagið rekast fyri somu krónuupphædd í
2016, sum tað kostar í dag, var boðskapurin á tíðindafundi gjáramorgunin
FRAMLØGA
Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, legði fram valskrá og valevnir floksins á tíðindafundi í gjáramorgunin
Mynd: Álvur Haraldsen
Kaj Leo Holm
Johannesen
Alfred Olsen
Bjørn Kalsø
Bárður Nielsen
Helgi Abrahamsen
Edva Jacobsen
Eivin Jacobsen
Hergeir Staksberg
Høgni Mikkelsen
Jákup Skoradal
Joen Peter Petersen
Johan Dahl
Jón Finnbogi Johansen
Jóna Mortensen
Justines Eidesgaard
Niels Olaf Eivindson
Niels Peter Beck
Petra Iversen
Reimund Langgaard
Rósa Samuelsen
Sæunn Ó. Hansen
Terji Davidsen
Villads Bøgesvang
Valevni
Sambandsfloksins
Hesi 23 fólkini stilla upp til løgtingsvalið fyri
Sambandsflokkin