fríggjadagur 14. oktober 2011síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 119 · 14. oktober 2011
2
VIKUSKIFTI
Spurningurin er ikki, hvussu hart lívið fer við
tær, men hvussu hart tú upplivir slagið, og so
ræður um at finna mátan at koma víðari.
Bodybuildarin Gunnar Hjelm
við Sosialin mikudagin
Hvonn Live
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Leygarkvøldið fer Rás2 undir eina
nýggja røð við Hvonn Live sendingum.
Hetta eru sendingar, sum Rás2 sendir
beinleiðis av Hvonn í Havn.
Í fyrstu sendingini luttaka politisku
floksformenninir. Teir fara at práta um
politikk og kappast í spurnarkapping.
Eisini fer bodybuildarin Gunnar Hjelm
at greiða frá, hvussu hann hevur strítt
seg í toppform aftur.
Steintór Rasmussen gevur í næstu
viku nýggja fløgu út. Tosað verður
við hann um nýggju útgávuna, og
Steintór spælir tveir nýggjar sangir
live í sendingini.
Jákup Eli er við
Jákup Eli Joensen hevur seinastu
tíðina verið nógv at hoyrt við sanginum
um Vanju. Hetta er sangur, sum er á
fløgu, sum hann gav út fyri nøkrum
vikum síðani. Jákup Eli hevur havt
nakrar live-framførslur, síðani fløgan
kom út, og nú verður hann við í Hvonn
Live.
Tosað verður við Jákup Eli um at
fáa eitt hitt í Føroyum, og Jákup Eli
fer eisini at spæla sangin Vanja live í
sendingini.
Jákup Eli er longu í holt við eina
nýggja útgávu, sum hann ætlar skal
koma fyri jól.
Hvonn Live verður sent leygarkvøldið
frá kl. 19 til kl. 21. Fólk eru vælkomin
á Hvonn at lurta, og annars ber til at
hoyra alt á Rás2.
Tær
føroysku
eru best!
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Annika Smith / Lau Stender
klumman
Inna
Törnroos
mynd: Álvur Haraldsen
Jákup Eli Joensen hevur seinastu tíðina hittað við
sanginum um Vanju. Í næstum gevur hann nýggja fløgu út,
og leygarkvøldið spælir hann í sendingini Hvonn Live
Jákup Eli syngur
í Hvonn Live
Hvørju ferð, eg eri í Føroyum, havi eg eini
ørindi, ið altíð mugu klárast. Eg skal til frisør.
Helst skal hon eita Ingrid, men Mariann, og
Bjørk eru eisini fínar.
Eg búgvi í einum stórbýi við túsundatals
hárfríðkannarhøllum, men enn havi eg
ikki funnið nakra frisør, ið er betri enn tær
føroysku – og eg havi roynt nógvar.
Tær føroysku hárfríðkannarkvinnurnar
eru ikki bara tryggar við saksinum, tær fylgja
eisini væl við rákinum, tær nýta tað seinasta
innan liting og viðgerðir – og tær eru bíligar.
Grundin til hetta, trúgvi eg, liggur í eini
langari og góðari útbúgving við nógvum
praktikki saman við royndum hárfríðkannar
kvinnum. Eisini havi eg eina føling av at før
oysku hárfríðkannarkvinnurnar eru stoltar
av sínum starvi.
Minnist einaferð, tá eg sat í frisørstólinum
á Álandi, og hon, sum klipti, greiddi frá, at
hon hevði gingið tvey ár í skúla, og so varð
hon útbúgvin hárfríðkannarkvinna. Nýtist
mær at siga, at eg ongantíð eri so vánaligt og
ójavnt klipt, sum ta ferðina?
Sjálvandi eru allar ikki sum hendan – og
tað, sum tær oftani hava til felags, er, at tær
hava verið nógv á skeiðum og starvast leingi
– og so kosta tær eisini.
Havi skilt, at útbúgvingarnar á Tekniska
skúla til stylist, make-up-artist og frisør eru
ein roynd at fáa kvinnurnar at verða verð
andi í Føroyum. Ein góður tanki, ið óiva fær
onkra at verða verðandi á klettunum.
Men hugsað longri – hví ikki nýta kunn
leikan, sum er í Føroyum innan hetta øki,
til at lokka kvinnur aðrastaðni frá at koma
til Føroyar og nema sær útbúgving? So
kanska talið av gomlum dreingjum minkar
samstundis, sum føroyingar læra heimin at
greiða og klippa.
So segði
hann...
Jákup Eli syngur kenda sangin hjá sær um Vanju í Hvonn Live leygarkvøldið