mikudagur 19. oktober 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. oktober 2011 · Nr. 121
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
-
Samstundis
sum
1800
føroyingar
ganga
arbeiðsleysur, lata vit okkara
fiskatilfeingi fara á útlendsk
ar hendur.
Hetta
staðfesti
Mið
flokkurin, tá ið hann í gjára
morgunin kunngjørdi, hvørji
mál, flokkurin fer at leggja
dent á eftir eitt eftir løgtings
valið.
Hetta er ein støða, sum
Miðflokkurin vil góðtaka.
Tí verður tað eitt krav
frá Miðflokkinum eftir val
ið, at tiltøk verða sett í verk
so at alt fiskatilfeingi, sum
føroyingar eiga, skal avreið
ast í Føroyum til føroysk
fiskafólk at arbeiða.
Kemur flokkurin í eina
støðu eftir valið, at hann
verður við í eini samgongu,
fer tað at vera eitt krav til
samgonguna.
Sorgarleikur
Jenis av Rana, formaður Mið
floksins, heldur, at tað, sum
hendi í makrelfiskiskapinum
í summar, var ein sorgarleik
ur.
- Vit avreiddu okkara
makrel til kinesarar og aðrar
útlendingar at arbeiða, sam
stundis sum 1800 føroyingar
ganga arbeiðsleysir.
Miðflokkurin fer eisini at
krevja, at tiltøk verða sett í
verk so at alt fiskatilfeingið
verður gagnnýtt.
- Sum er brúka vit bara
flakið, men tað er bara ein
lítil partur av einum fiski.
- Tað eru enntá tey, sum
tvíhalda um, at slógvi, skræð
an og innvølirnir hava størri
virðið enn sjálvt flakið.
Almennur stuðul
Jenis av Rana sigur, at tískil
má gongd fáast á vinnur,
sum kunnu gagnnýta innvøl,
slógv og skræðu á fiskinum.
- Krevur tað almennan
stuðul fyri at fáa gongd á tað,
eiga vit eisini at vera til reiðar
til tað, bæði hvat íløgustuðuli
og íverksetarastuðuli viðvík
ur, sigur Miðflokkurin.
Jenis av Rana heldur ikki,
at tað er at skerja frælsið
hjá vinnuni, at krevja, at
allur fiskur skal avreiðast
til føroysk virki ístaðin fyri
at tey sleppa at avreiða har
prísurin er bestur.
- Fær vinnan greiðar polit
iskar karmar at arbeiða inn
an fyri, ivist eg ikki í, at hon
fer at megna at skipa seg.
- Men tá ið viðurskiftini
eru so óskipað, sum tey eru,
er tað eyðsæð, at fiskurin
verður avreiddur har, tað
er lættast og skjótast at fáa
pening fyri hann.
Miðflokkurin
vil
ikki
seta beinleiðis forboð fyri
at fiskur verður avreiddur
uttanlands.
- Men skip, sum avreiða
uttanlands, skulu missa fiski
dagar afturfyri, sigur Jenis
av Rana.
Áki Bertholdsen
- Føroyingar skulu á fólkaat
kvøðu at taka støðu til um
ríkisveitingin úr Danmark
skal hækkast ella ikki.
Tað fer Miðflokkurin at
krevja eftir løgtingsvalið
næsta leygardag.
Og tað verður eisini eitt
krav, skuldi flokkurin komið
í
samgongusamráðingar
eftir valið.
Miðflokkurin
hevur
lagt sína valskrá fram í
gjáramorgunin og í tí sam
bandi heldur flokkurin, at
nú mugu vit seta eitt enda
ligt punktum fyri øllum
kjakinum um ríkisveiting
ina.
Eftir løgtingsvalið fer
Miðflokkurin
sostatt
at
krevja, at ein fíggjarlig upp
gerð verður gjørd ímillum
Føroyar í Danmark fyri at
staðfesta, hvat blokkurin er.
- Vit mugu fáa at greiði
á um ríkisveitingin er ein
gáva, um hon er ein rættur,
Sjálvur er Miðflokkurin
sannførdur um, at blokk
urin er ikki annað enn
eitt lítið endurgald, sum
danir lata føroyingum og
afturfyri sleppa danir sjálv
ir so munandi bíligari í lima
gjaldið til NATO.
- Sostatt er blokkurin
ikki ein gáva, men ein upp
hædd, vit hava rætt til og vit
hava rætt til meiri enn so
- Tí eiga vit at fáa eina
fíggjarliga uppgerð, so at vit
fáa endaliga staðfest, hvat
ríkisveitingin er.
- Síðani skal øll upp
hæddin, sum vit hava rætt
til úr Danmark, setast í ein
búskapargrunn, sum skal
brúkast til at menna og
styrkja føroyska samfelagið
við.
Fólkaatkvøða
Men nú Sambandsflokkurin
hevur skotið upp, at ríkisvei
tingin aftur skal prístalsvið
gerðast og sostatt hækkast,
fer Miðflokkurin eisini at
krevja,
at
fólkaatkvøðu
verður um uppskotið frá
Sambandsflokkinum, so at
fólkið sleppur at siga sína
hugsan.
Sigur fólkið nei, er málið
avgreitt og so skulu vit ikki
brúka fleiri kreftir upp á
tað. Men sigur fólkið ja, skal
málið takast upp við danir.
- Spurningurin um um
ríkisveitingina stjelur alt
ov nógv orku frá føroyskum
politikki, tí hann fyllir ov
nógv og tískil verður ov lítið
av kreftum eftir til vanligan,
praktiskan politikk.
- Tí skal spurningurin
avgreiðast og jarðast, sigur
Jenis av Rana, formaður
floksins.
aki@sosialurin.fo
1800 føroyingar
aftur til arbeiðis
LØGTINGSVAL Høvuðsmálið hjá Miðflokkinum verður at fáa føroyingar aftur til arbeiðis
Blokkurin er ikki annað enn
eitt lítið endurgald, sum danir lata
føroyingum og afturfyri sleppa
danir sjálvir so munandi bíligari í
limagjaldið til NATO.
Sum er
brúka vit
bara flakið,
men tað
er bara ein
lítil partur
av einum
fiski.
Fólkaatkvøða í Føroyum
um blokkurin skal hækka
ENDALIG AVGERÐ Miðflokkurin vil jarða kjakið um ríkisveitingina og tað skal gerast við fólkaatkvøðu
Miðflokkurin brynjar seg
til valstríð við nógvum
vinnumálum og nógvum
etiskum málum á skránni,
staðfesti Jenis av Rana,
floksformaður, tá ið
hann legði valskránna
hjá flokkinum alment
fram í gjáramorgunin
Valstríð