Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. oktober 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. oktober 2011 · Nr. 120 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen - Vit hava verið í kapping síða­ni felagið varð stovnað í 1988, hóast vit nú hava verið einsa­mall­ir á økinum í eina tíð, sigur Magni Arge. Stjórin í Atlantsflogi held­ur, at nú møguleikarnir við einum longdum flogvølli eru størri, má roknast við, at onk­ur annar fer at bjóða seg fram. - Men skuldi tað hent, er tað ikki nakað, sum kemur óvart á okkum. Annars hava vit somu ynskir, sum Vága Flog­havn, at tað gerast fleiri fólk, sum fara at ferðast um flog­vøll­in í Vágum og út­ heim­in. Ikki minst at fáa fleiri ferðafólk aðrastaðnis frá at koma til Føroya, sigur Mag­ni Arge. Tað var annars nú frá­ farni stjórin í Vága Floghavn, Dáv­ur Reinert Hansen, sum í farnu viku boðaði frá, at hann hevði sett seg í samband við okkurt flog­ felag, meðan okkurt hevur sett seg í samband við Vága Flog­havn. Og í tí sambandi segði fráfarni stjórin, at ynski var at fáa størri ferðslu um flogvøllin. - Tað, at flogvøllurin nú verður longdur, hjálpir upp á a­v­m­ark­ingarnar, men mark­ nað­ur­in í Før­oy­um er jú lítil, vit eru ikki fleiri enn 50.000 fólk. Og kost­nað­ar­støðið at flúg­va til og úr Før­oyum er lut­fals­liga høgt, og hægri enn aðra­stað­ni, sigur Magni Arge. Ein trupulleiki er eisini, at kennskapurin til Føroyar úti í heimi er rættiliga av­mark­ aður, og tí skal nógv nýtast í marknaðarføringini, fyri at kveikja áhugan. - Og vit sum felag royna at gera tað, vit kunnu fyri at rationalisera, og fyri at mark­ naðarføra Føroyar sum desti­ na­tión, eisini fyri at kunna bjóða bíligari ferðir, sigur Mag­ni Arge. Skattur á ferðing Stjórin í Atlantsflog sigur, at felagið er í samstarvi við fleiri onnur feløg. - Hetta fyri at kunna skapa umstøður, so vit kun­ nu koma longri út í heim til rími­lig­ar prísir. Og tað haldi eg hjálpir upp á ferðingina. Vit vilja jú eisini samstarva við Vága Floghavn fyri at vaksa um streymin av ferða­ fólki, sigur Magni Arge. Hann sigur, at tey fegin vildu samstarvað við lands­ stýrið um at fáa fleiri fólk at ferð­ast um flogvøllin, men tað er eisini eitt ynski, at fáa minka um avgjøldini á ferð­ unum til og úr Føroyum. - Hóast tað er eitt ynski at fáa bíligari ferðir, so hava vit kort­ini valt at leggja skatt á ferðing til og úr Føroyum, og gjalda 120 krónur hvørja ferð vit ferðast um flogvøllin, sig­ ur Magni Arge. Hann leggur aftrat, at gjald­ið at nýta floghavnina fór mikið upp, tá føroyingar yvir­tóku ræðið á floghavnini. - Og tað vendir eitt sindur øvugt í mun til ynskið at fáa størri ferðslu um flog­havn­ ina. Men tað kundi loyst seg um vit arbeiddu saman um at fáa kostnaðin nakað niður við at minka um skattin og at minka um útreiðslurnar at nýta flogvøllin, sigur Magni Arge. Hann heldur eisini, at møgu­leikarnir eru ov skerdir at flúgva um náttina og tíð­ liga á morgni. Um viljin er Hugt verður í løtuni eisini eftir møguleikunum at flúg­ va til aðrar destinatiónir. - Møguleikarnir verða jú eisini størri, tá vit fáa nýggja Air­bus flogfarið. Hann røkk­ u­r nógv longri enn tey flog­ før, vit hava í dag, og ein av ítøkiligu ætlanunum, sum vit hyggja upp á í dag er møgu­ leikin at flúgva bein­leið­is úr Før­oyum og suður í heitu lond­ini, sigur Magni Arge. Hugt verður eftir Barcelona, Alicante ella møguliga Mallorca. - So er tað hetta ynski, sum all­ir føroyingar hava um at slep­pa bíligari av landinum, og har kundi verið hugt eftir granna­landi­ num, Hetlandi, har myndug­ leik­arnir júst hava longt tað, sum verður rópt Air Dis­count Sceme í fýra ár frá 2012 til 2015. Hetta er ein EU- góðkend skipan, har skotska parla­mentið rindar 40% av ferða­út­reiðslunum aftur til tey ferðandi, sum eru búsett fast í Hetlandi, sigur Magni Arge. Fyrr var tað bert galdandi til Skotlands, men nú verður tað galdandi til onnur lond eisi­ni, eitt nú Noreg ella til Lon­d­on. - Hetta vænti eg fer at hjálpa teimum til at fáa eina vaks­andi ferðslu, og á sama hátt kundu vit vaksi um okk­ara ferðslu, um viljin er til staðar, sigur Magni Arge. Atlantsflog ræðist ikki kapping FLOGFERÐSLA Atlantsflog kennir næstan ikki til annað enn kapping á økinum, og við nýggju møguleikunum við longda flogvøllinum er føroyska flogfelagið til reiðar til eina møguliga kapping SAMSTARV Tað hevði borið til at fingið prísin niður á flogferðaseðlunum og á tann hátt fingið størri ferðslu um flogvøllin, sigur Magni Arge