Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. oktober 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. oktober 2011 · Nr. 121 2 Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað er ein løgin støða, sum tjóð­ ar­flog­fel­ag okka­ra er komið í, nú høv­uðs­part­a­eig­ar­in brýt­ur all­ar sið­venj­ur og hótt­ir við at tjóð­ar­taka priv­a­t­i­s­er­aða part­in av fel­ag­num. Fyri nøkr­um ár­um síð­ani varð av­gjørt at selja tveir trið­ing­ar av fel­ag­num, fyrst ein og síð­ani aft­ ur ein. Tann fyrsti trið­ing­ur­in varð seld­ur, men so hendi ikki meir. Men lands­stýr­is­mað­ur­in vil hava bí­lig­ari flog­ferða­seðl­ar. Tað er kanska ein góð­ur máti til tess at fáa fleiri fólk at flúgva, men tá ber altso ikki til at skipa fel­ag­ið sum eitt part­a­fel­ag. Tá eig­ur land­ið at keypa seldu part­a­brøv­ini aft­ur og skipa At­lants­flog sum »Loft­ferðslu Lands­ins«, sum verð­ur ein lands­ stov­nur eins og Strand­ferðsl­an, har vit um­v­egis skatt­in fíggja ferð­ ing. Tá kann lands­stýr­is­mað­ur­in so á­seta prís­in sum hann vil – og er lag­ið heilt gott, so kann hann gera tað púra ó­keyp­is at flúgva. Einki er ó­gjør­ligt, held­ur ikki í poli­tikki. Men hetta tyk­ist kort­ini rætti­liga na­ivt. Tað er eis­ini ein sera ó­pro­fess­i­ónell út­meld­ing at koma við á ein­um velj­ar­a­fundi í Vági – at siga, at lands­stýr­ið hev­ur sam­tykt eina slíka til­gongd. Ser­liga um tað ikki ein gong passar. At­lants­flog er eitt børs­skrá­sett part­a­fel­ag, og tað merk­ir, at tá høv­ uðs­part­a­eig­ar­in kem­ur við slík­ari út­meld­ing, so hev­ur tað bein­leið­is á­virk­an á parta­brøv­ini – og tað er ein neg­a­tiv á­virk­an. Lands­stýr­is­ mað­ur­in á­v­irk­ar kurs­in hjá fel­ag­ num tann neg­a­tiva veg­in við at siga slíkt. Hetta vís­ir, at pri­vati­ser­ings­ætl­ an­in hjá ABC lands­stýr­i­num eft­ir øll­um at døma varð gjørd í óð­um verk­um. Sam­bands­flokk­ur­in er lop­in frá hesi æt­l­an, løg­ið nokk, ein flokk­ur sum kall­ar seg li­be­ral­an. Jó­ann­es Eid­es­gaard tók onk­un­ tíð til – kanska í skemti, men tó – at tað var ikki fyrr enn Javn­að­ar­flokk­ ur­in kom til, at tos­ið um pri­v­at­is­er­ ing­ar varð til veru­leika. So má tað eis­ini verða lagn­unn­ar spei­semi, at tað verður Sam­bands­flokk­ur­in sum aft­ur­kall­ar priv­at­i­ser­ing­ar­nar. Í øll­um før­um er her tal­an um bónd­a­fang­arí. Lands­stýr­ið hev­ur fing­ið eitt bí­ligt og rent­u­frítt lán frá nøkr­um priv­at­um í­leggj­ar­um. Ein út­lend­ing­ur hev­ur sett 15 mill­ i­ón­ir krón­ur í fel­ag­ið. Kurs­ur­in er fall­in, so part­a­brøv­ini verða seld fyri und­ir­kurs. Og so tos­ar lands­stýr­ið um at fáa út­lend­in­g­ar at gera íløgur í Før­ oy­um... Gloym­ið alt um tað. Við slík­ ari við­ferð fer eing­in at stóla upp