Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. oktober 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. oktober 2011 · Nr. 121 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Nú bert tíggju dagar eru til løgtingsvalið, eru flokkarnir farnir at gera um seg og fleiri kunngjørdu sínar valskráir í gjár. Javnaðarflokkurin var fyrstur á fótum og boðaðu longu til tíðindafundar klokka 8.30. Heilt ítøkiliga sigur flokk­ urin millum annað: • Hallið á fíggjarlógini er 450 mió kr • Støðan er álvarsom, og gongdin MÁ vendast • Nógv ófíggjað vallyfti eru at síggja • Javnaðarflokkurin gevur EINKI lyfti, sum ikki er fíggjað • Yvirskipaða endamálið næstu árini er at skapa vøkstur • Tað verður ikki lætt – men tað ber til • Skipa vit samfelagið rætt­ ari, verður tað eitt sindur lættari • Og býta vit byrðarnar rætt­ari, verður tað eisini lætt­ari Eins og tá flokkurin legði skattaumleggingar upp­skot­ ið fram, nýtir Javn­aðar­flokk­ urin sloganið »Rættari og lættari« til sína valskrá. Tey níggju høvuðs­punkt­ ini hava øll við búskapin at gera, so ella so, og skulu øll bera fram til ein sterkari bú­ skap. Økt virksemi Tey níggju punktini hjá Javn­ aðar­flokkinum eru: 1. Skattaumlegging 2. Hækkaðar almennar íløg­ ur 3. Húsalánsgrunnurin sum katalysatorur 4. Fiskivinnureformur 5. Arbeiðsmarknaðardepil 6. Økisjavningargrunnur 7. Rationalisering innan tað al­menna 8. Pensiónsreformur 9. Íløgur í nýggjar orku­keld­ ur Skattaumleggingin er áður viðgjørd, men flokkurin ætlar eisini at økja um almennu íløgurnar. 90 milliónir eyka skulu íløgurnar verða, og tað sigur flokkurin fer at skapa økt virksemi, sum aftur fer at stimbra undir serliga byggi­ vinnuna, men eisini pri­vatu tænasturnar. Og tað merkir øktur skattur, sigur Javn­ aðar­flokkurin. Aftrat hesum skal Húsa­ lánsgrunnurin byggja minst 180 nýggjar íbúðir. – Tað skal verða lætt og ódýrt hjá eitt nú ung­um pør­ um, støkum uppi­hald­arum ella føroyingum, sum flyta heim aftur, at fáa fatur á einum staði at búgva, sigur Aksel V. Johannesen. Tað sigur seg sjálvt, at so umfatandi bygging sjálv­ andi eisini fer at skapa virk­ semi við harav økt­um ring­ virkningum í sam­felag­num. Størri virkisøking Eitt annað, sum flokkurin eisini ætlar sær at gera nakað við, er fiskivinnan. – Vinnan skal lagast meiri eftir marknaðarkreftunum, og tað er alneyðugt, at heima­ flotin fer at bera seg, sigur Aksel V. Johannesen. Karmar skulu skapast, so uppisjóvarfisurin verður virkaður til matna í Føroyum, og eitt avreiðingargjald skal leggjast á. – Talan skal verða um eitt munandi hægri av­reið­ing­ar­ gjald, um avreitt verður uttan­ lands, og á tann hátt verða skip eggjað til, at lata fisk­in fara um føroyskan kei­kant, sigur Aksel V. Jo­hanne­sen. Javnaðarflokkurin vil, at útjaðarin skal styrkjast, og partur av tilfeingisgjaldinum skal nýtast til hetta. Eisini skulu íløgur gerast í harðast raktu økini. Ein stórur partur eru ratio­naliseringar. – Kommunur skulu leggj­ ast samal og skúl­ar skulu leggj­ast sam­an. Kapp­ing­ ar­ráðið, kæru­stovn­urin og brúk­araumboðsmaðurin skulu leggjast saman, og hartil skulou vit hava eitt prís­eftirlit, sum kann virka fyri at trýsta prísirnar á ger­andisvørum niður, sigur Aksel V. Johannesen. Dátueftirlit og miðlaráð skulu leggjast saman, og syrgjast skal í heila tikið fyri, at fáa meiri fyri hvørja krónu. Alternativ orka Áttanda punktið er pen­sjóns­ reformurin. – Í dag eru fýra arbeiðs­ fólk fyri hvønn pensjónistin, men í 2020 verða bert tvey fólk í arbeiði fyri hvønn pensjónistin, og tí verð­ur neyðugt at fáa pen­sjóns­re­ formin ígjøgnum. Og tað nýtist ikki at verða fyri­ liggj­andi uppskot, tað ber saktans til at gera smávegis til­lagingar, sigur Aksel. V. Johannesen. Og so skal doyðurin leggj­ ast á at skapa alternativa orku. – Oljuprísurin er longu ein trupulleiki, og verður talan um munandi príshækkan, fer tað at ganga út yvir vinnu­ lívið. Vit flyta sum er olju inn fyri eina milliard, sigur Aksel V. Johannesen. Alternativ orka bøtir al­ mikið um CO2 útlátið, tað bøtir um gjaldsjavnan og somuleiðis skapar tað eisini virksemi og vitanartung ar­ beiðspláss, sigur Javn­aðar­ flokkurin í síni valskrá. Níggju gongdar leiðir VALSKRÁ Javnaðarflokkurin ásannar, at búskapurin er størsta avbjóðingin komandi valskeiðið, og í valskrá síni peikar flokkurin á níggju ítøkiligar leiðir, sum allar eiga at gangast løgtingsval Aksel V. Johannesen og Javnaðarflokkurin fara til val upp á eina níggju punkt valskrá, har øll punktini so ella so ávirka búskapin Mynd: Álvur Johannesen