mánadagur 17. oktober 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. oktober 2011 · Nr. 120
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
mánadagsblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tá Norröna kom á Havnina
um 5-tíðina í morgun, stóð
løgreglan á bryggjuni og
kannaði bilførarar.
Endamálið var at tryggja
sær, at eingin teirra koyrdi
ávirkaður í land við bili
sínum.
Av
politistøðini
verður upplýst, at teir íalt
kannaðu 28 bilførarar, men
samstundis verður
staðfest, at eingin
teirra koyrdi ávirk
aður.
Sagt verður, at
løgreglan av og á ger
slíkar kanningar.
Og soleiðis var
aftur gjørt árla í
morgun.
So var freistin úti at lata inn upp
stillingarlistarnar til løgtingsvalið í
næstu viku. Greitt er nú, at 168 fólk
bjóða seg fram at manna teir 33
sessirnar í løgtinginum, 58 kvinnur
og 110 menn.
Hóast tað ikki boðar frá greiðari
javnstøðu á uppstillingarlistunum
– tað er bara Framsókn, sum hev
ur tað – so munnu líkindini verða
frægari enn nakrantíð til, at vit
fáa eina rímuliga umboðan millum
kynini, tí fleiri kvinnur liggja væl
fyri í kappingini um sessirnar.
Men tað tykir eitt sindur løgið, at
eingin politiskur flokkur megnar at
fylla listan. Sambært lógini ber til
at stilla upp 43 valevni. Teir flokkar
nir, sum hava flest fólk á listunum,
eru Tjóðveldi og Javnaðarflokkur
in, sum hava 36 í part. Har eru sjey
pláss eftir. Tá øll valevni fáa nakrar
atkvøður, so er mangt sum bendir á,
at fleiri atkvøður fara fyri skeytið,
tí at listarnir ikki verða fyltir.
Siga vit at allir flokkarnir høvdu
fullar listar, so vóru 301 valevni, 133
fleiri enn í dag.
Tað sum eisini eyðkennir list
arnar er, at nógv valevni eru úr
Suðurstreymi, har 71 av valevnu
num búgva, meðan bert 24 koma
av útoyggj, har landfast ikki er við
meginøkið. Tað er eisini rætt, sum
Dennis Holm, samfelagsfrøðing
urin, segði í útvarpinum í gjár, at
tað er ikki eins spennandi hjá fólki
har at stilla upp, sum tað var fyrr.
Tá landið var býtt í sjey valdømi, tá
var tað eisini spennandi at verða
næsti maður ella kvinna á lista
num úti í valdømunum, tí fór eitt av
tingfólkunum í til dømis Suðuroy í
landsstýrið, so var tað næsta fólk á
listanum í Suðuroy, sum tók sæti á
tingi. Nú er tað næsta fólk á lista
num kring landið.
Hetta gav at býta á seinasta løg
tingsvali. Fýra menn úr Suðuroy
vórðu valdir: Jóannes Eidesgaard,
Jacob Vestergaard, Johan Dahl og
Hergeir Nielsen. Tríggir teir fyrstu
endaðu í landsstýrinum, og einki
av varafólkum teirra í løgtinginum
kom úr Suðuroy, so endin var, at
Hergeir Nielsen varð einsamalli og
einasti tingmaðurin úr Suðuroy.
Hinvegin kunnu vit so siga, at nú
hava vit øll møguleika at velja pol
itikarar úr øllum valdømum. Tað
er rætt, at miðstaðarøkið hevur
stóran týdning, men tað hevði tað
eisini frammanundan, sum grein
ingin hjá Jóannes Hansen í viku
skiftisblaðnum eisini vísti: Tann
flokkurin, sum vinnur valið í Havn,
hann vinnur eisini valið í Føroyum.
Í Havn eru so nógvar atkvøður at
fara eftir, og tann flokkur, sum
megnar tað, hann vinnur sum oft
ast løgtingsvalið.
Løgtingsvalúrsitið
verður avgjørt í Havn
Føroya Arbeiðsgevarafelag
leggur fram nýggj vinnu
sjónarmið hósdagin.
Boðskapurin til politisku
skipanina er, at broytingar
mugu til í føroyska samfel
agnum.
Fyri at skapa eina góða
framtíð í Føroyum mugu
broytingar gerast. Ta fatan
hevur
Føroya
Arbeiðs
gevarafelag, og fer felagið
tí í nýggja bóklinginum
»Koyrið so á motorin« at
greiða nærri frá, hví so er,
og at koma við tilmælum
um broytingar, sum verða
lagdar fram hósdagin.
Marita Rasmussen, stjóri
í Vinnuhúsinum, væntar
gott samstarv við politisku
flokkarnar, sum fara at
skipa samgongu eftir løg
tingsvalið:
– Føroya Arbeiðsgevara
felag er til reiðar at geva sítt
íkast til politiska arbeiðið
at finna eina haldgóða kós
fyri Føroyar, tað skal ikki
standa á.
Um vit samanbera okk
um við Norðurlond, so fram
leiða føroyingar minni fyri
hvønn íbúgva. Vøksturin í
føroyska búskapinum er ov
lítil. Vøkstur í búskapinum
er avgerandi fortreyt fyri,
at lond kunnu varðveita
vælstandin
í
landinum.
Tað eigur at vera greitt fyri
okkum øll, at vøkstur, væl
standur og vælferð ikki er
nøkur sjálvfylgja.
Føroya Arbeiðsgevarafel
ag heldur tað vera avgerandi,
at neyðugar avgerðir verða
tiknar og politiskar ætlanir
framdar í verki. Neyðugt
er, at politiska skipanin let
ur støðugar orrustur um
smámál fara og í staðin fer
undir arbeiðið við stóru
samfelagsmálunum,
ið
liggja og bíða. Føroya Ar
beiðsgevarafelag eftirlýsir
tí eina greiða og haldgóða
ætlan frá politisku skip
anini um, hvør kósin fyri
føroyska samfelagið skal
vera. Við øðrum orðum, so
er stundin komin at koyra á
motorarnar.
Havnarfólk vilja á ting
Tað lá ikki fyri hjá Jørgeni
Niclasen, formanni Fólka
floksins, at møta til prátið
millum
floksformenn
á
Hvonn Live sendingini hjá
Rás2 leygarkvøldið. Í staðin
sendi fokkurin Jacob Vester
gaard – heldur enn Anniku
Olsen, sum tó var í salinum
sum áhoyrari.
Hetta fekk fleiri at halda,
at Jacob Vestergaard so
spakuliga er farin at koyra
seg í stilling sum formans
valevni. Hann dró longsta
stráið á síðsta løgtingsvali,
og tað kann hann saktans
eisini klárað hesaferð. Hava
vit fólkatingsvalið í huga, so
vann Fólkaflokkurin kring
landið, men tapti í Havn.
Tí hevur Jacob Vester
gaard sera góðar møguleik
ar at gerast toppskorari – og
verður hann tað, so hevur
hann nógvar trumfar, tá for
maðurin skal kjósast eftir
løgtingsvalið, so Annika
Olsen skal als ikki
kenna seg so
trygga.
H a r a f t
urat sigst, at
J-bandin
í
Fólkaflokki
num (Jógvan,
Jacob, Jørg
en,
Jákup)
ikki
undir
nøkrum um
støðum stuðl
ar Anniku.
Jacob verður eisini
formansvalevni
Kannaðu bilførarar
Eitt
virðiligt lív
Margretha Nónklett
kjak á síðu 10
Virðing
fyri Kaj
Leo tur/
retur
Tróndur Djurhuus
kjak á síðu 12
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Koyrið so á
motorin