á lands­stýr­ið, so nevn­i­ð ikki orðið »pri­v­at­is­er­ing« aft­ur – í øll­um før­ um ikki sam­bands­menn! bóndafangað flogfelag Landstýrið má gloyma alt um privatiseringar Tá stjórin í inn­krevj­ing­ar­ fel­ag­num In­trum vaknað­i gjár­a­morg­un­in var tað til eina snóp­i­s­liga sjón. Tí um nátt­ini hevði løgreglan ver­ ið í tún­i­num hjá honum og klipt numm­a­r­pát­ur­nar av bil­inum hjá inn­krevj­ing­ar­ fel­ag­num, sum hevur ser­ merkta slagorðið »Ikki gera ikki nakað«. Um tað merk­ir, at tú ikki skalt gjalda veg­ skatt, ella »ikki skalt ikki gjalda vegskatt«, sigur søgan kanska nakað um. Vit hava roynt fleiri ferð­ ir at fáa eina við­merk­ing frá Ják­upi Bech Jen­sen, stjóra í Intr­um, um inn­krevj­ing­ar­ fel­ag­ið, sum hev­ur spes­i­al­ i­ser­að seg í at plága fólk til at gjalda rokn­ing­ar, er ein so ring­ur bet­al­ari, at neyð­ugt var hjá løg­r­egl­uni at klippa plát­ur­nar av bil­i­num á miðj­ ari nátt. Men stjórin hevur ikki svar­að okkum enn... Intrum misti nummarpláturnar Kringvarpið skal spara, og tí eru ikki ráð til at halda valfundir í sjón­varp­i­num. Hesum hevur kring­varps­ leiðsl­an boðað frá. Men tey hava lovað, at tey nokk skulu koma kring land­ið kortini. Vit hava hoyrt tveir val­ fund­ir sunnan úr Suðuroy hesa vikuna. Men tað undr­ un­ar­sama við hesum val­ fund­um hevur verið, at teir hava verið hildnir mitt um dag­in! Fólk í Suðuroy undrast – og rætt er, at tað av sonn­um er lítil sómi hjá Krin­g­varpi­ num at vísa fólki kring land­ið, at tey skulu koma á val­fund millum klokkan 13 og 14 seinn­a­partar. Hvør kann tað, hvussu nógv møta upp? Og hví kann Kring­varp­ið ikki ar­ beiða um kvøld­ið? Meðan Kring­varps­buss­ uri­n koyrdi í Suð­ur­oy, so vóru ikki færri enn trígg­ ir fund­ir í Havn í gjár, har flokk­ar løgdu fram sína val­skrá. Fyrstu var Javn­að­ ar­flokk­urin longu klokkan hálv­g­um níggju. Næstur Mið­flokk­urin klokkan 10 og síð­ani Tjóð­veldi klokkan 13:30. Public Service kring­ varp­ið náddi ikki fyrsta fund­in, og tí fingu hyggj­ ar­ar hjá Degi og Viku ikki boð­skap­in frá frá Javn­að­ ar­flokk­i­num, men bara frá Mið­flokki og Tjóðveldi. Kundi verið áhugavert at vita, um hetta var fyri at revsa mannin á peng­a­kass­ a­num. Tá privatu miðl­ar­nir hava ráð, so hevur Kring­ varp­ið eisini ráð at møta hjá øll­um flokkum, ella? Valfundir í arbeiðstíð Kanska er neyðugt, at onk­ur krev­ur pengar inn frá inn­krevj­ing­ar­virk­inum Inn­triv, so tey ikki missa numm­ar­plát­ur­nar aftur Uppstillaður? Millum allar wanabe-politikararnar, sum hava hongt sínar grænar upp á gatur og stræti sæst eisini hendan plakatin. Men hvønn flokk stillar hesin upp fyri? Taka ábyrgd av egnum landi Arne Winthereig kjak á síðu 29 Læra av veru­ leikanum Jógvan við keldu kjak á síðu 29